Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 12. mars 2008 11 tíðindi men tá er munurin á lægstu lønini og hægstu neyvan meira enn stívliga 2.000 krónur. - Tá ið vit verða tilkallaðir eftir vanliga arbeiðstíð, geva tríggir teir fyrstu tímar- nir 50% yvirtíð og tann fjórði tímin 100% yvirtíð. Vit kunnu soleiðis siga, at ein partur av okkara løn – tað, sum ger, at vit yvirhøvur kunnu røkja okkara fíggjar- ligu skyldur – hongur neyvt saman við, um okkurt er at gera ella ikki. Vit halda tað bara vera ov galið, at okkara inntøkugrundarlag skal vera tengt at, um fólk gerast sjúk, eru fyri óhappum – ella í aðrar mátar hava brúk fyri sjúkrabili ella ikki, sigur talsmaðurin. Síðan nýggja kommunu- læknatænastan kom í gildi, hevur sambært talsmanni- num verið heldur minni at gjørt í Eysturoy. Ov lítil virðing Asbjørn heldur, at lønarvið- urskiftini hjá teimum, sum røkja sjúkraflutningsupp- gávur, eru út av lagi vána- lig. - Eg haldi ikki, at okkara fólk í nóg stóran mun verða vird fyri tað, tey gera og tær uppgávur, sum lagdar verða á okkum. Hesi fimm árini, eg havi verið í hesum starvi, eru nógvar broytingar farn- ar fram, og stór ábyrgd er løgd á okkum við viðgerð á staðnum og í sjúkrabili eins og við heilivági. Haraftrat skulu frágreiðingar skrivast um hvørja einstaka ferð og hvønn einstakan sjúkling. Verður sjúklingur koyrdur á skaðastovuna, skal læknin, sum tekur ímóti, hava eina slíka frágreiðing. Hann vísir á, at rættiliga fastar mannagongdir eru, tá ið farið verður út til upp- gávur. - Í Eysturoynni hava vit ta skipan, at annar í sjúkra- bilinum er viðgerðari og hin er atstøðingur, har at- støðingurin er tann, sum koyrir bilin, meðan viðgerar- in er tann, sum er hjá sjúk- linginum og gevur hjálpina – á staðnum og í bilinum. Vit skiftast soleiðis annan hvønn túr. Hetta er ein skip- an, sum tryggjar, at liðið, sum fer út, í hvørjum ein- støkum føri kennir sína upp- gávu. Asbjørn sigur, at liðið, sum fer út til uppgávur, eisini veit, hvør av teimum báðum hevur evstu ábyrgd, tá ið týðandi avgerðir skulu takast. - Men tíbetur ert tú ongan- tíð einsamallur um avgerð- ina, leggur hann aftrat. Samráðingarrættur Tað, sum serliga kennist hugstoytt hjá teimum, sum fóru úr Havnar Arbeiðs- mannafelag og gjørdust lim- ir í Starvsmannafelagnum, er, at samráðingarrætturin á økinum framvegis liggur hjá Havnar Arbeiðsmanna- felag. - Vit hava fingið at vitað úr Fíggjarmálaráðnum, at vit koma ikki longur lønar- liga, so leingi vit eru limir í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hetta var orsøkin til, at vit tóku stigið og meldaðu okk- um inn í Starvsmannafelag- ið. Eg havi sjálvur verið til samráðingar í Fíggjarmála- ráðnum saman við Havnar Arbeiðsmannafelag, og har hevur verið sagt, at tey kunnu ikki løna einum bólki av arbeiðanum hægri enn einum øðrum bólki. Asbjørn sigur, at tað vóru 48 fyrrverandi limir í Havn- ar Arbeiðsmannafelag, sum meldaðu seg inn í Starvs- mannafelagið, meðan 7 aktivir limir framvegis eru í Havnar Arbeiðsmannafe- lag. - Tað, sum vit halda vera sera órættvíst, er, at Starvs- mannafelagið ikki kann fáa samráðingarrættin hjá okk- um, nú eitt so stórt tal av okkum eru limir í felagnum. Hvar er demokratiið, tá ið 7 hava samráðingarrættin fyri okkum øll, kunnu vit spyrja. Á tingi ræður ein meiriluti upp á 17, men hetta er eftir øllum at døma ikki galdandi á okkara øki. Talsmaðurin vísir á, at tey 48, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, tvær ferðir hava boðað frá arbeiðssteðgi, men fasti gerðarrætturin hevur báðu ferð sagt, at tiltakið ikki er lógligt, soleingi sáttmáli er á økinum, og tí hevur eingin arbeiðssteðgur verið. - Men hvussu skal tað vera, tá ið ein av limunum í gerðarrættinum er Vígdis Johannesen, formaður í Havnar Arbeiðskvinnufe- lag. Tað undrar meg, at hon ikki heldur seg vera ógegn- igan í slíkum máli, sum snýr seg um eitt annað arbeiðarafelag. Asbjørn Knudsen vísir á, at sáttmálin, sum Havnar Arbeiðsmannafelag hevur við Fíggjarmálaráðið fyri sínar limir, ið eftir eru innan sjúkraflutningsøkið, bevíst ikki er uppsagdur. - Vit kenna okkum tí rætti- liga bóndafangað undir ver- andi umstøðum, sigur tals- maðurin. Lokalsjónvarp um alt landið Í kvøld fáa allir íslendingar møguleikan at síggja sendingarnar hjá sjónvarpsstøðini N4 Sjónvarp Norðurlands. Higartil hevur støðin bara sent á Norðurlandinum, men í kvøld fara sendingarnar um alt landið ígjøgnum eitt talgilt sendinet. N4 sendir tíðindi, tilfar um ymisk viðurskifti á Norðurlandinum, tónleikasendingar, mentanarsendingar og ymisk orðaskifti. N4 er fyrsta lokala sjónvarpsstøðin, sum fer at senda um alt landið. N4 hevur høvuðsstøð á Akureyri, men sæst nú um alt Ísland( Mynd: Morgunblaðið) Danir liva longri Eins og í hinum grannalondunum liva danir longri og longri. Tey nýggjastu hagtølini vísa, at nú liva danskir menn 75,9 ár og kvinnurnar 80,5 ár í meðal. Gongdin er, at munurin ímillum livitíðina hjá teimum báðum kynunum minkar í hvørjum. Eitt nú livdu kvinnurnar næstan seks ár longri enn menninir í 1987, men nú er munurin 4,53 ár. Men hagtølini vísa eisini, at danir liva framvegis stytri enn fólk í flestu londum í Vesturevropa. - Vit hava fingið at vitað úr Fíggjarmálaráðnum, at vit koma ikki longur lønarliga, so leingi vit eru limir í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hetta var orsøkin til, at vit tóku stigið og meldaðu okkum inn í Starvsmannafelagið, sigur Asbjørn Knudsen, talsmaður Mynd: Vilmund Jacobsen