týsdagur 11. mars 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 50 - 11. mars 2008
Nýggja leiðslubókin »Den
refleksive leder« gevur
leiðslum eitt kærkomið
høvi at umhugsa sín
leiðslustíl
LeiðsLa
Finnur Sivertsen,
Búskaparfrøðingur
Business-line.fo
Tíðir broytast
Onki av tí vit halda okkum vita
um um leiðslu, er galdandi í alla
tíð. Skulu vit ikki reka av leið
sum leiðarar er neyðugt at taka
hædd fyri tí ráki, ið til eina og
hvørja tíð er galdandi og fremja
tey tiltøk ið skulu til, fyri at halda
røttu kósina.
Bókin “Den refleksive leder”
gevur leiðslum eitt kærkomið
høvi at taka eitt stig út úr gerand
isdegnum og umhugsa og grunda
yvir, hvat slag av leiðslustíli, ið
fyritøkan ella fyrisitingin tørvar.
Uppgerð við vanliga
leiðslufatan
Í bókini avlíva rithøvundarnir
Lars Goldschmidt, Søren Barlebo
Rasmussen og Ole Sten Andersen
nakrar vanligar fatanir um fólk og
leiðslu, t.d. “Leiðarin skal hava
størri vitan enn hini” og “leiðarin
hevur eina fakliga vitan, ið er sera
umráðandi”.
Hesar fatanir um leiðslu eru
nógv útbreiddar, siga rithøvund
arnir, ikki minst tí at tær ikki eru
heilt av leið. Sum leiðari skalt tú
varnast tann týdning, ið leiðslan
hevur fyri at
fáa tey bestu
úrslitini, og tey fáast
bert um tú hevur eitt
væl skipað og uppsett lið
av starvsfólkum.
Bjóðar praktiskan íblástur
úr nýggjum leiðsluháttum
Bókin “Den refleksive leder” er
ein góð handbók við praktiskum
íblástri til menning av tínum
leiðsluhátti.
Drívmegin og íblásturin til tey
ymsu evnini í bókini koma bæði
frá uppgerðini við gamlar, kendar,
leiðslufatanir
og
eisini
frá
teimum
kanningum, ið rithøvundar
nir hava gjørt á ymsum gransk
ingarstovnum innan leiðslu.
Útgevari er Børsens Forlag.
Rithøvundarnir
Lars Goldschmidt er kemiverk
frøðingur (ph.d) er stjóri í felags
skapinum Rådgivende Ingeniører
og starvast hjá Center for Virk
somhedsudvikling og ledelses
teknologi í Keypmannahavn.
Søren Barlebo Rasmussen er
ph.d. innan granskingarleiðslu
hjá Institut for Ledelse, Politik og
Filosofi á Copenhagen Business
School í Keypmannahavn.
Ole
Steen
Andersen
er
arkitektur og HD og ein av
eigarunum í ráðgevingarfelagnum
Implement A/S. Hevur starvast
sum ráðgevi innan projektleiðslu
og menning av strategi í mong
ár.
Er leiðslan á rættari kós?
Diesel-prísurin nærkast bensin
Munurin millum prísin á dieselolju og
bensini hevur ongan tíð verið so lítil, sum
hann er júst nú. Í morgun vóru bert sjey
oyru á muni í leiðandi donsku prísunum,
og eisini her heima er munurin á teimum
báðum brennievnunum fallin heilt nógv.
Orsøkin til hetta er fyrst og fremst
methøgi prísurin á ráolju, sum nú er farin
upp um 108 dollarar fyri tunnuna. Hartil
er prísmunurin vanliga minni vetrarhálvuna, tá eftirspurningurin eftir brenniolju er høgur.
Brenni og dieselolja eru at kalla somu vørur, og tí ávirkar hetta eisini dieselprísin.
Skulu vit ikki reka av leið sum leiðarar er
neyðugt at taka hædd fyri tí ráki, ið til eina
og hvørja tíð er galdandi og fremja tey tiltøk
ið skulu til, fyri at halda røttu kósina
Nei til telefonbøkur
Telefonbøkur er fortíð. Tað halda seks av tíggju norðmonnum, sum ikki ynskja at
fáa tjúkku telefonbøkurnar inn um dyrnar ár um ár. Hetta framgongur av eini
kanning, sum Norsk Respons hevur gjørt fyri Norges Naturvernforbund. 61% av
teimum spurdu vilja sleppa undan tjúkku telefonbókunum. Av teimum, ið eru
undir 60 eru 3 av 4 ið vilja verða frí, skrivar NTB. Telefonbókurnar koma út í 6,8
mill. eintøkum og viga tilsamans 9,2 mill. kg. Okkara kanningar vísa, at 5 mill.
eintøk verða óbrúktar og fara beint í ruskspannuna. Hetta er meiningsleys oyðsla
av náttúruni, sigur Sverre Stakkestad frá Naturvernforbundet. Tey, sum geva út
telefonbøkur í Norðurlondum eru ikki samd og vísa á, at 730.000 norðmenn nýttu
telefonbøkurnar hvørja viku í tíðarskeiðnum oktoberdesember 2007.
www.business-line.fo