Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 50 - 11. mars 2008 Bragdið havt aðalfund Mánakvøldið hevði felagið fyri frælsan ítrótt, Bragdið, eykaaðalfund, har eittans mál var á skránni. Formaðurin seinastu seks árini, Robert Vilhelmsen, valdi ikki at stilla uppaftur, og í hansara stað varð Fríðrikur Bláhamar valdur. Fríðrikur er eisini nýggjur í nevndini. Hini í nevndini eru Anna Maria Seloy, næstformaður. Niels Jákup Jakobsen, kassameistari. Ann E. Østerø, limarøkt og Óla Hans A. Olsen nevndarlimur. Í summar verður ein stórhending innan frælsa ítrótt í Føroyum, tá verður tað nýggja ítróttarøkið fyri frælsa ítrótt í Tórshavn liðugt og tikið í brúk. Bragdið hevur í 3-4 ár arbeitt miðvíst við fyrireikingum til hetta við einum skipaðum ungdómsarbeiðið har grundarlagið til sergreinirnar verður rótfest. Ítøkiligar ætlanir eru stungnar út í kortið og fyrireikingar eru ígongd til venjingar og kappingar á bana. Úrslitið av ungdómsvenjingini er nú ein sannroynd við einum DM-heitið hjá Bjørk Herup Olsen og fleiri øðrum evnum í Bragdinum á hesum støði - Eg fari miðvíst at arbeiða fyri einum góðum samanspæli við vinnuna til tess at menna verandi skipan til ein virknan, sjónligan og kapp- ingarføran leikara í altjóða sjóvinnu, segði Bjørt Samuelsen á Shipping Føroyar 2008 Shipping 08 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bjørt Samuelsen, lands- stýriskvinna, sum umsitir FAS-skipanina, hevði eisini framløgu á Shipping Føroy- ar 2008. Hon segði, at hon í sínum starvi sum landsstýriskvinna ynskir at leggja stóran dent á nýmenning, sum hon tók til, og við nýmenning segði hon seg hugsa um nýggj potentiali hjá verandi vinn- um og at birta uppundir møguleikan fyri nýggjum vinnum. - FAS-skipanin er ein partur av okkara sjóvinnu, og hetta er samstundis ein av teimum vinnum, har vit hava víðfevndar møguleikar at skapa eina vinnu, ið fer at kasta nógv av sær. Landsstýriskvinnan vísti á, at føroyingar hava dygg- ari royndir enn flestu aðrar tjóðir innan sjóvinnu. - Tí skal FAS umskipast og gerast kappingarfør, legði hon dent á. Hon vísti á, at tá ið sitandi landsstýri varð skipað, varð FAS flutt úr fiskimálaráð- num og yvir í vinnu-mála- ráðið, sum beinanvegin fór undir arbeiði at menna skip- anina. - Eg eri ógvuliga troytt av at hoyra um ætlaðar broytingar í FAS. Nú skal nakað gerast við hesa skipan – og tað verður mítt lyfti, at hetta skal gerast nú. Bjørt vísti til samgongu- skjalið millum landsstýris- flokkarnar sum staðfestir málið um ”at menna eina nýggja inntøkuvinnu á sjó- vinnuøkinum. Tí verður Føroya Altjóða Skipaskrá- seting umskipað soleiðis, at hon verður kappingarfør við aðrar líknandi skipanir kring heimin”. - Sostatt havi eg longu politiska undirtøku fyri hesum ætlanum, legði hon aftrat. Stirvin skipan Landsstýriskvinnan segði, at FAS upprunaliga varð stovnað fyri at varðveita før- oysk skip undir føroyskum flaggi. - Henda skipan er í dag ein lutfalsliga lítil skipan við umleið 40 skipum, har flestu eru smá og gomul skip, burtursæð frá flagg- skipi okkara, Norrønu. Eftir at hava verið galdandi í 16 ár, tykist FAS statisk og utt- an veruligt vakstrarpotentia- li. Tí er neyðugt við munan- di broytingum, so skipanin gerst kappingarfør við líkn- andi skipanir, eitt nú donsku DIS-skipanina, segði hon. Bjørt segði, at verandi skattaskipan, sum er knýtt at FAS, ger mismun millum føroyingar og útlendingar, og millum manningar í FAS og manningar í teimum skipanunum, vit kappast við. Gongd er í Landsstýriskvinnan endur- tók, at Føroyar skulu hava eina kappingarføra skipan, og soleiðis má verandi aftur- beringarskipan gerast betri, og kappingaravlagandi avgjøld skulu takast burtur. - Vit eru saman við fíggjarmálaráðnum farin at hyggja upp á øll hesi viður- skifti, segði hon. Men umframt hetta, segði Bjørt, at FAS-fyrisitingin skal samskipast eftir prin- sippinum um “eina inn- gongd - ein avgreiðsla”. - Tað skal gerast sera ein- falt at skráseta skipini og fáa neyðugu tænastuna – alt á einum staði. Samstundis er neyðugt at hava gjøgn- umskygni og góða samskip- an í regluverkinum, so vit til eina og hvørja tíð eru dagførd í mun til lógir og reglur á økinum, segði landsstýriskvinnan. Skapandi virksemi Bjørt Samuelsen segði, at í fyrstu atløgu missir lands- kassin tær umleið 16 miljón- ir krónurnar, sum FAS í løt- uni gevur í skattainntøkum. Men beinleiðis og óbein- leiðis virksemið av einari kappingarførari skipan fer at geva mangt slíkt. Hetta er virksemi sum umboðs- og meklaravirksemi, tekn- isk fyrisiting og viðlíkahald, manningarfyrisiting, trygd- ar- og verndarfyrisiting, fíggjarvirksemi, útbúgving- ar- og skeiðvirksemi, løg- FAS gerast ein altjóða skipan fyri handilsskip FAS-skipanin er í dag ein lutfalsliga lítil skipan við umleið 40 skipum, har flestu eru smá og gomul skip, segði Bjørt Samuelsen