fríggjadagur 25. februar 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 39 - 25. februar 2000
Fríggjadagur 25. februar
Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Ey›un Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN
Nær er besta sendití›?
Ta› er sjálvandi sera ymiskt, nær fólk
kunnu lurta eftir ÚF ella hyggja at SVF. Ta ›
man vera hjá nógvum sum hjá mær, at
sendingarnar frá fyrraparti til mi›jan
seinnapart allar fara framvi› gerandisdagar.
Ta› ber ikki til at arbei›a, og samstundis
hoyra ÚF. Vanliga leggi eg ikki so nógv í
ta›, tí fleiri sendingar eru endursendingar
frá kvøldinum fyri og næstan øll restin er
tónleikasendingar. Undantaki› er morgun-
sendingin, har fleiri gó›ar samrø›ur eri,
sum eg oftast bara hoyri um. Mær hev›i
dámt væl, um hesi innsløgini kundu veri ›
endursend um kvøldi›, solei›is sum ta›
var› gjørt í fjør vetur. Nú kann eg hoyra
nøkur leygardag, men ikki øll.
Seinnapartin og tí›liga á kvøldi› eru
fleiri gó›ar sendingar í ÚF. Okkum dámar
væl at hoyra barnaløtuna, onkuntí› a›ru
fer›, kl 18. Gísmundur er gó›ur, og ta› eru
søgurnar og prátini vi› børn eisini.
Ney›ugt at ra›festa
gransking ovaliga
Ungi búskaparfrø›ingurin Magni Laksa-
foss var gestur í Innskoti hesa vikuna. Hann
førdi m.a. fram, at ta› er ney›ugt at ra›festa
gransking nógv hægri, enn hon ver›ur í
dag. Hesum kann eg ikki vera anna› enn
samd í. Magni Laksafoss hevur sí›ani
Hvítabók var› løgd fram rættiliga gjørt vart
vi› seg, og eg haldi ta› vera harmiligt, at
ein ungur ma›ur vi› beini í nøsini sær seg
noyddan at r‡ma av landinum fyri at fáa tær
ynsktu arbei›sumstø›urnar.
Eitt av tingunum sum var› nevnt í send-
ingini var, at ta› í umsitingini ikki er tí› til
analytiska arbei›i›, men at meginparturin
gongur fyri seg á málsvi›ger›astigi. Alt ov
nógv tí› fer vi› at leggja framtí›arætlanir,
sum vera av ongum, tí politisk ra›festing
ikki ver›ur gjørd í nóg stóran mun. Allir al-
mennir stovnar skulu gera uppskot til fíggj-
arætlan, men fáa so at vita, at teir ikki fáa
meira enn 3% hækking, sum so dánt svarar
til lønarvøksturin. Tá fara gó›u hugskotini
og arbei›shugurin sama veg.
Vanliga fáa vit alment settu skoti› í
skógvarnar, at vit eru ov nógv og arbei›a ov
líti›. Vónandi fáa tankarnir hjá Magna
Laksafoss onkran longri uppi í skipanini at
hugsa um, hvørt arbei›sumstø›urnar hjá
alment settu eru nóg gó›ar, ella um okkurt
er, sum kundi veri› betur.
SVF kreppurakt
Seinast tí›ina hevur nógv veri› sagt og
skriva› um fíggjarligu trupulleikarnar hjá
SVF. Eg haldi, eins og Magni Laksafoss
sum nevndi ta› almenna sum heild, at
naka› av trupulleikanum stavar frá mang-
landi ella skeivum ra›festingum, hóast
hetta er ikki øll frágrei›ingin.
Einafer› í summar var› Dagur og Vika
stytt, og ein eyka tí›indasending løgd seint
um kvøldi›. Seinna sendingin hvarv, men
Dagur og Vika er enn líka stutt. Í mesta lagi
20 minuttir hvørja fer›, 3 fer›ir um vikuna.
Hetta er eftir mínum tykki alt ov stutt, tá eg
hugsi um alt ta›, sum hendir á politiska
pallinum í løtuni. Ta› kann ikki vera tí›ind-
ir, sum mangla. Ber ikki til at seta meira
pening og orku av innanfyri verandi játtan
hjá SVF, eigur løgtingi› at tra›ka til. Sjón-
varpstí›indini eru ein t‡dningarmikil partur
av kunningini í sambandi vi› fullveldis-
máli›, og ta› kann ikki vera rætt, at vit ikki
hava rá› at kunna okkum nóg væl í hesum
máli.
