Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað er vorðið dýrt hjá peningastovnum at lána pening á altjóða fíggjarmarknaðinum. Teir hyggja tí eftir alternativum fíggingarhættum, sum til dømis at bjóða kundum sínum spennandi innlánsmøguleikar. Nú hevur eisini danski Skjern Bank tvey spennandi tilboð til føroyingar. Íløgur Í lánsbrøv Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Fyri nøkrum døgum síðani kom ein faldari í hvørt hús í Føroyum frá danska pen­ ingastovninum Skjern Bank. Hesin lítli bankin úr vesturjútska býnum Skjern byrjaði við avmarkaðum virksemi í Føroyum í sep­ tember í fjør. Fyrireikingar­ nar til virksemi í Føroyum, sum enn er avmarkað til innlán og íløgurøkt, byrjaðu annars longu í apríl í fjør, tá fyrrverandi Eik­bankamað­ urin Gunnar Streymoy varð settur at umboða bankan í Føroyum. Kreppan á fíggjarmarkn­ aðinum, sum byrjaði at merkjast í oktober, hevur gjørt sítt til, at Skjern Bank ikki hevur havt stórvegis skund at gera seg galdandi í Føroyum. Men nú er bankin so kom­ in við tveimum heilt ítøki­ ligum íløgumøguleikum til bæði føroyingar og danir, og talan er um tvey lánsbrøv, har annað er fullkomiliga tapstryggjað, og hitt næstan fullkomiliga tapstryggjað, við møguleikum fyri góðum avkasti tey komandi 2 árini. Tvey lokkandi lánsbrøv Tað eina lánsbrævið hjá Skjern Bank tekur støði í amerikanska dollaranum, meðan hitt tekur støði í turkiska liranum (Try). Íleggjarin kann velja, um íløguupphæddin, sum er bundin í tvey ár, skal verða knýtt at turkiska liranum ella amerikanska dollara­ num. Verður fyrri møguleikin (turkiski lirin) valdur, so verður ein renta á 2,8 pro­ sent tilskrivað íløguupp­ hæddina um árið í tvey ár. Men hækkar virðið á turk­ iska liranum í mun til donsku krónuna í sama tíðarskeiði, so fær íleggjarin 100 prosent av hesi hækk­ ingini afturat. Um virðið á turkiska liranum ikki hækk­ ar, so fær kundin ”bert” 2,8 prosent um árið í rentu í tvey ár svarandi til 5,6 pro­ sent tilsamans. Verður seinni møguleikin, sum er amerikanski dollar­ in, valdur, so verður eitt lánsbræv teknað til kurs 104, aljóðandi kurs 100. Hækkar virðið á dollaranum tey næstu 2 árini, so fær kundin ikki minni enn 150 prosent av hesi hækking útgoldið, samstundis sum lánsbrævið verður innfríað til kurs 100. Um dollarin lækkar ella stendur í stað, so missir kundin 4 krónur fyri hvørjar teknaðar 100 krónur, og tað er ”worst case” í hesin føri. Sosialurin hevur umvegis føroyska umboðsmannin Gunnar Streymoy hitt Søren Hvidbjerg, íløgustjóra í Skjern Bank, og spurt hann, hví tey velja at koma við júst hesum tilboðunum. – Vit hava gjøgnumgingið 50 ymsar íløgumøguleikar og hava valt hesar báðar burturúr. Vit ynskja at kunna bjóða nøkur góð pro­ duktir til okkara kundar, og vit meta, at tíðin fyri hesum er tann rætta. Hetta kemst av, at dollarin liggur á sín­ um lægsta støði í 30 ár, og turkiski lirin somuleiðis liggur á einum lágum støði í løtuni. Vit meta útlitini vera góð fyri, at kundin kann fáa nakað burturúr hesum íløgunum, sigur Sør­ en Hvidbjerg. Gunnar Streymoy greiðir frá, at tað sum ger turkiska liran áhugaverdan er ikki minst tann sannroynd, at Turkaland arbeiðir hart í løtuni fyri at uppfylla krøv­ ini fyri at kunna gerast lim­ ur í ES. Tey búskaparligu átøkini, sum Turkaland ger í hesum sambandi, kann fáa turkiska gjaldoyra at hækka í næstum. Sjálvandi er altíð stór óvissa við slíkum meting­ um, men eins og ameri­ kanski dollarin er turkiski lirin á einum lágum støði samanborið við støði í 