fríggjadagur 25. februar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 39 - 25. februar 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 39 - 25. februar 2000
ÓLAVUR Í BEITI
Í viðmerkingunum til upp-
skot
Sambandsfloksins,
sum Marjus Dam hevur lagt
fram, verður m.a. sagt, at
undir seinastu samgongu
vórðu nakrir skattalættar
framdir. Á hesum øki er at
kalla eiðasørt hjá hesi sam-
gongu, hóast valskeiðið er
um at vera hálvrunnið.
Sambandsflokkurin heldur,
at tíðin nú er komin til, at
Løgtingið í verki sýnir vilja
at fremja tiltøk, ið muna hjá
øllum húskjum her á landi.
Burt við lógini um ser-
ligt avgjald á brenniolju
Sambandsflokkurin heldur, at tíðin nú er komin til, at Løgtingið í verki sýnir
vilja at fremja tiltøk, ið muna hjá øllum húskjum her á landi. Nevniliga at
taka av lógina um serligt avgjald á brenniolju. Marjus Dam hevur lagt upp-
skot fram viðvíkjandi hesum
Nevniliga at taka av lógina
um serligt avgjald á brenn-
iolju.
Og Marjus Dam vísur á,
at sambært løgtingsfíggjar-
lógini ár 2000 gjalda húski
og vinna 81 mió. kr. árliga.
Ein partur av vinnuni og
skipum fær síðan sambært
lógini endurrindað 11 mió.
kr. Nettoútreiðslan hjá borg-
aranum av hesi lóg er sostatt
70 mió. kr. árliga.
Tyngjandi avgjald
– Við at taka av hesa lóg
sleppur einstaki borgarin
undan
einum
rættiliga
tyngjandi eykaavgjaldi á
brenniolju. Serliga fer tað
at lætta um hjá barnafam-
iljum og har, nógv fólk eru
í húsi. Somuleiðis fer tað at
lætta um bæði hjá virkjum
og almennum stovnum at
sleppa undan at umsita hesa
lóg.
– Landskassin kemur at
missa hesa inntøku, men
væntandi fara inntøkurnar
at vaksa nakað á øðrum økj-
um, orsakað av betri trivn-
aði. Brennioljan er nú so
kostnaðarmikil, at ikki er
rætt, at Landskassin skal
forvinna stórar upphæddir í
eyka brennioljuavgjaldi, í-
meðan húski kring landi
neyvan hava ráð at gjalda
fyri at hava fløvan heima.
– Kostnaðurin av hesum
uppskoti skal síggjat í ljós-
inum av einum skattalætta,
sum er í samsvari við sam-
gonguskjalið
og
eisini
landskassans risaavlop, sum
ætlanin er at nýta til at
fíggja komandi nýveldi við,
sigur Marjus Dam m.a. í
viðmerkingunum.
Framsýningin Monologar hjá
Edward Fuglø í Listaskálanum
Monologar
- leikur - kossur - ok-
skjól - fall - sjóð - elli -
sansa - lop - brot -trans-
formatión - roynd - huld -
slit - da capo - leikur -
leikur - fall - sjóð - skjól -
huld - roynd - sansa - lop -
brot - leikur - sjóð - fall -
huld - kossur - sansa - slit
- elli- ok - OK - brot -
roynd - transformatión -
lop - fall - da capoSS..
Meðan tú gongur oman
trappurnar til stóra salin í
Listaskálanum, verður tú
spakuliga leiddur yvir í
ein annan heim, at røddu-
num, ið teska, siga, dekla-
rera, lesa, spæla, smakka
uppá heitini av myndu-
num, so vart tú blindur, so
hevði tú kortini sloppið
eitt stig inn við í hina
verðinaS..
Vanliga tekur leiklistin
myndlistafólkini inn í síni
verk, her er tað mótsett:
Myndin er vorðin sjón-
leikur. Ein røð av mono-
logum, einrøðuleikum.
