Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 50 - 11. mars 2008 ] Tjaldur hevur hond­ bóltsskúla Aftur í ár skipar Hond­ bóltsfelagið Tjaldur fyri undirhaldandi hond­ bóltsskúla í Ítróttar­ høllini í Runavík. Skúlin verður í døg­ unum 17. til 19. mars – hvønn dag frá 10 til 16. Í tíðindaskrivi siga fyrireikararnir, at ætl­ andi skal talan verða um ein skúla fyri øll børn í aldrinum 7 til 15 ár. Bæði fyri tey, sum eru von við at spæla hondbólt, og fyri tey, sum als ikki hava roynt spælið fyrr. ­­­ Formans­ skifti hjá Bragdinum Mánakvøldið 10.mars hevði Bragdið, sum er felag fyri frælsan ítrótt, eykaaðalfund, har millum annað formans­ val varð á skránni. Formaðurin seinastu seks árini Robert Vil­ helmsen valdi ikki at stilla upp aftur. Nýggjur formaður er valdur,og er hesin Fríðrikur Blá­ hamar, sum eisini er nýggjur í nevndini. Í nevndini eru nú Fríðr­ ikur Bláhamar, formaður – Anna Maria Seloy næstformaður – Niels Jákup Jakobsen kassa­ meistari – Ann E. Østerø limarøkt og Óla Hans A. Olsen nevndarlimur. Royal League umaftur Royal League, sum rúmar teimum bestu norðurlendsku fótbóltsfeløgunum, varð undan hesum kappingarár­ inum tikin av skránni, eftir at tað hevði gingið striltið við at fáa tað fíggjarliga at hanga saman. Nú er tó aftur vón fyri nýggjari Royal League til komandi kappingar­ ár. Nevndin í kappingini var í dag á fundi, og tey løgdu væl at. Undirtøka var frá bæði Danmark, Svøríki og Noregi um at fáa kappingina aftur á beinini, og nevndin fer nú at stríðast fyri at fáa eina sjónvarpsavtalu uppá pláss. Kappingin rúmar fýra teimum fremstu feløgunum úr Danmark, Svøríki og Noregi. Kappingin hevur verið hildin tríggjar ferðir, Brøndby vann hana í fjør, meðan FCK vann hana hini bæði árini. Barnsley og Cardiff víðari Fyri fyrstu ferð síðani 1995 koma Arsenal, Chelsea, Liverpool ella Manchester United ikki at vinna FA Cup. Og fyri fyrstu ferð síðani 1991 verður eingin av hesum fýra liðunum í finaluni. Í 1991 vann Tottenham 2­1 á Nottingham Forrest í finaluni. Hálvfinalurnar í ár verða báðar leiktar á nýggja Wembley leikvøllinum, tær verða leiktar 5. óg 6. apríl. Cardiff leikar ímóti risadreparunum úr Barnsley, meðan hin finalan er millum West Bromwich og Portsmouth. Portsmouth vann fyri fyrstu ferð í 51 ár á Old Trafford í Manchester, og sigast má, at teir valdu rætta dagin. Tí Pompey mugu sigast at verða favorittar til at vinna kappingina. Men hini 3 liðini hava einki at óttast fyri, og ein finala millum tvey lið úr næstbestu deildini er ikki ein óhugsandi møguleiki. Seinast Cardiff vann FA Cup var í 1927. Seinast Portsmouth vann FA Cup var í 1939. Bólturin er rundur, men rundast í FA Cup kann av sonnum sigast! Áttanda Grand Prix kappingin í talvi varð avgreidd í vikuskiftinum í Vestmanna. Olaf Berg vann sera sannførandi og legði seg harvið á odda í samlaðu kappingini Talv Ólavur Simonsen olavur@sosialurin.fo Eins og HT­Open, varð VT­ Open telvað frá hósdegi til sunnudag. Fimm umfør vórðu telvað, har umhugs­ ingartíðin var 90 minuttir til hvønn, og hvør telvarin fekk 30 sekund løgd aftur at hvørjum leiki. Olaf endurtók HT­Open Olaf Berg vann seinastu Grand Prix kapping við at vinna fýra tey fyrstu talvini og við einum javnleiki í seinasta umfari, tryggjaði hann sær fyrsta plássið. Hetta gjørdi hann eisini í vikuskiftinum, og harvið endaði hann eitt hálvt stig framman fyri Finnbjørn Vang, Carl. E. N. Samuelsen og Torkil Nielsen, sum allir fingu fýra stig. Nýggjur oddafiskur Av tí at oddafiskurin í samlaðu kappingin var í Klaksvík og tók sær av løttum, fekk Olaf møguleik­ an at toga seg upp á ovastu rók. Hendan