týsdagur 11. mars 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 50 - 11. mars 2008
Warren Buffett er heimsins ríkasti
Amerikanski ríkmaðurin, Warren Buffett, hevur troðkað Bill Gates burtur frá
trónuni sum heimsins ríkasti maður. Warren Buffett er 77 ára gamal eigari og
stjóri í ognarfelagnum Berkshire Hathaway, ið farna árið hevur sæð sína ognir
vaksa úr 52 til 62 milliadir dollarar. Hetta hevur sent Bill Gates niður á eitt 3.
pláss eftir í 13 ár hevur verið skrásettur sum heimsins ríkasti maður. Næstu á
plássinum yvir heimsins mest múgvandi menn kemur Carlos Slim Helu úr
Mexico (Telesamskifti) við eini ogn upp á 60 milliardir dollarar, ið er ein
framgongd uppá 11 milliardir seinasta árið.
www.business-line.fo
- Kendi enski stats-
maðurin Lloyd
George segði einaferð,
at tað er lítið skilagott
at leypa yvir um eina
gjógv í tveimum lop-
um, tá tað kann gerast
í einum. Boðskapurin
er ikki til at misskilja,
segði Tórbjørn
Jacobsen, landsstýris-
maður á Shipping
Føroyar 2008
Shipping 08
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Fyri mongum árum síðani
dagaði ein nýggj kapping
undan í handilsskipavinnu-
ni. Lond at kalla misbrúktu
sítt nationala symbol –flagg-
ið - afturfyri at fáa vinning
burturúr pørtum av heims-
flotanum. Tað var skjótt, at
tosað var um hentleikafløgg,
ringan stand, lág førleika-
krøv - ja, um eina “discount”
loysn og verri enn tað. Til
endans mundi dastið av hes-
um flota vera plimsollarar,
sum bara havsins cowboyar-
ar og ditto klondeikarar á
landi tímdu at fáast við.
Panama og Liberia gjørdust
ímyndin av havsins flótandi
kistum.
Soleiðis málbar Tórbjørn
Jacobsen, landsstýrismaður,
seg, tá ið hann trein á pallin
í Norðurlandahúsinum á
Shipping Føroyar 2008.
Hann vísti á, at avleiðingin
av hesi sníkjandi kapping
gjørdist til endans, at teir
seriøsu aktørarnir í vinnuni,
og londini teir virkaðu úr,
máttu taka eitthvørt stig,
soleiðis at ein heil og beran-
di vinna ikki skuldi flýggja
út av landinum. Hetta er
gjørt í eitt nú Isle of Man,
Noregi og Danmark.
Í prinsippinum er tað
skilaleyst at reka vinnupoli-
tikk við at diffirentiera í
landsins
skattapolitikki.
Tað hugsi eg, at tey flestu
eru samd við mær í. Somu
sannføring hava teir helst
havt í nevndu londum, tá
teir kendu seg noyddar at
boygna fyri at varðveita flo-
ta,
vinnu,
fíggjarsektor,
tryggingarvinnu, shipping-
vinnu og handilin, sum var
avleiðingin av skiparakstri-
num.
Tórbjørn vísti á, at hesir
valdu eina nettohýruloysn
og hava síðani staðið seg
væl og virðiliga í kappingini
á heimshøvunum. Hýrurnar
hjá teimum mynstraðu eru
betri enn nakrantíð, útgerðar-
feløgini hava tað gott og
genereraði
kapitalurin
í
samfelagnum er vaksandi.
Ørvarnir á parametrunum
ota seg upp ímóti skýggjun-
um, sum hann tók til.
- Vit føroyingar gjørdu
sum vit plaga og fingu eina
fyribilsloysn. Tað er ein so
deiliga typisk føroysk hand-
faring av øllum málum. Pseu-
do, vit elska alt sum er pseu-
do, trívast best sum ein “baga-
tel” ella sum ein “parantes”,
eisini politiskt og vinnuliga.
