týsdagur 11. mars 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 50 - 11. mars 2008
Stutt Sagt
USA hjálpir
Póllandi
George W. Bush, forseti,
segði í gjár, at hann hevur
gjørt av, at USA skal
hjálpa Póllandi at nútím
ansgera landsins hermegi.
Tilsøgnin, sum kom eftir
ein fund millum forsetan
og
polska
forsætisáð
harran, Donald Tusk, í
Hvítu Húsunum, er partur
av ætlanini hjá USA at
seta rakettverjustøðir upp
í Póllandi. Bush segði á
tíðindafundi, at amerikan
ska stjórnin hevur ásann
að, at polska hermegin
hevur tørv á nýggjari
útgerð, og at USA fer at
lata
Póllandi
neyðuga
útgerð, áðrenn ein annar
forseti kemur í Hvítu
Húsini í januar næsta ár.
Ákæri fekk
eiturbræv
Suðurafrikanski
ákærin
Moktathedi Mpshe, sum
heldur eyga nýtsluni hjá
oddamonnunum í stjórnini
og tjóðartinginum, fekk í
gjár eitt bræv við onkrum
eitrandi evni í. Moktathedi
Mpshi tók ikki sjálvur
ímóti
brævinum,
men
fimm av hansara medar
beiðarum gjørdust sjúkir
eftir at hava havt brævið á
honum ella verið í nánd
av í, og øll starvsfólkini á
skrivstovuni fingu boð
um at fara út, sigur CNN.
Suðurafrikanska løgregl
an kannar nú málið. Hon
vil ikki siga, hvat slag av
eituri var í brævinum, ella
hvaðan tað varr sent.
Sudan krevur
skaðabót
Myndugleikarnir í Sudan
krevja nú, at Frakland
skal rinda 40.000 ameri
kanskar dollarar í skaða
bót fyri fýra sudanskar
trygdarmenn, sum lótu
lív, tá teir royndu at flyta
líkið av einum fronskum
hermenni, sum var deyður
á
markinum
millum
Sudan og Tjad. Teir fýra
menninir doyðu av einari
bumbu, sum brast, júst
sum teir skuldu flyta líkið
av franska hermanninum,
sum var við í friðarvarð
veitandi deildini Eufor.
Tað vóru sudanskir stjórn
arhermenn, sum skutu
franska
hermannin,
tí
hann sambært sudansku
myndugleikunum
var
komin inn um sudanska
markið.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Mítt mál er avgjørt ikki at taka gullmerkið í
skattatrýsti frá svium. Vit skulu hava minni trýst
Kristian Jensen, skattamálaráðharri
útlond
Tann 19 ára gamla kvinnan hevði bjóðað teimum
níggju børnunum heim til sín at eta. Kvinnan var
lærari í meksikanska býnum Cárdenas, og tey níggju
børnini, átta gentur og ein drongur, vóru millum trý
og seks ára gomul. Men á vegnum rendi kvinnan í eina
kanal. Tá løgreglan kom á staðið, var bara lærarin á
lívi. Hon dugdi ikki at siga, hvat var hent. Hon hevði
bara bjóðað børnunum heim til sín, tí tey høvdu spurt
hana so ofta.
(Mynd: AP)
Higartil hevur tibet
anski uppreisturin
ímóti Kina verið
friðarligur, men fjúsið
er farið at styttast
Í gjár gingu tibetanar kring
allan heimin mótmælis
gongu til minnis um teirra
uppreistur ímóti kinesiska
harradøminum.
Eisini
í
sjálvum Tibert vóru mót
mæli. Har gingu umleið
300 munkar ígjøgnum gøt
urnar í høvuðsstaðnum
Lhasa, har teir kravdu, at
munkar, sum sita í fongsli,
skulu latast leysir.
Myndugleikarnir høvdu
brynjað seg til mótmælini.
Við eina vegabyrging stóðu
trygdarhermenn við um
leið10 hernaðarakførum og
fleiri sjúkrabilum. Vestur
lendskar keldur siga, at
millum 50 og 60 munkar
vórðu tiknir, men at eingin
veit, hvar teir eru.
Í Nepal gingu nógvir
tibetanar mótmælisgongu.
Eisini har legði løgreglan
uppí, at fleiri fólk vórðu
særd.
Talsfólk hjá tibetanum í
útlegd siga seg bera ótta
fyri, at mótmælini í sjálvum
Tibet fara at harðna, tí fólk
halda ikki, at friðarlig
mótmæli geva nakað úrslit.
Eftir at sviar hava
lækkað skattin, er
Danmark komið
á ovasta pláss við
heimsins størsta
skattatrýsti
Í fleiri ár hava danskir polit
ikarar skákað sær undan
tosinum um stórt skattatrýst
við at vísa á, at í Svøríki var
skattatrýstið uppaftur størri.
Men soleiðis er ikki longur,
nú svenska stjórnin hevur
lækkað skattin. Nú er skatta
trýstið í Danmark størri enn
tað svenska, og sambært
Børsen bendir nógv á, at
munurin verður enn størri í
komandi árum.
Kristian Jensen, skatta
málaráðharri, ásannar, at
Danmark er komið upp á
ovastu rók í skattatrýsti,
men hann sigur tó, at ætlan
in er, at skattatrýstið verður
lægri í 2011 enn í dag.
Eg havi avgjørt ikki sett
mær fyri at taka gullmerkið
í skattatrýsti frá svium,
sigur Kristian Jensen við
Børsen.
Her druknaðu
níggju smábørn
Tibetanar um at missa tolið
Tibetanar gingu eisini
mótmælisgongu í nepalska
høvuðsstaðnum Katmandu,
men eisini har legði løgreglan
uppí
Mynd: Reuters
Danir hava heimsins
størsta skattatrýst
Kristian Jensen,
skattamálaráharri, ætlar
at lækka skattatrýstið tey
næstu árini
Mynd: Polfoto