Næstan í hvørjari mynd
síggjast skráu brettini, og
ofta eitt reytt velour-tjald,
og um ikki, so heldur tú
teg hóma tað í myrkrinum
aftanfyri.
Pallurin sjálvur er sjáld-
an nógv skrýddur, onkun-
tíð er rúgva av litaðum
smásteinum, ein bøkkur av
sterktgrønum grasi og
trøllakampum, eitt bak-
tjald við gráskýggjutum
himmali, ein grótrúgva,
ein flatur hylurSSS. Ikki
tann stóra pompøsa sceno-
grafiin, tí tað er leikarin,
sum er í hásæti.
Leikarin er nakin, onk-
untíð kvinna, onkuntíð
maður, men mest hvørki
ella bæði og. Ungur, uttan
tað einu ferðina ein gomul
kvinna. Leikarin blundar,
droymandi ella í djúpari
konsentratión um evni,
sum verður umrøtt í hvørj-
um einstakum monologi.
Leikarin spælir ta aldar-
gomlu søguna um Ledu og
Zeus í svanahami. Hon
hevur sjálvan Zeus í bandi
og kínur honum blundandi
um nevið við einum fingri,
meðan hon smílandi liggur
við høvdinum á einum
teaturreyðum velourkodda
og kroppinum á eini mala-
grótsrúgvu. Leikarin kyss-
ir ein dreymafisk í einum
dreymi við hvítum pierro-
tandliti og bláum hári,
knappliga setandi seg upp
í svøvni. Hann ber eitt
tungt ok, ið verður sveim-
andi lætt, tí tað er sett av tí
lættasta í verðini: firvald-
um! Leikarin fjalir seg í
eini tungari kirkjuklokku,
ella dettur nakin á hvassari
hellu uttan at varnast tað,
haldandi í bláari krystal-
kúlu, uttan tó at lesa fram-
tíðina við blundandi eyg-
um. Starir enn blundandi
av pallinum út á tað opna
havið, hugsar kanska um
at sita bundin av elli við
summardáakransi um gráa
hárið.
Leikarin sansar grøs og
trøllakampar undir iljum
og lógvum, loypir í ein 2-
dimensionellan hyl, so at
vatnið spruttar upp í krún-
skapið.
Kemur úr egginum, fyri
síðani slanguskapað at
krúpa fram handan tjaldið
og blundandi spýta lív í
ein eiturgrønan trølla-
kamp.
Hann HYGGUR! Ein
roynd at hyggja, eyguni
fylgja tær í øllum salinum,
og tú, hyggjarin, kennir
teg teptan.
Og so søkkur leikarin
aftur niður í tann 2-dimen-
sionella sandin, við bindi
fyri eyguni og saman-
tvunnum hondum yvir
høvd. Kemur við hørðum
sliti úr eini hvassari
goggu, fyri til endans at
sveima í leysari luft yvir
pallinum, bláa hárið vavt
um ein stav, úr hvørjum
drippa trøllakampar, og á
skugganum liggur ein
blóðreyð dreymsóljaSSSS
da capo - da capo - slit -
huld- roynd - transforma-
tión - brot - lop - sansa -
elli - sjóð - fall - ok -
kossur - leikur - leik - a-
kossur - sjóð - ar - fall -
sansa - leikur - fall - skjól
- sansa - lop - elli - s - ok
- huld - roynd - at - trans-
formera - fall - elli- s- -slit
- huld- u - kossur - sjóð -
lop - sansa - kossur - leik-
urSSSSSSSS.
Framsýningin Monologar
hjá Edward Fuglø tekur
teg inn í ein annan heim,
hinumegin spegilin
kanska? Letur tú teg fara
inn í hann, ert tú eina
uppliving ríkari, um ikki,
so stendur tú uttanfyri og
leingist kanska eftir at tora
at lata hurðina upp. Mynd-
irnar eru hurðar til hug-
flogið. og enn eru so fáir
dagar eftir áðrenn hurð-
arnar klamsaSS.