Trívast eftir øllum at døma
best í lívd og le.
Landsstýrismaðurin vísti
á, at politiska skipan okk-
ara, sum í einum og øllum
plagar at hava Danmørk
sær til fyrimyndar, valdi
aðra kós í farmaskipamáli-
num. Orsøkirnar kunnu ve-
ra so mangar.
- Ræðslan fyri hesi alter-
nativu skattaskipan, óttin
fyri at fiskiskipaflotin, sum
flytir okkum allan útflutn-
ingin upp á land, fór at legg-
ja trýst á fyri at fáa somu
ágóðar og so víðari. Úrslitið
gjørdist, at vit valdu ta
svensku skipanina, sum lon-
gu tá var ávegis at gera
enda á stóra svenska flota-
num. Ein afturberingar skip-
an, sum hvørki var heil ella
hálv. Manningarnar fingu
einki burturúr, reiðaríini
fingið nakað, men komu tó
ikki í eina nóg góða kapp-
ingarstøðu mótvegis teim-
um bestu skipanunum, sum
vit kenna. Føroyar fingu at
kalla onki burturúr hesum
- í hvussu er ikki í mun til,
hvat kundi fingist burturúr,
um vit valdu at knæsett ta
skipan, sum stóð best í
altjóða kappingini.
Landsstýrismaðurin vísti
til orðini hjá kenda enska
statsmanninum
Lloyd
George, sum einaferð helt
fyri, at tað er lítið skilagott
at leypa yvir um eina gjógv
í tveimum lopum, tá tað
kann gerast í einum.
- Boðskapurin er ikki til
at misskilja, segði Tórbjørn
Jacobsen, landsstýrismaður
á Shipping Føroyar 2008, tá
ið hann mælti til at gera
allar neyðugu broytingarnar
í FAS-skipanini í einum.
Gjónna í einum lopi
- Vit føroyingar gjørdu sum
vit plaga, tá ið vit fingu
FAS-skipanina, nevniliga
eina fyribilsloysn. Tað er
ein so deiliga typisk føroysk
handfaring av øllum málum,
segði Tórbjørn Jacobsen,
landsstýrismaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
frøðingar,
grannskoðarar,
eftirlit, trygging og annað
virksemi.
- Ein stórur handilsfloti
fer eisini at veksa um okk-
ara útlát av CO2, men hesi
skip lata út somu mongd av
CO2 uttan mun til, hvar tey
eru skrásett. Kyoto er ikki
galdandi fyri handilsskip
og økir tí ikki um okkara
útlát.
Hon vísti á, at framtíðar
reglur um minking av útláti
verða í framtíðini ásettar í
altjóða
samhaldsføstum
konventiónum við tillaging-
artíð, og skulu vit sjálvandi
vera virkin í hesum arbeiði.
Á hægsta stigi
- Vit vilja, at Føroyar skulu
bjóða fram eina tænastu,
sum er fíggjarliga og tøkni-
liga kappingarfør við frems-
tu kappingarneytarnar, og
tá ið ræður um trygd fyri
manning og umhvørvi ann-
ars er á allar hægsta støði.
Landsstýriskvinnan
segði, at hon miðvíst fer at
arbeiða fyri einum góðum
samanspæli við vinnuna til
tess at menna verandi skip-
an til ein virknan, sjónligan
og kappingarføran leikara í
altjóða sjóvinnu.
- Føroya Altjóða Skipa-
skráseting skal flyta seg, so
hon gerst ein verulig altjóða
skipan
fyri
handilsskip
kring allan heim, segði
Bjørt Samuelsen.
FAS skal flyta seg, so hon gerst ein verulig altjóða skipan
fyri handilsskip kring allan heim, segði Bjørt Samuelsen,
landsstýriskvinna á Shipping Føroyar 2008
Mynd: Vilmund Jacobsen