2001. Skern Bank dekkaður inn Hækkar amerikanski dollar­ in næstu tvey árini, so fær íleggjarin 150 prosent, ella hálva aðru ferð, hesa hækk­ ing. Tað merkir, at onkur missir pening, um dollarin hækkar. Vit spyrja tí Søren Hvidbjerg, um tað ikki er ein vansi fyri Skjern Bank, um dollarin hækkar ov nógv fram til 2010, tá íløgu­ tíðarskeiðið er av. – Fyri okkum ger tað ong­ an mun, tí vit eru dekkað inn hjá størri bankum á altjóða fíggjarmarknaðin­ um. So tað er hvørki vansi ella fyrimunur fyri okkum, men fyri kundan er tað av­ gjørt ein fyrimunur, at doll­ arin hækkar, og tí vóna vit tað sjálvandi eisini, sigur Søren Hvidbjerg. Hann greiðir víðari frá, at til ber at keypa lánsbrøv upp á, at dollarin hækkar, men til ber eisini at keypa optiónir upp á, at dollarin hækkar. Til hetta seinna er eitt trygdarnet lagt inn, so at pengarnir eru tryggjaðir, um dollarin hækkar. Hesa loysnina keypir bankin á marknaðinum, so tað ger ongan mun, um dollarin hækkar ella ei. – Eins og ein klædna­ handlari keypir ávís klædna­ merki frá veitarum at selja víðari, so keypir ein banki eisini nøkur produktir, sum hann selir víðari til sínar kundar. Fyri okkum eru tað tvey ting, ið hava týdning: 1) at kunna fíggja okkara virksemi, og 2) at kunna bjóða kundunum góðar inn­ lánsmøguleikar, sigur Søren Hvidbjerg. Í førinum við tyrkiska liranum fær kundin 100 prosent av eini møguligari valutahækking, men missir onki, um lirin lækkar. Men heldur ikki her ger tað nakr­ an mun fyri Skjern Bank. – Her ger tað sama seg galdandi. Vit keypa eitt pro­ dukt á fíggjarmarknaðinum, har tað eru aðrir íleggjarar, ið taka váðan av møguligum kurssveiggjum, sigur hann. Sær góðar møgu­ leikar í Føroyum Kreppa er á altjóða fíggjar­ marknaðinum, og tað hevur gjørt tað dýrari hjá banku­ num at lána pengar frá hvørjum øðrum. Skjern Bank hevur gott gjaldføri, siga Gunnar Streymoy og Søren Hvidbjerg, men við at útskriva lánsbrøv fær bankin meiri pening til útlán. – Fyri bankan er hetta ein alternativur máti at útvega sær fígging, samanborið við fígging á altjóða láns­ marknaðinum, siga teir. Fyri gott og væl tveimum mánaðum síðani steðgaði íslendski bankin Kaupthing Bank sítt virksemi í Føroy­ um, men hetta ørkymlar ikki Søren Hvidbjerg. – Nei, tað ræðir okkum ikki. Vit síggja tað heldur sum ein møguleika fyri okk­ um. Vit hava ein royndan mann í Føroyum, sum kenn­ ir tey heimligu viðurskiftini væl, og harafturat er før­ oyski búskapurin væl fyri, sigur Søren Hvidbjerg. At Kaupthing gavst við sínum virksemi í Føroyum tulkar hann sum eina av­ leiðing av teimum trupulleik­ um, sum íslendskir bankar hava í hesum døgum. Hann sær eisini fyrimunir við, at føroyingar og vest­ urjútlendingar hava nógv felags eyðkenni, og hava lætt við at samskifta. Skjern Bank spennandi tilboð til føroyingar Visti tú at ... • Skjern Bank varð stovnaður í 1906. • Skjern Bank er listaður á keypskálanum í Keypmannahavn sum eitt ”small cap” felag. • partabrøv í Skern Bank hava givið ein miðalvinning á 25 prosent seinastu 10 árini (1998-2007). • Skjern Bank í 2007 hevði útlán á 3,9 mia. krónur, innlán á 2,7 mia. krónur, eina eginogn á 536 mió. krónur, ein javna á 5,4 mia. krónur, ein solvens á 13,5 prosent, og eitt úrslit áðrenn skatt á 52,6 mió. krónur. • á netbankanum hjá Skjern Bank er eitt modul, sum ger tað møguligt at handla parta- og lánsbrøv beinleiðis á børsinum. Gunnar Streymoy umboðar Skjern Bank í Føroyum. Vinnan Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag – eisini aðrar dagar