Myndirnar til mynda-
bókina "Veingjaða myrkr-
ið" eftir William Heinesen
eru eisini við á framsýn-
ingini, og tað er tað vert,
at fara niðan at hyggja at
upprunamyndunum, tí
líkamikið hvussu góðar
endurgevingar eru, so er
eitt prent ongantíð ein
hondteknað mynd.
Monologarnir eru opnir
til 27. februar.
Skipara Hansenshús, 24.
feb. 2000
Rakel Helmsdal
Ummæli:
Rakel
Helmsdal
ummælir
Viðmerking:
Í síðstu viku var mikið rum-
bul í fjølmiðlunum um
royndir eftir tunfiski í før-
oyskum sjógvi. Tað mesta var
illgitingar og útspillandi
vendingar um meg og felagið
Nancy, sum eg eigi partapen-
ing í. Hetta byrjaði við at Tor-
bjørn Jacobsen, ting-maður
tjóðveldisfloksins, á tingsins
røðarapalli, í grovum vend-
ingum, legði meg undir líkt
og ólíkt. Síðan byrjaði út-
varpið, við Jóhann Mortensen
á odda, eina sanna útspill-
ingarherferð beinleiðis venda
móti mær.
Mær tykir tað tí vera neyð-
ugt at upplýsa um mítt virk-
semi og at vísa teimum ó-
sannindum aftur, sum hava
verið borin fram. Hetta verð-
ur gjørt í stuttum brotum
niðanfyri.
Spf Nancy
Felagið Nancy varð stovnað
í 1986 við endamáli at reka
fiskivinnu og hartil hoyrandi
vinnu. Við stovnan átti eg
30% av partapeninginum,
men havi seinni keypt meiri-
lutan. Eg havi verið nevndar-
formaður øll árini. Í tíggju ár
átti og rak Nancy útróðrarbát,
so Nancy er ikki nakar árs-
ungi innan føroyska fiski-
vinnu.
Tað var ikki av tilvild, men
eftir drúgt arbeiði og fyrireik-
ingar, at Nancy í 1997 fekk
tilsøgn frá myndugleikum
um loyvi at royndarveiða eftir
tunfiski við japanskum skip-
um í føroyskum sjóøki (sí
meira um hetta seinni).
Útvarpið bar tíðindi um, at
Nancy hevur for-vunnið einar
7 mill. kr. í samband við tun-
fiska-royndirnar, seinni bleiv
hetta tal rættað til einar 5 mill.
kr. Hesi tøl hava einki við
sannleikan at gera, tíverri.
Einhvør, sum vil halda seg
til sannleikan, kann fara á
Partafelagsskrásetingina og
síggja roknskapir hjá spf
Nancy. Her sæst t.d., at
Nancy í 1998 hevði eitt avlop
upp á 181.437 kr eftir at
67.716 kr vóru goldnar í
skatti. Megin-parturin av hes-
um avlopið stavar beinleiðis
frá tunfiskaroyndum.
Fiskirannsóknarstovan
Í 1978 kom eg í fast starv á
Fiskirannsóknar-stovuni og
havi verið har síðani, burtur-
sæð frá nøkrum árum, tá eg
var í Danmark undir útbúgv-
ing. Ein partur av mínum ar-
beiði á Fiskirannsóknarstov-
uni hevur verið at skipa fyri
ymiskum royndarfiskiskapi,
eitt nú eftir búrfiski. Búrfisk-
aroyndirnar hava tíbetur eyd-
nast væl, og føroyingar eru
einsamallir í beinleiðis veiðu
eftir hesum fiski í Norðurat-
lantshavi.
