Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 50 - 11. mars 2008 Verstu vanda­ tekin í 15 ár Norski professarin í búskapi, Ola H. Grytten, hevur ikki verið meira stúrin fyri heimsbúskapinum síðan byrjanina av 90- unum. HeimsBúskapur Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur business-line.fo Eg eri meira óróligur nú enn eg havi verið leingi. Tað eru mong vandatekin at síggja, hóast hetta ikki nýtist merkja nakra ógvusliga afturgongd, sigur norski professarin við dn.no. Fallið verður størri - Støðan í USA sær verri út enn áður mett. USA er á veg móti eini búskaparligari afturgongd. Men stjórnin í Wash- ington góðtekur ikki henda verðuleika og heldur kunstiga lív í búskapinum. - Tjóðbankin hevur skorðið rentuna í fleiri umførum og Bush forseti hevur undriritað eina ætlan, ið skal spræna lív í sjúka amerikanska búskapin. “Vitamintablettin” hevur eitt samlað virði uppá 900 milliardir krónur og meginparturin skal nýtast til skatta- lættar og íløgustuðul til vinnuna. - Hetta er vandasigling. Tá hallini verða uppsamlað á henda hátt verður fallið bert størri tá tað einaferð kemur, sigur Ola H. Grytten. Ótryggir marknaðir Grytten vísir á at tað sæst ein afturgongd á fleiri økjum og at tað eisini eru búskaparligur trupulleikar í Evropa og Asiu. Hvussu stór kreppan verður er ikki til at siga, men eg má tó siga, at eg eru meira stúrin nú enn eg havi verið leingi. Tað hevur ikki sæð so svart út síðan fyrst í nítiáru- num, sigur Grytten. Marknaðirnir eru ótryggir í løtuni, men tó eru tó ongi eintýðug tekin, ið peika á eina rættiliga búskaparliga kreppu. Gryten væntar, at fjálturin á heimsins partabrævamarkn- aðum fer at ávirka marknaðin í Evropa og at vit mugu síggja í eyguni, at búskaparligu tíðinar kunna fara at versna, eisini um okkara leiðir. Eg má siga, at eg eru meira stúrin nú enn eg havi verið leingi. Tað hevur ikki sæð so svart út í heimsbúskapi­ num síðan fyrst í nýtiárunum, sigur Ola H. Grytten, professari á Handils­ háskúlanum í Oslo, NHH Stórstu príshækkingar síðani 2000 Donsku vørurnar dýrka sera nógv í hesum døgum. Í februar vóru príshækkingarnar 3,1 prosent, ið er tað hægsta í 8 ár. Tá príshækkingarnar í januar mánaði náddu upp á 2,9 prosent, fekk tað pannurukkurnar fram hjá búskaparfrøðingunum. Teir fingu seg tí illa at trúgva uppá, at tær kundu fara enn longur upp í februar. Ein spurnarrunda hjá kanningarstovninum Bloomberg vísti, at í meðal væntaðu tey spurdu, at príshækkingarnar fóru at koma upp á 2,9 prosent. Størstu príshækkingarnar tey seinastu árini hava verið innan matvørur og drekkjuvørur. Sostatt eru vørur sum mjólk, ostur, egg, breyð og kornvørur, hækkaðar munandi, vísa nýggju tølini hjá Danmarks Statistik. www.business­line.fo Ferðamannaskip Jan Müller jan@sosialurin Tíðin, tá útlendsku ferða- mannaskipini seta kós í Norðuratlantshavið og seta sín serstaka dám á oyggj- arnar her, nærkast í hvørj- um. Og alt bendir á, at hesi vera ikki færri í ár enn undanfarnin ár. Heldur hin vegin. Tað sær ikki mætari út enn, at talið á ferða- mannaskipum, sum vitjar her í summar, setir met. Umleið 30 minni so størri ferðamannaskip hava boðað frá 44 komum. Í fjør var talið 42. Tilsamans umleið 29.000 ferðafólk vóru við skipunum í fjør, og hetta talið liggur nakað hægri í ár frætta vit frá Tórshavnar Havn, sum umsitur og skrá- setur ferðamannaskipini. Fyrsta ferðamannskipið í ár kemur á Havnina 5. juni. Tað er Ocean Nova. Sein- asta skipið kemur 12. september. Og tað er Alba- tros. Millum mongu spenn- andi og forkunnugu nøvnini eru Costa Atlantica, Marco Polo, Funchal, Saga Rose, Princess Danae, Le Dia- mant, Ocean Majesty og Crystal Symphony. Eisini Runavíkar Havn hevur fing- ið seks fráboðanir um ferða- mannaskip, sum leggja leið- ina inn á Skálafjørðin í summar. Ferðamannaskipini seta met í ár Ferðamannaskipini seta sín serstaka dám á Havnina á hvørjum sumri