týsdagur 11. mars 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
vinnan
Nr. 50 - 11. mars 2008
Hann vísti á, at tað tekur
langa tíð at byggja upp álit,
men onga tíð at missa tað.
- Um tað frættist, at skip
hava verið uppi í FAS, men
er farin út aftur, tí skipanin
ikki er nóg góð, er tað næst-
an ómøguligt at fáa aðrar
upp í aftur. Hinvegin vísir
tað seg, at er ein skipan
fyrst byrja at veksa, er hon
næstan “sjálvforsterkandi”,
sum hann tók til, tí nógvir
velja út frá, hvat onnur
gera.
Neutral skipan
Annfinn segði, at fyritreytin
fyri, at vit yvirhøvur skulu
hava FAS, er, at skipanin er
kappingarfør á beinleiðis
rakstrarútreiðslum.
- Tað merkir, at skipanin
skal verða neutral á bein-
leiðis skattingini av lønum,
soleiðis at skatting av hýr-
um hevur fulla afturbering.
Í øðrum lagi skal skipanin
verða
“fortútsigilig”
og
kappingarfør í samband við
gjøld til tað almenna, eitt
nú við skatting av rakstri-
num.
Hann segði, at tað eisini
hevur stóran týdning, at
politiskur og vinnuligur
stabilitetur er í landinum,
eins og vinnan skal kunna
rokna við, at møguligir
trupulleikar, sum kunnu
stinga seg upp, verða loystir
skjótt politiskt.
Formaðurin í Reiðarafe-
lagnum
fyri
Farmaskip
segði, at neyðugt verður at
taka nationalkrøv burtur, tí
sum er kunnu bert danskir
ríkisborgarar mynstra sum
skiparar.
- Vinnan er global, og
slík krøv geva tískil onga
meining, legði hann aftrat.
Sambært Anfinni verður
eisini neyðugt at arbeiða
aktivt fyri, at føroysk skip
ella feløg ikki verða dis-
krimineraði. Tískil verður
neyðugt at fáa í lag altjóða
sáttmálar, fyrst og fremst
við ES og EBS um frælsini
og á skattaøkinum.
- Okkara FAS-skipan skal
verða eitt alternativ til DIS
og NIS, og vit eiga at markn-
aðarføra okkara skipan sum
eina skandinaviska kvalitets-
skráseting, segði hann.
Hvat skal gerast?
Hann reisti eisini spurning-
in, hvat kann selja Føroyar
innan shipping-vinnu.
- Grundleggjandi skatta-
viðurskiftini skulu vera í
lagi, skrásetingarskipanin
skal byggja á sama lógar-
grundarlag sum í hinum
skandinavisku
londunum
og geva tryggleika fyri veð-
seting og øðrum.
Aftrat hesum, men ikki
minst, nevndi Annfinn, at
Føroyar eru ein sjóvinnutjóð
við forstáilsi fyri vinnuni
og kvalifiseraðum sjofólki,
og vit hava longu nógv av
tí, sum skal til fyri at veita
neyðugu tænasturnar. Eisini
er kostnaðarstøðið hjá okk-
um lægri enn eitt nú í
Noregi – fyri somu tæn-
astur.
Annfinn samanbar eisini
Føroyar og Malta, har Malta
hevur fleiri enn 1.200 skip í
sínari altjóða skipaskrá,
meðan vit hava út við 40.
Í fleiri førum eru fyrimun-
irnir hjá Malta eisini størri,
eitt nú við skatti, ongum
nationalitetskrøvum, ong-
um handilsforðingum og
høgum tænastustøði. Í aðrar
mátar eru viðurskiftini eins
Global vinna
Annfinn V. Hansen legði
dent á, at talan er ikki um at
geva shipping-vinnuni nak-
að.
- Henda vinna er global,
og kunnu Føroyar ikki brúk-
ast, fer hon bara í annað
land av virka. Samfelagið
og tær tænastuveitingar,
sum vinnan ynskir, verða
taparar.
Hann helt, at um myndug-
leikarnir ikki vilja gera nak-
að, er bara at gevast á hend-
ur, og so verður einki
meira.