Men eg havi ongantíð ar-
beitt við tunfiski á Fiskirann-
sóknarstovuni, so sum Út-
varpið vil vera við (sí næsta
brot). Fiskirannsóknarstovan
hevur verið eitt sindur uppi í
royndunum eftir tunfiski, og
okkurt tilfar er til taks, m.a.
dagbøkur frá føroyskum
skipum, sum royndu eftir tun-
fiski sunnanfyri, umframt
onkur smávegis frágreiðing
um tunfisk. Hetta tilfar, sum
er frá seinnu helvt av 80’u-
num, havi eg sæð, og hetta er
atkomuligt á Fiskirannsókn-
arstovuni fyri einhvønn, sum
hevur áhuga fyri tí. So vítt eg
veit, eru allar frágreiðingar
frá royndarfiskiskapi, sum
Fiski-rannsóknarstovan hev-
ur skipað fyri, atkomuligar
fyri føroyskar reiðarar/skip-
arar. Serligt tilfar (specialvit-
an) á Fiskirannsóknarstovuni
hevur ikki á nakran hátt hjálpt
mær í mínum arbeiði fyri at
fáa tunfiskaveiðu í føroysk-
um sjógvi upp á føtur. Tilfar,
sum eg havi haft atgongd til,
og tað hevur ikki verið serliga
nógv, hevur í hvussu er eisini
verið tøkt hjá einum og hvørj-
um øðrum. Hinvegin havi eg
savnað nógv tilfar sjálvur og
eisini latið tilfar til starvsfólk
á Fiskirannsóknar-stovuni,
sum arbeiðir við tunfiski. Tá
eg havi tikist við nakað serligt
privat virksemi, havi eg
kunnað stjóran og altíð arbeitt
við opnum kortum (sí eisini
umtaluna í Dimmalætting 30/
10-97).
Eg haldi tí fast við, at eg
ikki á nakran hátt havi mis-
brúkt mítt almenna starv til
egnan fyrimun. Tvørturímóti
hava tær royndirnar, sum eg
havi fingið í mínum privata
virksemi, gjørt meg betur før-
an fyri at røkja mítt almenna
starv.
Asorurnar
Á middegi 18/2-2000 segði
Jóhann Mortensen í Útvarpi-
num: “Spurningurin at veiða
tunfisk í føroyskum øki tók
seg upp miðskeiðis í níti-ár-
unum, tá Fiskirannsóknars-
tovan sendi Bjarta Thomsen
á eina ráðstevnu á Asorunum
um slík fiskasløg”. Hetta er
beinleiðis ósatt og kann bert
takast sum útspilling av mær.
Fiskirannsóknar-stovan hev-
ur ongantíð sent meg til nakra
ráðstevnu viðvíkjandi tun-
fiski.
Í apríl 1993 var eg á Asor-
unum og hitti danska konsu-
lin, sum eisini er skipsagent-
ur, fyri at kanna um føroysk
skip á búrfiskaveiðu kundu
arbeiða út frá Asorunum. Eis-
ini varð tosað við granskarar,
fyri at kanna um teir høvdu
áhuga at gera búrfiskaroyndir
saman við føroyingum við
Asorurnar. Her var ikki talan
um nakra ráðstevnu. Í mars
1995 var eg aftur á Asoru-
num; hesaferð luttók eg á eini
árligari
fiskivinnustevnu,
framvegis við tí fyri eyga at
víðka búrfiska-royndirnar. Á
hesi stevnu hittast at kalla øll
innan fiskivinnuna á Asoru-
num og fyrilestrar verða
hildnir um nógv evni innan
fiskivinnu, eisini um tunfisk.
Í mars 1996 varð eg bjóðaður
til hesa somu fiskivinnu-
stevnu at halda ein fyrilestur
um búrfisk. Í oktober 1996
var eg inni á Asorunum við
Magnus Heinason fyri at
bunkra og landa búrfisk.
Ferðir mínar til Asorurnar
vóru gjørdar í samband við
búrfisk, og í ongum føri havi
eg tosað við nakran á Asoru-
num um tunfisk við Føroyar.
Framferðin hjá Jóhann Mort-
ensen má tí kallast lítið søm-
ilig fyri ein journalist í al-
mennum útvarpi.