Kanska
kundi
sjónvarpsstjórin havt ra›fest og st‡rt SVF
betur, men á einum øki ver›ur hann ikki
tikin aftur. Hann er heilt klárt besti verturin
í Krosskasti, og ta› er ein fragd at eyglei›a,
hvussu hann megnar at fylgja og st‡ra
einum kjaki, hóast gestirnir bæ›i skáka sær
undan og eru grundleggjandi ósamdir. Tá
Krosskast er best, hevur ta› alt ta›, sum eg
sakni í Degi og Viku. Har er ein framløga
av einum máli, greining, kjak og ein
samandráttur. Sendingin mikukvøldi› var
ein av teimum heilt gó›u, haldi eg.
Stórur logi
Mitt í øllum tosinum um sparingar í SVF
hava vit seinastu vikurnar uppliva fleiri før-
oyskar ungdómssendingar. Fyrst hava
nakrir stuttfilmir veri›, og mikukvøldi› var
sendingin Lokkalogar, sum 3 studentar á
Læraraskúlanum hava gjørt í samstarvi vi›
SVF. Sendingin um forelskilsi og alt sum
hartil hoyrir var sera væl gjørd, og gevur
vón um, at meira føroyskt tilfar fyri ung
ver›ur at síggja í SVF í framtí›ini.
Jákup Mørk
N‡ggj fólkaskúlalógin hevur nú havt
vi› sær, at úrvali› hjá føroysku lurt-
arunum er ví›ka› naka›.
Hetta kemst av, at ein partur av
n‡ggju lóggávuni er, at næmingarnir í
framhaldsdeildini nú skulu velja seg
inn á ymsar breytir, og er ein av hesum
mi›labreytin.
Fyri einar 20 næmingar í Eystur-
skúlanum hevur hetta so vi›ført, at tey
hava fingi› høvi til at standa fyri
tíggju sendingum hjá Rás 2, sum allar
bera sama heiti›.
Her er í hvussu so er talan um eitt
n‡skapandi tiltak, sum er mennandi
fyri ungdómin, og sum helst kann
ver›a til gle›i fyri lurtarar, útvarps-
stø›, skúla og næmingar. Kanska ta›
kundi hent seg, at hetta gjørdist ein al-
samt meira vanligur táttur hjá mi›lu-
num her á landi, solei›is at ungdóm-
urin fær fleiri sendingar, uttan at hetta
vi›førir ov stórar eykaútrei›slur fyri
mi›larnar sjálvar.
Gle›iligt hjá ungdóminum
Seinnu árini hevur nógv veri› tosa›
um, at alt ov fáar sendingar eru fyri
ungdómin her á landi. Sí›ani Atlantic
Radio, sum nú er fari› í søguna, trein
inn á pallin, er tó ein stór menning farin
fram á hesum øki.
Fyri Útvarp Føroya
vi›førdi hetta m.a., at ein
uppprioritering av ung-
dómssendingunum
fór
fram, og hóast Atlantic
fór í søguna, so hava tey í
Sortudíki
ikki
slaka›
hesum vi›víkjandi.
Rás 2 hevur seinastu
mána›irnar
yvirtiki›
leiklutin hjá Atlantic, vi›
ta› at rásin í stóran mun
vendir sær móti teimum
ungu, og fyri stuttum fór
Lindin eisini undir sínar
sendingar, har ungdómssendingar eru
ein sjálvsagdur partur av skránni.
Ein gle›ilig gongd fyri ungdómin. Í
fyrsta umfari› kanska bara fyri tey í
Havn, men sum nevnt í bla›num í gjár,
so fer Rás 2 skjótt at varpa til Nor›-
oyggjar, og fyrr hevur veri› frammi, at
Lindin eisini arbei›ir vi› at ví›ka um
sendiøki›.