- Tað, sum vit hugsa um,
er ikki at uppbyggja eitt AP
Møller ella Torm í Føroyum.
Ein nógv minni vinna gevur
eisini eitt munandi íkast.
Annfinn nevndi eisini
nakrar málbólkar, sum vit
kunnu leggja okkum eftir.
- At hava føroyskar íleggj-
arar gevur størsta avkastið.
Er skipanin her hjá okkum,
er lættari at byrja. Yvirmenn
vilja upp á land, tá ið tíðin
gongur, og hesir kunnu ar-
beiða ymsastaðni. Hetta vil
eisini minka um fráflyting
av kvalifiseraðari arbeiðs-
megi úr Føroyum.
Hann segði, at skandinav-
iski marknaðurin eisini er
ein málbólkur. Her kunnu
vit “lokka” við kappingar-
førum skatti og dugnaligum
sjófólki.
- Ein vælvirkandi og drag-
andi FAS-skipan gevur eitt
gott fíggjarligt íkast til Før-
oyar, mennir førleikar og
vitan, tryggjar at vit eru á
hægsta altjóða stigi, altjóða-
ger vinnu og almenna geir-
an, gevur okkum størri
altjóða
ávirkan,
skapar
virksemi fyri umboðsfólk,
sakførarar og grannskoðarar,
fær útlendska vitan og
kapital til Føroya.
Annfinn segði, at ein før-
oysk shipping-vinna kann
verða við til at skapa útbúgv-
ingar á hægsta stigi og
verða viðvirkandi til vitanar-
búskap, eins og vinnan
skapar eitt maritimt útbúgv-
ingarumhvørvi.
16 miljónir krónur
Formaðurin í Reiðarafelag-
num fyri Farmaskip skar út
í papp og segði, at talan er í
prinsippinum um at “satsa”
tær 16 miljónir krónurnar,
sum landskassin fær í skatti
um FAS-skipanina.
- Gera vit einki fyri at
skapa nýggjar vinnuvegir
og fáa tann sera einstáttaða
føroyska búskapin víðkað-
an, kunnu vit rokna við, at
eisini hesin peningur verður
mistur. Vit vóna, at talan
ikki bert verður um tos,
men av politikarar hesaferð
meina tað í álvara, segði
Anfinn V. Hansen á Shipp-
ing Føroyar 2008.
Happing verri enn kynsligur ágangur
Nýggj granskingarúrslit benda á, at happing er ein størri trupulleiki á arbeiðsplássum enn kynsligur ágangur.
Kanadiskiar granskarar hava kannað úrslitini av ymsum verkætlanunum seinastu 21 árini, og teir staðfesta, at
happingin ofta hevur drúgvari avleiðingar. - Kynsligur ágangur verður í minni mun góðtikið, og tí er hetta eitt
øki, har nógvir samfelagsbólkar ofta royna at hjálpa. Hinvegin er happing ikki beinleiðis ólógliigt, og tí er
sjáldan nøkur hjálp at fáa hjá teimum, sum verða rakt av hesum, sigur Sandy Hershcovics frá University of
Manitoba. Og happing er veruliga eitt fyribrigdi, sum er sera væl kent. Epn.dk skrivar, at sambært donskum
kanningum hevur 12. hvør arbeiðstakari upplivað happing á arbeiðsplássinum seinastu 12 mánaðirnar. Í flestu
førunum er talan um happing frá starvsfeløgum, men happing frá leiðsluni er heldur ikki ókent. Um tvey
prosent av donsku arbeiðstakarunum verða happað fleiri ferðir um vikuna, verur sagt. Kanadisku kanningarnar
vísa, at ofta gevast fólk á arbeiðsplássinum orsakað av happing. Bæði tí starvsfólkini tá eru minni nøgd um
arbeiðsplássið, men eisini tí tey upplivdu meira stress og angist.
- Um tað frættist, at skip hava verið uppi í
FAS, men er farin út aftur, tí skipanin ikki
er nóg góð, er tað næstan ómøguligt at fáa
aðrar upp í aftur. Hinvegin vísir tað seg, at er
ein skipan fyrst byrja at veksa, er hon næstan
“sjálvforsterkandi”, segði Annfinn V. Hansen