Føroyskar
tunfiskaroyndir
Føroyingar hava í hvussu er
tey síðstu 15 árini roynt at
sleppa upp í part í tunfiska-
veiðu. Fleiri føroysk skip
hava gjørt túrar suður gjøgn-
um Atlantshav fyri at royna
hesa vinnu. Eisini bygdi
Sylvan Jacobsen í Klaksvík
skipið Julius á Bakka við tí
fyri eyga at royna tunfiska-
veiðu. Tey seinnu árini hevur
tað verið Viberg Sørensen,
sum hevur tosað mest um
tunfisk, og eftir áheitan frá
honum blivu fyrst í 90’unum
settar av 100.000 kr á al-
mennari játtan fyri at fáa
hetta í gongd, men hetta kom
ikki víðari.
Eg haldi ikki, eg lúgvi, tá
eg sigi, at eg var tann fyrsti,
sum bað myndugleikarnar
um loyvi, saman við útlend-
ingum, at royna eftir tunfiski
í føroysk-um sjógvi. Tá hevði
eg útlendsk skip tøk, sum
vildu gera royndirnar uttan
kostna (sjálvandi við at teir
sluppu at eiga veiðuna) og
harafturat ganga flestu av
okkara treytum á møti, tí teir
trúðu uppá, at tunfiskur var í
føroyskum sjógvi.
Eg fekk onki svar frá mynd-
ugleikunum, men út móti
sumri 1996 fekk Fiskasølan
loyvi at royndarveiða eftir
tunfiski í føroyskum sjógvi.
Hetta kom tó ikki í gongd.
Út á várið 1997 fekk Fiska-
sølan sítt royndarloyvi for-
longt, men eg fekk noktandi
svar. Út á summarið 1997
hevði eg fund við fiskasølu-
stjóran og segði hann tá, at
teir komu ikki at gera meira
við tunfisk fyribils. Við mikið
strev og stríð, og eftir at hava
lagt sakina fyri fleiri fólk, har
ímillum onkran politikara,
játtaði landsstýrismaðurin at
enda tann 2. september 1997
at eg (Nancy) kundi sleppa
at royndarveiða við tveimum
japanskum skipum. Skipini
vóru longu á Havnini eina
viku seinni eftir observatør-
um og fiskiskapurin gav sera
gott úrslit beinanveg frá byrj-
an. Sostatt var tað eg, sum
fyrstur kom við hugskotinum
um at royndarveiða við jap-
anskum skipum í føroyskum
sjógvi, og eg taki mær æruna
av at hava fingið gongd á
hendan fiskiskap. Um onkur
kallar hetta at tiltuska sær
loyvi, havi eg misskilt týdn-
ingin av hesum orði. Eg havi
barst fyri eini sak og havi
fingið tað at bera til.
Føroysk tunfiskaskip
Tá eg fór at arbeiða við tun-
fiski, var tað ikki við tí fyri
eyga sjálvur at tjena nógvar
pengar, men at fáa gongd á
eina føroyska tunfiskaveiðu.
Líka frá byrjan havi eg haft
nógv samskifti við tey reið-
arí, sum vildu sleppa at royna
seg í tunfiskaveiðuni við før-
oyskum skipum, og eg havi
alla tíðina lagt doyin á at
hjálpa teimum ígongd. Fyrsta
árið japansku skipini royndu
við Føroyar, skipaði eg so-
leiðis fyri, at táverandi skip-
arin/eigarin av línubátinum
Skútunes, Trúgvi Kallsoy,
saman við einum av sínum
monnum, kom umborð fyri
at síggja hvussu japanar ar-
beiddu. Drúgt samskifti fór
fram, harímillum fleiri fundir
- og fyrireiking-arnar hjá
Skútunes vóru komnar rættu-
liga langt, men tíverri doyði
Trúgvi alt ov ungur, og hesar
ætlanir duttu niðurfyri. Eisini
við menninar aftanfyri línu-
skipið Ågot havi eg haft nógv
samskiftið, bæði viðvíkjandi
reiðskapi, viðgerð av fiski og
marknaði, m.a. á fundi við
mínar útlendsku samstarvs-
partnarar. Ågot kom í gongd
við tunfiskaveiðuni, men er
fyribils hildin uppat orsakað
av syndarligu vanlukkuni,
sum kostaði lívið á unga skip-
aran Pól Eyðfinni Poulsen.