Høvu›svegur 83
Ra›festing er
lyklaor›i› í 2000
Annika Joensen,
setursskrivari,
skrivar
JAN MÜLLER
Nú løgtingið endaliga hevur
avgreitt lógina um 1. út-
bjóðing eru tað fleiri fólk,
sum kenna hetta sum ein
lætta, fólk, hvørs arbeiði
hesi seinastu 10-15 árini
hevur verið nógv tengt at
júst at røkka hesum eina
endamálinum: at skapa um-
støður fyri leiting eftir kol-
vetni í føroysku undir-
grundini.
Ein av teimum, sum man
hava brúka nógva orku uppá
hetta
málið
er
Árni
Olafsson, sum vit sínum
diplomatisku evnum og
treiskni eigur ein týðandi
leiklut í teimum úrslitum,
sum rokkin eru.
Landsstýrið heitti longu á
Árna Olafsson í 1987 um at
ráðgeva tí í samráðingunum
við donsku stjórnina um
yvirtøku av undirgrundini.
Tá undirgrundin varð yv-
irtikin í 1992 vórðu aftur
boð eftir Árna Olafssyni.
Hann kom í fyrstu Oljuráð-
leggingarnevndina, ið varð
sett til at fyrireika komandi
oljuútviklingin í Føroyum.
Sum formaður í Oljuráð-
leggingarnevndini var Árni
Olafsson við til at leggja
sjálvt grundarlagið undir
komandi útviklinginum, her
serliga við útgávunum av
tveimum stórum frágreið-
ingum út um oljuspurn-
ingar, ta fyrru í 1993 og ta
seinnu í 97. Í fyrru frágreið-
ingini var umframt vanligt
upplýsing um hesa nýggju
vinnu eisini uppskot til lóg
um forkanningar. Í tí seinnu
frágreiðingini vóru umframt
upplýsindi tilfar eisini fleiri
uppskot til lógir og reglur
á oljuøkinum og síðani ein
rúgva av tilráðingum og lýs-
ingum av politiskum av-
gerðum, sum skuldu takast
tá ella seinni. Tann frá-
greiðingin er framvegis sera
aktuell, tí nógvar av teimum
avgerðunum eru eftir at
taka. Her t.d. spurningurin
um vit skulu taka oljuna í
land í Føroyum.
Síðani kom steðgur í
leiklutin hjá Árna í før-
oyskum oljuhøpi. Edmund
Joensen, løgmaður tók Árna
úr Oljuráðleggingarnevnd-
ini og segði, at hetta varð
fyri at geva honum betri
møguleikar til at taka sær
av starvinum sum leiðari
fyri samráðingunum við
bretar um markið. Hetta var
so almenna frágreiðingin.
Tað var so sami Árni Olafs-
son, sum í 1999 kundi rætta
Anfinn Kallsberg, løgmanni
pennin til at seta sína undir-
skrift á avaluna um markið,
og soleiðis hevur embætis-
maðurin úr Vági verið ein
av undangongumonnunum
í nærum øllum undirgrund-
ar- og oljuútviklinginum
fram til dagin í dag.
Heppin gongd
Tað er tí einki annað enn
náttúrligt at spyrja Árna
Olafsson, um hann er nøgd-
ur við gongdina, og svarið
er kanska heldur ikki so ó-
væntað.
Hann
heldur
gongdin hevur verið góð
fyri Føroyar. Og tá vit
spyrja, um vit hava verið ov
linir við oljufeløgini vísir
hann til seinnu frágreiðigina
frá Oljuráðleggingarnevnd-
ini, har tað var roynt at gera
upp støðuna so realistiska
sum gjørligt, fyri harvið at
fáa so nógv og góð feløg
við í eina komandi olju-
leiting sum gjørligt.
-Høvdu krøvini og treyt-
irnar til oljufeløgini verið
harðari, so vildu vit merkt
tað á tann hátt, at vit fingu
fáar umsóknir og at tilboð-
ini kanska høvdu verið smá.
Við at leggja seg eitt sindur
á hin bógvin hevur tú skapt
møguleika fyri tí kapping,
sum krevst fyri at fáa stór
og góð feløg við, sum
veruliga vilja gera nakrar
stórar íløgur.
Árni Olafsson er ikki
vónsvikin av, at einki al-
ment oljufelag er við. Tað
hevur hann ongantíð havt
nakrar
serligar
sterkar
kenslur fyri. Í 97 frágreið-
ingini varð roynt at leggja
tað á borðið, soleiðis at
politikarnir kundu finna út
av, um tað var tað vert.
