Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 51 - 12. mars 2008 Ungdómsnevndin hjá B36 og felgsskapurin KRIS hava gjørt eina trý ára avtalu sum umfatar øll liðini í ungdómsdeildini hjá B36. Í kvøld klokkan 19 skipar felagið fyri kunnandi fundi um átaki Ágangur Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Á fundinum fer ungdóms­ nevndin við Guðmundi Guðmundssyni at greiða frá um stuðulssamstarvið millum B36 og KRIS, og umboð fyri løgreglu, Barnabata og Kris fara eisini at siga sína hugsan. Harumframt fara fólk, sum sjálvi hava verið úti fyri kynsligum ágangi sum børn at greiða frá, hvussu oyðileggjandi tað er, og hvussu týdningarmikið tað er, at tey vaksnu og sam­ felagið alt eru opin um hetta og greitt geva til kennar, at kynsligur ágangur ikki kann góðtakast. Stuðul og kunning Talan er um eitt átak, har fyritøkur og einstaklingar fáa høvi at stuðla KRIS, sum er ein sjálvboðin felagsskapur, sum hjálpir fólki, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Men átakið snýr seg eisini um, at kunna bæði børn og vaksin um, at kynsligur ágangur ikki er í lagið. Átakið fer at umfata øll liðini í ungdómsdeildini hjá B36 ­ tvs. eini 3­400 børn í aldrinum 3­15 ár ­ sum fara at spæla í eins leikbúnum við greiðum boðskapi, men ongum frámerki hjá nøkrum einstakum sponsori. Neyðugt er við fíggjar­ ligum stuðli fyri at fáa gongd og tyngd í átakið, og umboð fyri B36 siga, at fyritøkur og stovnar hava tikið sera væl undir við átakinum. Lesið annars meira um tiltakið í Sosialinum í morgin. Fundur fyri B36 foreldrum Øll liðini í ungdómsdeildini hjá B36 fáa hetta kappingar­ árið leikbúnar við áskriftini: Vit eru ímóti kynsligum ágangi Børn við breki undir skúlaaldur hava vánaligar umstøður, og tí er ætlanin í fyrsta umfari at byggja eina hædd uppá hølini hjá Sernámsdeplinum. Roknað verður við, at hetta fer at kosta um 3,5 milliónir krónur Børn Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Landsstýriskvinnan í Menta­ og undirvísingar­ málum, Kristina Háfoss, og landsstýrismaðurin í Al­ manna og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, fingu í seinastu viku handað álit um virðiligar umstøður fyri børn við breki í Føroyum. Niðurstøðan í álitinum er, at Sernámsdepilin og Stuðulsfólkaskipanin, sum húsast í Skúlanum á Trøðni, hava átroðkandi hølis­ trupulleikar. Um nøktandi heildartilboð skulu skipast til børn, ið eru fjølbrekaði og onnur børn við umfatandi brekum mugu hølisviður­ skiftini betrast. Avmarkað álit Arbeiðsbólkurin við Bar­ baru á Tjaldrafløtti sum samskipara var settur longu í juni 2007, men stegður kom í, og ikki fyrr enn beint undan ársskiftinum fór bólkurin veruliga í gongd. Upprunaliga var ætlanin, at bólkurin skuldi hyggja at, hvussu nøktandi stuðul­ tilboð til børnini kann skipast á Sernámsdeplinum, um serbarnagarður skal vera partur av virkseminum hjá Skúlanum á Trøðni, um partar av virkseminum hjá Sernámsdeplinum skal flyt­ ast til heilsuverkið, hvussu hølisviðurskiftini gerast nøktandi á Skúlanum á Trøðni, og hvussu samstarv kann skipast millum Ser­ námsdepilin og Almanna­ stovuna. Men av tí at arbeiðstíðin, sum bólkurin fekk, gjørdist styttri enn ætlað, og av tí at eitt nýtt landsstýrið er skipað, har samgonguskjalið orðar politiskar ætlanir um dagstovnaøki og greining­ arviðurskifti, mælir bólk­ urin til, at ein nýggjur bólkur verður settir at viðgera hesi øki. Álitið avmarkar seg tí til at viðgera, hvuss hølis­ viðurskiftini kunnu gerast nøktandi á Skúlanum á Trøðni, soleiðis at nøktandi stuðulstilboð kunnu vera tøk fyri børn við breki í Føroyum. Tvær byggiætlanir Arbeiðsbólkurin hevur biðið Teknistovuna Magnus gjørt uppskot, hvussu útbyggingin kann gerast. Tvær byggiætlanir eru. Í fyrstu byggiætlan verður ein hædd bygd omaná ta einu lonina. Hetta loysir bert bráneyðuga tørvin, og tí er ætlanin at byggja eini hjáhús á økinum. Arkitekturin metir leys­ liga, at byggikostnaðurin er 3 – 3,5 milliónir krónur. Harumframt kemur kostn­ aðurin av at keypa granna­ ognina, taka hana niður ella flyta hana og at gera park­ eringsplássini. Arbeiðs­ bólkurin staðfestir eisini, at umfatandi umvælingar eru átrokandi í núverandi bygn­ ingum, har tað hevur likið í áravís. Sosialurin hevur roynt at fingið orðið á Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, fyri at spyrja hana, um ætlanin er at seta hetta arbeiðið í gongd beinan­ vegin. Men tað eydnaðist ikki áðrenn blaðið skuldi til prentingar í dag. Soleiðis sær uppskotið til nýggja hædd og nýggjan hjábygning til Skúlan á Trøðni út. Arbeiðsbólkur hevur mælt landsstýriskvinnuni, Kristinu Háfoss, at seta útbyggingina í gongd í ár Skúlin á Trøðni skal útbyggjast Útisetar skulu freistast aftur til Føroya Ein av størstu avbjóðingunum í føroyska samfelagnum er, at fáa ung útbúgvin fólk at flyta heimaftur. Støðan er so álvarslig, at skjótt verða líka so nógv føroysk børn fødd í Danmark sum í Føroyum. Hvat skal til fyri at venda hesi gongdini, verður eitt av evnunum á TransAtlantic Climate Conference í Norðurlandahúsinum 7. og 8. apríl. Danski geografurin Rasmus Ole Rasmussen, sum er serfrøðingur í útjaðara menning í útnorðuri, verður ein av røðarunum á ráðstevnuni. Rasmus Ole Rasmussen er professari á Roskilde Universitet og fer at røða um, hvat kann gerast fyri at støðga flytingini úr Føroyum; um hvussu vælútbúnir føroyingar fáast at flyta heima aftur, og um hvønn týdning ein granskingar­ og útbúgvingarstovnur kann fáa fyri føroyska samfelagið. Eitt av endamálunum við ráðstevnuni er at vita, um grundarlag er fyri at seta á stovn ein altjóða granskingar­ og útbúgvingarstovn í Føroyum við seratliti at burð­ ardyggari menning í havumhvørvinum. ­ Ein tílíkur stovnur kundi verið við til at vent núverandi gongdini og fingið tey ungu at støðast betri í Føroyum, sigur Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. www.industry.fo Joan Páll Joensen