Eisini skipaði eg fyri, at skip-
arin/eigarin av Leitisteini,
Hans Andrias Joensen, kundi
verða við einum japanskum
skipi, áðrenn Leitisteinur fór
á tunfiskaveiðu. Eisini fóru
tveir av føroysku manningini,
sum vóru umborð á japansk-
um skipi, sum spf Nancy
samstarvaði við í 1998, um-
borð á Leitistein, tá hann
byrjaði tunfiskiskap í 1999.
Eisini á annan hátt havi eg
roynt at stuðla og sett í
gongd, m.a. við at samskipa
vitjan hjá japanskum út-
gerðar- og fiskakeyparafeløg-
um í Føroyum, so hetta kom
út til allar, sum høvdu áhuga
í tunfiski.
Fiskimálastýrið
Sum nevnt omanfyri tók
Fiskimálastýrið í fyrsta um-
farið Fiskasøluna fram um
Nancy, tá loyvi til royndar-
fiskiskap varð givið, hóast
Nancy hevði arbeitt longri
við hesi ætlan og var fyrr at
søkja. Eisini, tá loyvini fyri
1998 vórðu endurnýggjað,
fekk Fiskasølan fyrimun;
teirra loyvi varð beinanveg
endurnýggjað, eftir leisti,
sum Nancy hevði snikkað til,
meðan Nancy ikki fekk svar
fyrr enn langt út á várið. Eis-
ini tók Fiski-málastýrið ann-
að loyvið frá Nancy og gav
einum nýggjum felag eitt
loyvi. Fiskimálastýrið gjørdi
eisini mismun, við tað at
loyvið hjá Nancy hevði treyt-
ir, sum ikki vóru lagdar á
Fiskasøluna. Hetta kom sera
illa við hjá Nancy, tí japansku
samstarvsfelagarnir alla tíð-
ina vístu á, at teir, sum høvdu
byrja hendan fiskiskap, vórðu
verri stillaðir enn sokallaðir
“newcomers”. Sostatt kann
ikki sigast, at Fiskimálastýrið
hevur “forert” Nancy nakað,
men hevur hinvegin givið
Nancy verri umstøður at ar-
beiða undir enn aðrir.
Drúgt
brævasamskiftið
hevur verið millum Nancy og
Fiskimálastýrið í samband
við tun-fiskaroyndirnar. Í
brævi 18/6-96 verður m.a.
skrivað: „ Hetta kann gerast
við at Føroya Landsstýri letur
loyvi til spf Nancy (sum
frammanundan rekur fiski-
bát), so sum vanligt er aðra-
staðni, ella at loyvi verður
givið beinleiðis til útlendsku
skipini“ og í brævi 27/8-97
verður skrivað: „Vit taka tað
sum givið, at Landsstýrið
skal góðkenna allar manna-
gongdir og allar sáttmálar“
Fiskimálastýrið valdi tó at
enda at geva tilsøgn um royn-
darloyvi beinleiðis til Nancy
og hevði ikki áhuga í, hvat
var millum Nancy og japan-
arar.
Sostatt hevur Nancy ong-
antíð krógvað nakað, men
hevur alla tíðina arbeitt við
opnum kortum við eittans
endamáli - at fáa eina før-
oyska vinnu eftir tunfiski í
gongd.
Fiskimálastýrið eigur rós
fyri, at teir sóu tað rætta í at
byrja tunfiskaroyndirnar.
