týsdagur 11. mars 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 11. mars 2008
29
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
11. apríl verður
gallaveitslan í
hondbólti. Hesa
ferð er talan um
tí tíggjundu av
slagnum, og tað
vilja fyrireikararnir
markera
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var H71, sum á sinni
tók stig til at skipa fyri
einum gallakvøldið fyri
hondbóltin. At byrja við
skiftust ymsu feløgini um
at skipa fyri veitsluni, men
seinastu fýra árini hevur tað
verið
hondbóltsdómara
felagið, sum hevur staðið
fyri kvøldinum.
Og illa ber til at siga
annað, enn at undirtøkan
hevur verið góð. Somikið
góð, at avgerð í fjør varð
tikin um at flyta tiltakið
niðan í Ítróttarhøllina á
Hálsi í Havn, tí karmarnir í
HBhúsinum, har veitslan
varð hildin trý ár á rað, vóru
ov lítlir.
Allir vinnarar
sleppa við
Nú talan er um 10. Veitsl
una, ætla fyrireikararnir at
gera eyka nógv burturúr,
verður sagt í innbjóðingini,
sum er send runt til feløgini.
Og eitt nú hava teir eisini
boðið øllum vinnarunum
av ymsu heiðurslønunum
við í veitsluna.
Umframt at reypa og
trætast
um
júst
lidna
hondbóltsárið er hetta eisini
kvøldið, har bestu spælar
arnir á árinum verða kosnir.
Atkvøðuseðlarnir til hetta
eru sendir út til feløgini.
Soleiðis verða tað spælarar
og venjarar, ið gera av, hvør
vinnur ymsu heiðurslønir
nar. Ikki minst heitið sum
ársins
hondbóltsspælari.
Tað heiti vunnu Finnur
Hansson
og
Ninna
K.
Johansen í fjør.
Sum vant, so verður talan
eisini um dans eftir tiltakið,
og er tað nærum fastur
siður, at tað er Spaðar 5,
sum stendur fyri hesum.
Borð og undirhaldinum
standa Jákup Veyhe og Kim
Hansen fyri.
Gallaveitslan fyllir runt
Lagið var av tí besta, tá gallaveitslan í fjør flutti niðan í Ítróttarhøllina á Hálsi
Hendan vikan er
ein av teimum, tá
komandi A-venjar-
arnir hava fleiri
undirvísingardagar.
Eisini leygardagin, tá
Morten Olsen kemur
at vitja
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
10 av føroysku fótbóltsvenj
arunum nema sær í løtuni
Avenjaraútbúgvingina.
Áður hava venjararnir
verið saman eitt vikuskifti,
men hendan vikan er mest
sum
øll
sett
av
til
útbúgvingina.
Evni fyri undirvísingina
hesa vikuna er kropslig
venjing, og er tað Magni
Mohr,
ið
stendur
fyri
undirvísingini.
Á heimasíðuni hjá FSF
sigur
Virgar
Hvidbro,
útbúgvingarsamskipari hjá
FSF, at størri dentur verður
lagdur á kropsliga venjing á
hesum skeiðinum, og tí
hava fleiri av teimum, sum
frammanundan hava tikið
Avenjaraprógv eisini tikið
av tilboðnum frá FSF um at
vera við til undirvísingina
hjá Magna Mohr hesa
vikuna.
Fríggjadagin skulu venj
ararnir lata fyrstu skrivligu
royndina undir hesi út
búgvingini, og leygardagin
verður aftur venjing og
undirvísing í Gundadali.
Tað eru tveir kendir
venjarar frá Dansk Boldspil
Union, sum koma til Føroya
at standa fyri undirvísingini
leygardagin,
nevniliga
danski Alandsliðsvenjarin
Morten Olsen og fyrrver
andi superligavenjarin Peter
Rudbæk, sum fyrr hevur
hildið skeið í Føroyum.
Peter Rudbæk fer at
greiða føroysku venjarunum
nærri frá sokallaðu pro
venjaraútbúgvingini, sum
er ein yvirbygningur til A
venjaraprógvið,
meðan
danski landsliðsvenjarin fer
at greiða nærri frá um
spælistíl.
Venjararnir venja
Venjarar, sum løtuni taka
A-venjaraútbúgvingina
Hegga Samuelsen, 07Vestur
Allan Dybczak, B36
Alexander Djordjevic, KÍ
Ábraham Løkin, U19
Meinhardt Dalbúð, NSÍ
John Petersen, Skála
Sigfríður Clementsen, EB/Streymur
Anton Skoradal, Víkingur
Áki Johansen, HB
Rúni Nolsøe, HB
FAKTA
Við hvørt er eisini neyðugt hjá
venjarunum at lurta
Mynd: www.football.fo