týsdagur 11. mars 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 50 - 11. mars 2008
Boðskapurin hjá
Annfinni V. Han
sen, formanni í
Reiðarafelagnum
fyri Farmaskip,
var greiður á
Shipping Føroyum
2008. Hann mælti
myndugleikunum
til at satsa tær 16
miljónir krónurnar,
sum landskassin
fær í skatti um FAS
skipanina
Shipping 08
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Annfinn V. Hansen segði,
at hansara fyritreytir sum
formaður í Reiðarafelagnum
fyri Farmaskip ikki liggja í
tí, at hann beinleiðis er
shippingmaður, sum hann
tók til, men advokatur.
Eisini umboðar hann onnur
skip, sum koma higar til
lands.
Hann segði, at Reiðara
felagið
fyri
Farmaskip
(RFF) upprunaliga var eitt
arbeiðsgevarafelag, og í
dag umboðar felagið flestu
skip í hesi vinnu.
Tíverri eru skipini ikki
so mong í tali, men tey geva
nógv, bæði beinleiðis og til
okkum, sum ganga uppi á
landi, eitt nú til advokatar,
grannskoðarar, skrivstovu
fólk, tryggingarfeløg og
onnur.
Hvørki fuglur…
Formaðurin helt, at shipp
ingvinnan saktans kann
gerast eitt bein aftrat fyri
samfelagið – ikki bara í
beinleiðis og óbeinleiðis
inntøkum, men eisini í at
menna altjóða førleikar í
øðrum vinnum.
Soleiðis, sum FASskip
anin er í dag, er hon hvørki
fuglur ella fiskur. Tað er
ikki serliga áhugavert at
koma upp í skipanina, og
nú umhugsa fleiri, sum eru
partur av henni, at fara úr
føroysku skrásetingini aftur.
Vit hava tí gjørt av aktivt at
arbeiða fyri at betra skip
anina.
Annfinn V. Hansen vísti á
kanningina, sum er gjørd
um FAS og segði, at frá
greiðingin partvís tekur
saman um tað álit, sum varð
gjørt í januar ár 2006.
FASskipanin gevur í
dag 16 miljónir krónur bein
leiðis til landskassan, og
kanningin vísir eisini, at
FAS rindar umleið 150
miljónir krónur í beinleiðis
lønum og tænastum. Ein
varislig meting sigur, at
ávirkanin á bruttutjóðarúr
tøkuna (BTÚ) er einar 225
miljónir krónur, og tað er
soleiðis eini 2% av BTÚ.
Hann segði, at talan í hes
um føri er um valutainntøkur,
útflutning og tænastur, sum
ikki taka burtur úr okkara
rávørum, men kunnu síggj
ast sum ein beinleiðis inn
spræning av virðum til sam
felagið.
Tey, sum eru í vinnuni,
eru eisini í teimum hægri
lønarflokkunum, so virðis
økingin roknað yvir arbeiðs
tíma fyri arbeiðstíma er so
nógv størri enn í nógvum
av
teimum
traditionellu
vinnunum.
Ikki kappingarfør
Formaðurin segði, at tann
útmelding, sum felagið fær
frá sínum limum, er, at
FASskipanin er ov dýr og
tí ikki kappingarfør. Tí kann
væntast, at vit fara at síggja
eina útflagging, fyrst og
fremst millum tey skip,
sum einki beinleiðis eigara
tilknýti hava í Føroyum.
Væntast kann heldur
ikki, at teir, sum gera íløgur
í shippingvinnu, fara at
velja at sigla undir føroysk
um flaggi undir verandi
skipan.
Soleiðis, sum FAS virkar
í dag, verður eitt reiðarí, ið
satsar upp á føroyska mann
ing, beinleiðis diskriminerað
í mun til útlendsk skrá
settu.
Annfinn segði, at skal
manningin verða føroyskt,
skal skipið ikki verða skrá
sett í FAS. Einasti fyrimunur
við FASskráseting, er, at
hetta er lætt fyri tey, sum
virka her, tí skipanin er
kend. Verður satsað upp á
útlendingar, er skipanin
eisini dýrari enn DIS og
NIS, og soleiðis er eingin
grundgeving fyri at velja
FAS.
Fólk, sum sigla í shipp
ingvinnu, hava lætt við at
flyta, tí hesi arbeiða globalt,
sum hann tók til. Høvdu
rammurnar hinvegin verið
nóg góðar, høvdu fólk
skjótt funnið út av hesum.
Tað er skjótt at missa álitið
á eina skipan sum FAS,
men enn er tað ikki mist.
Hevur skund
Hann vísti á, at einasta
grundgeving fyri at velja
FAS hevur verið, um skipini
partvís sigla innanoyggja í
Danmark ella Noregi, men
kostnaðurin er tó rættiliga
stórur fyri henda fyrimun.
Fyri eigarar úti í heimi
er eingin grundgeving fyri
at velja FAS, legði hann
dent á.
Formaðurin í Reiðarafe
lagnum fyri Farmaskip setti
eisini spurningin, hvat skal
til fyri at nytta skal fáast
burtur úr okkara føroysku
altjóða skipaskráseting.
Uppgávan hjá tí almenna
er í hesum føri at skapa
karmarnar, og eyðvitað er,
at tað hevur stóran skund at
broyta skipanina. Skipanin
má broytast beinanvegin.
Satsið 16 miljónir
og skapið nýggjar
vinnumøguleikar
Heimsins størsta KT-stevna er vorðin grøn
5.845 framsýnarar sýna fram á heimsins størstu KTstevnu í Hannover í Týsklandi. 33 fótbóltsvøllir. So stór er
heimsins stórsta KTstevna í Hannover. Hvørt ár valfarta umleið 400.000 fólk til stevnuna fyri at kanna hvønn
veg KTvinnan fer at flyta seg tey komandi árini. Og tú hevur ikki gingið leingi á stevnuni, fyrr enn tú ásannar,
at umhvørvið, grønur rakstur innan KT, fer at seta sín dám í framtíðini. Og tað eru tað allar góðar orsøkir fyri.
KT vinnan hevur sambært kanningastovninum Gartner ábyrgdina av 2 prosentum av heimsins CO2 útláti. T.d.
er CO2 útlátið hjá øllum luttakarum á hesi KTstevnuni, við teldum eins stórt sum hjá 17.000 bilum – um árið.
Hóast nógv verður tosað um grøna KT, so væntar felagsskapurin Climate Savers Initiative, at 90% av øllum
teldum, ið verða seldar í ár, ikki hava nakað slag av orkusparing.
www.business-line.fo
- Gera vit einki fyri at skapa nýggjar vinnuvegir og fáa tann sera einstáttaða føroyska búskapin
víðkaðan, kunnu vit rokna við, at eisini tær 16 miljónir krónurnar, sum landskassin fær í
beinleiðis skatti frá FAS, verða mistar, segði Annfinn V. Hansen á Shipping Føroyar 2008
Mynd: Vilmund Jacobsen