Alment — privat
Nógv dømi kunnu nevnast,
har alment sett hava virksemi
við síðuna av og harvið fáa
eyka inntøku. Í nógvum før-
um brúka tey sín serliga
kunnleika og royndir til
frama fyri eitthvørt privat
virksemi. Og sjálvandi er tað
í lagi at hava fastar manna-
gongdir og fyriskipanir hes-
um viðvíkjandi. Tað er tó
trupult at verja seg fyri øllum,
sum kann henda hesum við-
víkjandi. Tí hóast ein starvs-
maður ikki luttekur í nøkrum
felag, ella hevur annað privat
virksemi, so kann hann gera
fólki órætt, við serligari hjálp
ella upplýsingum til onkrar
fram um aðrar. Tað verður tí
altíð í síðsta enda rættskafni
og samvitskan hjá hvørjum
einstøkum, sum avgerð hvat
ein kann loyva sær.
Eg eri í fleiri førum biðin um
at seta pening í skip. Fleiri
ferðir havi eg borið meg
undan, ikki tí at eg ikki trúði
uppá hesar verkætlanir, men
tí at hetta kundi ávirka mítt
almenna starv. Men í teimum
førum, har eg havi mett, at
hesin vandin ikki er til staðar,
havi eg ikki hildið meg aftur.
Politisk forfylging?
Tað er sera “óbehagiligt” at
verða spiltur út á tingsins røð-
arapalli og síðan verða út-
hongdur í føroysku fjølmiðl-
unum. Álopið frá tjóðveldis-
tingmanninum Torbjørn Jac-
obsen kemur tó ikki heilt ó-
vantað. Hann hevur brúk fyri
at “gartera” viðhvørt, so velj-
arin ikki gloymir hann, tí í
dagliga arbeiðnum er hann
ósjónligur.
Eg skrivaði herfyri lesarabrøv
ímóti fullveldi og tað er tí
nærliggjandi at hugsa, at
hetta eisini er ein roynd hjá
Torbirni at berja alla mót-
støðu niður í hesum sam-
bandi.
Landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum helt, at fram-
ferðin hjá Torbirni minti um
okkurt við eini sjúku. Hesi
kenslu sat eg eisini við og
hugsaði, at hatta er muran í
monnum sum Torbjørn - teir
fáa febur og gerast illa sjúkir,
tá teir síggja at onkur fær
okkurt at bera til og tjenar
pening.
Eftirmæli
Ta viðferð, eg havi fingið í
síðstu viku, havi eg tó ikki
tikið so tungt, tí eg veit, at eg
havi eina góða sak. Eg havi
ongum gjørt órætt, men við
nærlagni fingið glið á virk-
semi, sum vónandi kemur øll-
um føroya fólki til góða. Um
hetta arbeiði ikki varð gjørt,
hevði “ogn føroya fólks”
helst svomið inn og út av Før-
oyagrunninum, uttan at nakar
gáðaði um tað. Nógvur
peningur er brúktur, eisini úr
almennum grunnum, í roynd-
ini at fáa gongd á tunfiska-
veiðu. Nú er gongd komin á.
Eg havi onki fingið úr al-
mennum køssum til hetta ar-
beiðið, men harafturímóti
goldið nógv inn. Tað eru stór-
ar upphæddir, sum japanar
hava lagt eftir seg í gjaldi fyri
observatørar, føroyska mann-
ing, provianti, olju og tílík-
um.
So heldur enn at verða út-
spiltur haldi eg meg hava
tøkk uppiborna. Eg rokni ikki
við at fáa nakra umbering fyri
grova útspilling, hvørki frá
Torbirni Jacobsen í løgtingi-
num ella Jóhann Mortensen í
Útvarpinum, men ein uggi er
tað, at nógvir reiðarar og fisk-
imenn heilsa mær við orðu-
num — drív á.
Bjarti Thomsen, Argir
Tunfiskur í føroyskum sjógvi
Bjarki Thomsen saman við japanarum, sum veiða eftir tunfiski