týsdagur 11. mars 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 50 - 11. mars 2008
Beinta
Andreasen,
18 ár:
Í Skúlaheiminum hava
tey góðan mat, og
hann er ikki so dýrur.
Ein kann eta so nógv
ein vil.
Eg eti skúlamatin,
ella eti eg í SMS.
Ja, tað hevði verið
betri og einfaldari.
Í skúlanum er tað
kaldur matur, og
mikromatur, sum er
vánaligur. Tað smurda
breyðið er rættuliga
gott. Maturin á Skúla
heiminum er góður.
Eg haldi, at skúla
maturin onkuntíð er
ósunnur, men
salaturin er góður.
Jan Scwartz Jacobsen, 17 ár:
Tað velst um hvussu nógvan pening eg havi.
Eg eti á ymiskum støðum. Mær dámar stórt sæð
alt.
Jú tað hevði verið gott, men hvussu skuldi tað
ávirka skúlan?
Eg haldi, at maturin her er góður.
Eg haldi, at skúlamaturin er sunnur. Her er bæði
kjøt og salat.
Heldur skúlamat enn fastfood
Í Finnlandi er tað lógarfest, at
skúlamaturin skal verða ókeypis,
og at allir næmingar skulu fáa
eina heita máltíð um dagin.
Soleiðis er ikki í Føroyum. Tvær
finsksvenskar gentur, sum hava
verið í praktikk á Sosialinum
í tvær vikur, hava vitjað á
Handilsskúlanum í Marknagili og
spurt nakrar næmingar um mat og
matgóðsku
Matur
Caroline Eriksson og Marika Hill, praktikantar
post@sosialurin.fo
Høvdu skúlanæmingarnir etið meir skúlamat í Føroyum,
um tað gjørdist væl bíligari, ella um tað var heilt ókeypis?
Vit fóru ein túr niðan á Handilsskúlan á Marknagilsvegnum
í Tórshavn, fyri at spyrja, hvat tey hildu um skúlamatin á
skúlanum. Vit settu hesum fimm næmingunum fimm
spurningar:
• Hvat dámar tær skúlamatin?
• Etur tú skúlamatin, ella tekur tú mat við sjálv/ur?
• Átti skúlamaturin at verið ókeypis?
• Hvat átti at verið øðrvísi við matinum? Hví etur tú ikki
matin?
• Er skúlamaturin sunnur/ósunnur?
Katrina
Leifsdóttir
Johansen,
17 ár:
Í Skúlaheiminum
er rættuliga góður
og fjølbroyttur
matur, men um
tað hendir seg, at
hann ikki er
góður, so farið eg
ein túr í SMS.
Mær dámar ikki
tað smurdi
breyðið.
Eg eti mest í
SMS, eg havi
vanliga ikki mat
við sjálv.
Ja! Men um
maturin var
ókeypis, so burdi
hann verið
sunnari.
Eg veit ikki.
Mær dámar væl
matin í SMS, og
maturin í Skúla
heiminum er ikki
altíð góður.
Bæði og. Um
maturin er ósunn
ur, so kann ein
altíð eta salat.
Heri Müller,
17 ár:
Maturin í Skúlaheiminum
er góður, men tað smurda
breyðið er vánaligt.
Eg eti ofta úti í býnum,
t.d. í SMS.
Maturin kundi verið bílig
ari.
Eg eti ikki skúlamatin
her, tí hann er kaldur. Eg
vil hava heitan mat. Eg vil
ikki hava smurt breyð.
Nei, hann er ósunnur!
Símun Rógvi
Hansen,
20 ár:
Eg eti sum oftast í SMS.
Viðhvørt kann maturin
verða góður í Skúlaheimi
num.
Nei, eg takið ikki mat
við sjálvur.
Ja, tí maturin her er rættu
liga dýrur.
Meiri fjølbroyttan mat,
og eitt størri úrval í matar
skránni.
Tá talan er um eplir og
salat er tað sunnur matur,
men samlað kundi tað
verið sunnari.