Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 11. mars 2008 5 Tú skalt ráðgeva kundum okkara í netbaseraðum loysnum so sum heimasíður, portalar og serloysnir innan KT. Tú verður prosjektleiðari og kemur at standa fyri spennandi samskiftisuppgávum, sum tú skalt loysa saman við kundunum og okkara dugnaligu starvsfólkum. Hetta merkir, at tú kemur at taka tær av ráðgeving og interaktiónssniði umframt samstarvi við sniðgevar og forritarar. Tú skalt selja professioneller heildarloysnir, sum byggja á okkara framkomna og brúkaravinarliga CMS, Sansir.net. Heildarloysnirnar fevna um ráðgeving, interaktiónssnið, gra skt snið og implementering á Sansir.net. Tað verður tín ábyrgd at tryggja, at loysnirnar, vit skapa fyri okkara kundar, eru góðar og taka støði í mentanini og samleikanum hjá kundunum. Vit kundu hugsað okkum, at tú hevur hóskandi útbúgving, eitt nú eina kandidat- ella bachelorútbúgving innan kunningarvísind, miðlar ella samskifti, ella tú hevur hollar royndir við netbaseraðum loysnum og CMS. Tú hevur lætt við at samskifta við fólk, tú dugir væl at hugsa í heildarloysnum, hevur gott eyga fyri visuellum samskifti og natúrlig evnir fyri handli. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og leiða tíni prosjekt, samstundis sum tú dugir væl at samstarva við tínar starvsfelagar. Sansir eru ein framfýsin samskiftisfyritøka við 40 starvsfólkum í trimum ymiskum londum. Av hesum arbeiða 11 fólk burturav við serloysnum til internetið. Vit skapa kunningar- og marknaðarføringsloysnir í tøttum samstarvi við okkara kundar. Førleika- og útbúgvingarstøðið hjá fólkunum á Sansum er høgt og spennir víða. Grundarlag okkara fyri støðugari menning og framburði er persónligt rásarúm, virðing fyri fjølbroyttum hugsunarhátti og stuðul til persónliga menning hjá okkara starvsfólkum. Heldur tú, at hetta ljóðar spennandi, so eigur tú at søkja starvið. Vónandi verður tað tú, sum vilt skapa framtíðina hjá Sansum saman við okkum. Sjálvandi fært tú eina góða løn. Umsóknin skal sendast við telduposti til Lenu L. Mohr á lena@sansir.fo ella Høgna Rasmussen á hognir@sansir.fo. Vinarliga viðmerk títt fartelefonnummar. Vit skulu hava umsóknina í seinasta lagi kl. 16.00 mánadagin 7. apríl. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Lenu L. Mohr á tel 238353 ella Høgna Rasmussen á tel 238351. Vinarliga ring millum 15.00 og 18.00. Tú kanst eisini senda fyrispurningar við telduposti til Lenu ella Høgna. www.sansir.fo Sansir søkja internetráðgeva Pf. Sansir Dvørgastígur 7 Postmoga 1099 FO-110 Tórshavn