-Tað er klárt, at tað er
torført at greiða frá, hví man
skal hava eitt alment olju-
felag, tá man hevur onnur
amboð. Eitt, sum vit ikki
eru harrar yvir, eru olju-
prísirnir. Tá fyrireikingarnar
til 1. útbjóðing byrjaðu
vórðu teir undir 10 dollarar
til í dag at vera omanfyri
25 ella upp ímóti 30 doll-
arum. Og eingin av okkum
veit, hvat hann er um
tríggjar mánaðir, tá freistin
rennur út.
Árni Olafsson heldur tó,
at tað er gott fyri okkum, at
hann er so høgur sum til ber,
áðrenn rundan byrjar. Tað
kann vera eitt pluss fyri
okkum, at feløgini hava
fleiri pengar at bora fyri. Jú
hægri prísurin er, jú fleiri
pengar hava tey at bora fyri
her hjá okkum.
Møguleikar at virka
Hvørjar sær Árni Olafsson
sum tær størstu avbjóðing-
arnar fyri framman?
-Tað er fyrst hetta, sum
vit leggja so stóran dent á,
hvussu føroyingar skulu
vera við í vinnuni, og
hvussu man ger tað. Síðani
er tað hetta við samfelags-
stýringini av vinnuni. At teir
myndugleikar, sum skulu
umboða tey føroysku sam-
felagsáhugamálini,
fáa
møguleikar at virka, tvs.
játtanir og starvsfólk, so-
leiðis at teir kunnu útinna
sítt arbeiði. Eisini so at t.d.
jarðfrøðisstovnurin verður
útbygdur, soleiðis at man í
Føroyum kann útbyggja
eina vitan um sjálvt til-
feingi, tvs. undirgrundina,
sum samsvarar við vitanina
hjá oljufeløgunum.
Tvætl at tosa um
Kuwaittilstandir
Tá tosað verður um teir
nógvu
pengarnar,
sum
kunnu koma inn í føroyska
samfelagið frá eini olju-
vinnu og hvussu teir kunnu
avlaga samfelagið sigur
Árni Olafsson, at vit skulu
ikki gloyma, at framleiðslu-
kostnaðurin uppá fatið í
Føroyum er so mikið nógv
hægri enn í Kuwait, at tað
verður altíð tvætl at sam-
anbera Føroyar við Kuwait.
-Sjálvandi verður vónandi
eitt avlop, sum samfelagið
fær sín part av, men tað fer
at vera ein sera óviss
inntøka bæði við royalty,
partafelagsskatti og ser-
skatti, um prísurin verður 10
dollarar, men er hann 30
dollarar so verður talan um
nógvar pengar. Tí er neyð-
ugt við einum grunni av
onkrum slag, soleiðis at
man fær isolerað teir peng-
arnar frá landskassanum, og
tað havi eg eisini fatan av,
at okkara politikarar meina.
Vandamál
Hóast Árni Olafsson ikki
heldur, at vit í løtuni eiga at
vera so stúrin og skeptisk
um oljuvinnuna, so við-
gongur hann tó, at í kjal-
arvørrinum á hesi vinnu eru
mong vandamál, har vit
mugu vera á varðhaldi. Her
eitt nú umhvørvismálini.
-Vit mugu hava eitt væl-
virkandi eftirlit, og vit mugu
heldur ikki vera bangin fyri
at leggja uppí, um olju-
feløgini ikki gera sum tey
skulu. Og tí er hetta so um-
ráðandi, at nettupp okkara
politikarar geva sær far um,
at teir myndugleikar, sum
skulu hava eftirlit við bæði
arbeiðsymhvørvi og vanliga
umhvørvinum fáa teir midl-
ar teir hava tørv á. Tað kann
nevniliga blíva sera dýrt í
seinna enda, um man ikki
hevur tað.
Tá vit spyrja Árna Olafs-
son, um hann heldur vit eiga
at taka møguliga olju uppá
land í Føroyum sigur hann,
at hetta er ein av spurn-
ingunum, sum okkara polit-
ikarar skulu taka støðu til.