møguleikan nýtti hann til fulnar, har hann fekk sjey Grand Prix stig í sjáttuna. Hetta hevur givið Olafi eina so sterka støðu í oddinum, at eitt triðja pláss í finaluni er nóg mikið hjá honum at vinna samlaðu kappingina. Spenningur og tó Enn er eitt sindur av spenn­ ingi í kappingini, tí kvik­ kappingar eru ofta væl mannaðar. Olaf kann, sum áður nevnt, tryggja sær sig­ urin við einum triðja plássi, men snávar hann, er møguleiki hjá Ólavi og Torkili at taka hann aftur. Størri spenningur er óivað um annað og triðja plássið, har Finnbjørn Vang eisini kann gera seg galdandi. Bert finalan eftir Bert ein kapping er eftir í Grand Prix kappingini, sum er finalan, og verður hon telvað um góðar tveir mán­ aðir. Finalan verður skipað sum ein kvikkapping og verður telvað 3. mai í Tórs­ havn. Telvað verða sjey talv, har hvør telvarin fær 15 minuttir. FM fyri einstaklingar Komandi vikuskifti byrjar kappingin um føroyameist­ araheitið fyri einstaklingar. Freistin at tekna seg er 11. mars, so enn er ikki heilt víst, hvør fer at luttaka. John Rødgaard vann lands­ liðsbólkin í fjør við einum hørðum umdysti móti Mart­ ini Poulsen. Um John fer at verja FM heitið í ár, er ikki vist enn, men sigast kann, at hetta verður ikki nøkur løtt uppgáva, tí Helgi D. Ziska, Martin Poulsen, Carl E. N. Samuelsen og Olaf Berg hava longu boðað frá luttøku. Helgi er favorittur, men hevur enn ongantíð vunnið FM heitið, so spenn­ andi verður at síggja, hvussu leikur fer fram kom­ andi vikuna. Berg uppá tindin Grand-Prix 07/08 1 2 3 4 5 6 7 8 Stig HT Kjølbro KTF ST KT Rókur HT VT íalt Olaf Berg 0,0 0,0 0,0 7,0 2,0 5,3 7,0 7,0 28,3 Ólavur Simonsen 6,0 5,3 7,0 2,5 0,0 0,0 4,5 0,0 25,3 Torkil Nielsen 0,0 0,0 4,5 4,5 5,0 5,3 0,8 4,0 24,1 Finnbjørn Vang 6,0 5,3 0,3 2,5 2,0 0,0 0,0 4,0 20,1 Carl Eli N. Samuelsen 3,0 0,0 0,0 0,0 7,0 0,0 0,0 4,0 14,0 Herluf Hansen 1,0 5,3 0,0 0,5 0,0 1,0 4,5 0,0 12,3 Rógvi Dragaberg 0,0 0,5 2,5 0,0 2,0 5,3 0,0 0,0 10,3 Rógvi E. Nielsen 0,0 0,0 2,5 0,0 0,0 1,0 0,8 2,0 6,3 Martin Poulsen 0,0 0,0 4,5 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 4,5 Jógvan Joensen 0,0 0,0 0,0 4,5 0,0 0,0 0,0 0,0 4,5 Jón Andreasen 4,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 4,0 Bogi Hansen 0,0 2,5 0,3 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 2,8 Vagn Heldarskarð 0,0 2,5 0,3 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 2,8 Andreas Andreasen 0,0 0,0 0,0 0,0 2,0 0,0 0,0 0,0 2,0 Jens Christian Hansen 0,0 0,0 0,0 0,0 2,0 0,0 0,0 0,0 2,0 Terji Petersen 0,0 2,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 2,0 Jónfinn Thomsen 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 1,0 0,8 0,3 2,0 Hjalti T. Jógvansson 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 1,0 0,8 0,0 1,8 Høgni E. Nielsen 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 1,0 0,8 0,0 1,8 Hans K. Simonsen 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 1,0 0,0 0,0 1,0 Ingolf Debes 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,8 0,0 0,8 Heiðrikkur T. Jacobsen 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,8 0,0 0,8 Bergur Johannesen 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,8 0,0 0,8 Jaspur T. Gaard 0,0 0,0 0,5 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,5 Jón Gregersen 0,0 0,0 0,0 0,0 0,5 0,0 0,0 0,0 0,5 Jón Mikkelsen 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,3 0,3 Gutti Petersen 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,3 0,3 Vagnur Dam 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,0 0,3 0,3 Eitt stórt smíl frá nýggja oddafiskinum í stóru Grand Prix kappingini í talvi