mikudagur 12. mars 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 51 - 12. mars 2008
Sjáldsamur hvalur
Fleiri vísindafólk eru á veg til Alaska, eftir at menn
hava sæð ein hvítan bóghvítuhval nærhendis landi har.
Hvítir bóghvítuhvalir eru sjáldsamir, men tey, sum
hava sæð hvalin, eru á einum máli um, at talan er um
ein hvítan bóghvítuhval, sigur CNN. Hvíti
bóghvítuhvalurin á hesari myndini varð avmyndaður
nærhendis Aleutian-oyggjunum fyri nøkrum árum
síðani, men hann sást ongantíð aftur. Hann varð mettur
at vera 10 metrar langur.
Hvítur bóghvítuhvalur er sjáldsamur (Mynd: Vísir)
Rambøll til Noregs
Danska verkfrøðingafelagið Rambøll Olie & Gas, ið, sum
navnið sigur, virkar innan oljuvinnuna, ætlar sær nú av
álvara at fáa fótafesti á norska marknaðinum. Í hesum
sambandi hevur felagið skrivað undir ein
samstarvssáttmála við norsku fyritøkuna Bergen Group
Rosenberg. John Sørensen, stjóri í Rambøll, sigur, at
samanlagt hava fyritøkurnar næstan 1.000 verkfrøðingar og
kunnu tí bjóða frálandavinnuni egnar heildarloysnir.
– Eg haldi ikki, at
okkara fólk í nóg
stóran mun verða
vird fyri tað, tey gera
og tær uppgávur, sum
lagdar eru á okkum.
Hesi fimm árini, eg
havi verið í hesum
starvi, eru nógvar
broytingar farnar
fram, og stór ábyrgd
er løgd á okkum við
viðgerð á staðnum og
í sjúkrabili eins og við
heilivági. Haraftrat
skulu frágreiðingar
skrivast um hvørja
einstaka ferð og
hvønn einstakan
sjúkling, sigur As
bjørn Knudsen, ið er
talsmaður fyri fólk
í sjúkraflutnings
tænastuni
Sjúkraflutningur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Visti tú, at tey, sum koyra
sjúkrabil, bert tjena 103
krónur um tíman í vanligari
arbeiðstíð frá 08-16 – og at
tímalønin, sum viðkomandi
fáa, meðan hann ella hon
hava tilkallivakt frá 16-08,
bert er góðar 26 krónur?
Og visti tú, at fasta lønin
hjá einum fólki, sum hevur
havt sítt dagliga yrki í ein-
um sjúkrabili í fimm ár,
bert er góðar 18.000 krónur
um mánaðin – fyri 80 tímar
effektiva tíð og 256 tímar á
tilkallivakt um mánaðin?
Hetta ljóðar ikki av tí
heilt stóra í mun til ábyrgd-
ina og førleikan, sum liggur
aftanfyri eitt slíkt starv.
Í Eysturoy eru tvey lið av
fólki, sum syrgja fyri sjúkra-
flutningi í økinum. Hesi
arbeiða undir Sjúkraflutn-
ingstænastuni hjá Lands-
sjúkrahúsinum, og tað gera
tey, sum koyra í Vágunum,
eisini.
Tvey fólk eru á hvørjum
liði, og tey eru knýtt at tæn-
astuni í eina viku í senn –
frá mikumorgni klokkan 08
til
næsta
mikumorgun
klokkan 08. Vanliga arbeiðs-
tíðin er frá klokkan 08 á
morgni til klokkan 16
seinnapart. Frá mánadegi
til fríggjadag hava tey støð
á Lambareiði, har Sjúkra-
flutningstænastan hevur bil-
arnar standandi og hølir til
starvsfólkið.
Eftir klokkan 16 og í viku-
skiftinum hava ambulansu-
fólkini tilkallivakt heima
við hús alt samdøgnið, og
tá hava tey bilarnar stand-
andi í túninum. Tey, sum
eru á vakt, eru soleiðis
knýtt at tænastuni í 24 tímar
um døgnið – í eina heila
viku í senn. Skulu tey út
um hurðina, noyðast tey at
hava telefon, bippara og
sjúkrabil hjá sær.
Samlaða tímatalið, har
tey, sum eru á vakt, eru
knýtt at tænastuni í einum
mánaða, er soleiðis 336 –
og fyri hetta tilknýti til tæn-
astuna tjena hesi fólkini eft-
ir umleið 5 árum stívliga
18.000 krónur um mánað-
in.
Tá ið vaktarskiftið er
mikumorgun, hevur liðið,
sum byrjaði mikumorgunin
fyri, frí í eina viku.
Vánalig lønarkor
Fólk, sum koyra fyri sjúkra-
húsini, eru sum heild væl
nøgd við arbeiðsumstøður-
nar og samanhaldið millum
tey, sum eru í starvi hjá tæn-
astuni. Men tey halda kort-
ini ikki, at lønarlagið er nak-
að at rópa hurrá fyri.
Asbjørn Knudsen er tals-
maður hjá teimum, sum
søgdu limaskapin upp í
Havnar Arbeiðsmannafelag
og fóru upp í Starvsmanna-
felagið.
Hann sigur, at tað er eitt
sindur ymiskt, hvussu vakt-
irnar eru skipaðar í Eysturoy
og á hinum støðunum kring
landið, men soleiðis, sum
vit her hava greitt frá, eru
vaktirnar skipaðar hjá teim-
um báðum liðunum, sum
um Sjúkraflutningstænast-
una hjá Landssjúkrahúsi-
num hava støð á Lambar-
eiði.
- Eg havi verið í starvi í
fimm ár, og makkarin hjá
mær hevur verið í eini tvey
ár longri enn eg. Eg haldi,
at fasta lønin hjá honum er
einar 1000 krónur hægri
enn mín løn er, sum liggur
um 18.100 krónur um mán-
aðin.
Asbjørn heldur, at lønin
hækkar eitt vet, til tú hevur
verið í starvi í eini 12 ár,
Lønarviðurskiftini
hjá ambulansufólki
út av lagi vánalig
- Hvussu skal tað vera, tá ið ein av limunum í fasta gerðarrættinum er Vígdis Johannesen, formaður í Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Tað undrar meg, at hon ikki heldur seg vera ógegniðan í slíkum máli, sum snýr seg um eitt annað arbeiðarafelag, sigur Asbjørn
Knudsen
Mynd: Vilmund Jacobsen