Hann hevur einki endaligt
og einfalt svar her og nú
men vísir til, at tann stóra
umhvørvisvanlukkan í Het-
landi hevði einki at gera við
tað, at oljan verður flutt til
lands har. Tað var ein tanga-
bátur, sum kom siglandi
framvið úr Noregi til USA,
sum elvdi til dálkingina.
-So verður tað umsitið
væl og virðiliga nýtist tað
ikki at hava við sær stórar
trupulleikar. Umframt stóra
oljuterminalin í Sullom Voe
í Hetlandi finst eisini ein
tílíkur í Orkoyggjunum,
Flotta og har er alt reint og
nossligt vísir Árni á.
Tá vit spyrja Árna Olafs-
son, um tað ikki er vandi í
tí, at partar av verandi vinnu
leggja um til oljuvinnu - og
Undirgrund
og bakgrund
Við báðum beinum á jørðini -
inn í eina framtíðar oljuvinnu
Hann er nøgdur við gongdina higartil og heldur, at treytirnar vit hava sett oljufeløgunum gera, at vit fáa eina kapp-
ing og eina góða útbjóðing. Men hann er eisini varin og mælir øllum frá at gera sær vónir um eitt framtíðar Kuwait í
Atlantshavi. Íløgurnar eru so stórar, at tað skal nógv olja til fyri, at hetta kann gera nakran vørr. Men myndugleik-
arnir mugu vera tilreiðar at játta pengar og fólk til at arbeiða við avbjóðingunum, sum oljan hevur við sær. Maðurin
er ikki ein og hvør á oljuøkinum. Hann eitur Árni Olafsson.
oljuprísurin so bráddliga fer
í botn - sigur Árni Olafsson,
at ein oljuleið, sum er farin
í gongd, hon heldur fram
hóast prísirnir fella. Men tað
kann sjálvandi gera, at
nýggjar leiðir fara ikki í
gongd. Tí er tað heldur ikki
rætt bara at satsa uppá eitt
øki.
Stór krøv til íløgur
Tá prátið fer inn á møgu-
leikarnar fyri at finna olju
heldur Árni Olafsson fyri,
at tað er ikki bara nokk at
finna nakrar dropar av olju.
Man skal finna nóg mikið
til at tað lønar seg at gera
íløgur. Tvs. at tað skulu vera
nokk so nógvar treytir
gingnar á møti, áðrenn tað
gevur pengar av sær. Tí eru
tað bara tey stóru oljufel-
øgini, sum hava ta fíggj-
arligu styrkina at taka tann
vágan at brúka nakrar
hundrað milliónir uppá bor-
ingar uttan kanska at fáa
nakað sum helst burtur úr.
Eitt tað seinasta, sum
Árni Olafsson hevur havt
við oljumálið at gera, var
lutur hansara í einum av
arbeiðsbólkunum, sum nú
undan útbjóðingarrunduni
skuldi gera tilfar klárt. Nú
umsóknirnar skulu metast
er møguleiki fyri, at boð
aftur verða eftir Árna. Hann
hevur einki ímóti tí. Hann
hevur heldur ikki kett seg.
Tað hevur verið ein áhuga-
verd tíð, sum fyri Árna
vónandi kann halda fram í
eina tíð aftrat.
Annars er eingin vandi
fyri, at Árni Olafsson gerst
arbeiðsleysur ella fer at
keða seg. Tí fyri framman
liggja enn stórar arbeiðs-
uppgávur - av tí tyngra
slagnum - Árni skal fáa
okkum eina líkinda avtalu
við íslendingar um markið,
og so verður tað stóra takið
at fáa okkum sum frægast
burtur av tí stóra bitanum,
Rock All og Hatton-háslætt-
anum fyri sunnan, sum
fimm lond togast um.
Í dag starvast Árni Olafs-
son sum serkønur í føroysk-
um málum í danska utt-
anríkisráðnum. So hvør veit
um tað ikki eisini fara at
verða boð eftir honum til
aðrar stórar og spennandi
uppgávur, nú avtalur mill-
um Danmark og Føroyar
standa so ovarliga á dag-
skránni.
Árni Olafsson hevur nú
ruddað borðið fyribils,
men stórar og nýggjar
uppgávur liggja fyri
framman. Mynd Jan
Müller