Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 51 - 12. mars 2008 Spassky spurdi um pláss Fyrrverandi heimsmeistarin í talvi Boris Spassky hevur júst verið í Íslandi, har hann og fleiri av heimsins mætastu telvarum mintust Bobby Fischer, sum doyði í Íslandi tann 17. januar. Fischer varð jarðaður við bygdina Selfoss, og í gjár vóru Spassky og hinir telvararnir og vitjaðu grøv hansara. Sambært fjølmiðlunum spurdi Spassky, um nakað pláss var tøkt undir liðini á Fischer. Spassky og Fischer telvaðu í Reykjavík um HM-heitið í 1972. Ein maður er avdúk­ aður fyri at royna at lumpa tryggingina, tá ið hann koyrdi útav og knústi sær bilin sundur, men hann sleppur frá at fara í geglið tí hann er so gamal Tryggingarsvik Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið ein maður herfyri koyrdi útav og knústi sær bilin sundur, royndi hann at lumpa tryggingina til at gera bilin ístand aftur. Men tað kom hann lort burturúr. Hann var nevniliga avdúk- aður og í landsrættinum í gjár varð hann dømdur at sita í geglinum í 50 dagar og at betala 3.000 krónur í bót, umframt sakarmáls- kostnaðin. Men av tí at maðurin er so gamal, varð dómurin gjørdu treytaður. Tað merk- ir, at hann sleppur undan at fara í geglið. Men ger hann nakað annað revsivert hesi bæði næstu árini, verða hes- ir 50 dagarnir tiknir við. Sostatt vóru dómararnir samdir við ákæranum í, at revsingin fyri lógarbrot sum hetta, eigur at kosta út ímóti tveimum mánaðum í geglinum, tí tryggingarsvik er eitt alvorligt brotsverk, sum eigur at føra harða revs- ing við sær. Maðurin er farin um pen- sjónsaldur og ákærin gjørdi eisini greitt, at hann ætlaði ikki at seta seg ímóti, at dómurin varð gjørdur treyt- aður, so at maðurin sleppur undan at sita, tí hann er so gamal. Maðurin fekk somu revs- ing í Føroya Rætti, men var so ónøgdur, at hann skeyt dómin inn fyri Landsrættin, men tað loysti seg so ikki hjá honum, tí tað hendi ongin broyting. Fór útav Maðurin hevði bil, men onki koyrikort og hann varð tvær ferðir tikin fyri at koyra við ongum koyrikorti. Men tann álvarsliga ákær- an um tryggingarsvik varð reist ímóti honum í kjalar- vørrinum á einum váttligum túri, tá ið hann var farin í býin í Havn eitt vikuskifti. Hann greiddi rættinum frá, at hann hevði koyrt úr heimbygdini ímóti Havnini, men setti bilin í Kollafirði og fór víðari við Bygdaleið- um, tí koyrdi hann líka til Havnar var stórur vandi fyri, at løgreglan skuldi taka hann og tað hevði ikki verið so heppið við tað, at hann onki koyrikort hevði. Eftir býtúrin í Havn fór hann heim aftur við bygda- leiðum, men hann hevði kenning og læt tískil bilin standa í Kollafirði. Somu nátt fann løgreglan bilin í eini veit norðanfyri Kollafjørð og hann var rættiliga illa farin tí hann hevði koyrt einar 100 metr- ar ígjøgnum veitina, áðrenn hann var steðgaður. Løgreglan royndi at finna fram til eigaran, men tað eydnaðist ikki, tí tað var á miðjari nátt. Falskar fráboðanir Tá ið gerandisdagurin var aftur, ringdi maðurin til tryggingina og boðaði frá, at bilurin var stolin og at hann hevði fingið stóran skaða. Hann fekk eisini skaðafrá- boðan, sum varð fylt út og latin inn. Tryggingin boðaði hon- um frá, at hann mátti melda tilburðin og stuldurin til løg- regluna áðrenn tryggingin vildi viðgera umsóknina um endurgjald. Tað gjørdi maðurin so og boðaði løgregluni frá, at onkur hevði stolið bilin og hevði koyrt útav, so at hann hevði fingið stóran skaða. Hann visti ikki av stuldr- inum, men onkur hevði ringt til hansara og spurt, hvat bilurin hjá honum gjørdi í eini veit norðanfyri Kollafjørð. Hann visti ikki hvør tað var, sum hevði ringt. Hann hevði ein ábending um, hvør tað kundi vera, men tá ið løgreglan kannaði tele- fonlistarnar hjá honum, funnu tey ongan, sum kundi havt ringt til hansara. Og nú segði maðurin eis- ini, at hann hevði fingið at vita at tað var ikki hesin kortini, sum hevði ringt, men hvør tað so kundi vera, hevði ikki hóming av. Løgreglan kannaði eisini bilin gjølliga, men fann ongi sum helst tekin um, at bilurin hevði verið stolin. Niðurstøðan hjá løgregl- uni var, at bilurin varð start- aður við lyklinum. Tað helt maðurin kundi væl passa, tí tað vóru fleiri lyklar til bilin, men hann visti ikki, hvør hevði teir. Sjálvur hevði hann ein bara lykil og hann var ikki stolin, tí løgreglan hevði sæð hann, tá ið maðurin varð avhoyrdur. Skaði fyri 56.000 krónur Tryggingin metti skaðan á bilin til at kosta 56.000 krónur at umvæla, men tað kom ongantíð so langt sum til at tryggingargjaldið varð útgoldið. Maðurin varð sostatt ákærdur fyri at hava roynt at svika við tryggingini og fyri at hava latið løgregluni eina falska fráboðan um, at bilurin varð stolin. Landsrætturin helt, at tað var ivaleysa góð prógv fyri, at bilurin var ikki stolin og at maðurin sostatt hevði koyrt sjálvur, tá ið hann fór útav. Tí varð hann dømdur eftir ákæruritinum fyri bæði tryggingarsvik, fyri falska fráboðan til løgregluna og fyri at hava koyrt við ongum koyrikortið og fyri at hava koyrt útav uttan at boða frá. Royndi at lumpa 56.000 krónur frá tryggingini Tá ið ein maður koyrdi útav og knústi bilin, royndi hann at lumpa tryggingina til at betala. Men at lumpa tryggingina er rættiliga alvorligt og tí fekk maðurin harða revsing. Men dópsbrævið kom honum til hjálpar og av tí at hann fer farin upp um pensjónsaldur, sleppur hann frá at fara í geglið Savnsmynd