mikudagur 12. mars 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 51 - 12. mars 2008
Føroya Arbeiðarafelag
umhugsar at biðja
samgonguna sleppa
ætlanini um at lækka
blokkin úr Danmark
og heldur brúka
peningin til at avtaka
oljuavgjaldið og til
at bøta um ALS og
barnsburðargrunnin
Ríkisveitingin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hví skal samgongan lækka
ríkisveitingina úr Danmark
og samstundis leggja eyka
byrðar á verkafolki?
Tað var ein spurningur,
sum var til umrøðu á aðal
fundinum í Føroya Arbeið
arafelag um vikuskiftið.
Tað var Harry Benjamin
sen av Toftum, sum reisti
spurningin og hann helt, at
Føroya Arbeiðarafelag átti
at gjørt vart við seg í hesum
máli.
Hann vísti á, at í hesum
valskeiðnum hevur sam
gongan sett sær fyri, at ríkis
veitingin úr Danmark skal
lækka upp ímóti 150 millón
um krónum tilsamans.
Hví skulu vit siga nei til
nei, til hendan peningin,
spurdi Benjaminsen.
Hann vísir eisini á, at
samstundis
ætlar
sam
gongan at bøta um ALS og
barnsburðarskipanina
og
tað merkir, at fólk verða
boydd at betala meir.
Hví skal samgongan
lækka ríkisveitingina úr Dan
mark, samstundis sum hon
ætlar at leggja eyka byrðar á
verkafólkið, spurdi hann.
Hann helt, at tað hevði
verið rættari at brúka hend
an peningin til at bøta um
fólkapensjónina, til at bøta
um ALS og barnsburðar
grunnin og ikki minst, til at
lækka oljugjaldið fyri.
Tað hevði sanniliga mun
að, segði Harry Benjamin
sen.
Hann bað tí staðiliga á
nevndina í Føroya Arbeið
arafelag umhugsa at heita á
samgonguna um at sleppa
ætlanini um at strika ríkis
veitingina úr Danmark og
ístaðin um at brúka peningin
til at lætta um byrðarnar hjá
verkafólki, ístaðin fyri at
leggja eyka byrðar á fólk
afturat.
Ingeborg Vinther helt, at
hetta var ein tanki, sum var
verdur at hugsa meiri um.
Tá ið politikarar taka
avgerðir, hugsa teir ikki um
at tað samstundis verða
lagdar eyka byrðar á lands
ins borgarar.
- Vit fáa bara minni
og minni fyri peng-
arnar og tí er neyð-
ugt at fáa gomlu
skipanin aftur í gildi,
har lønirnar vórðu
prístalsviðgjørdar,
sigur Føroya Arbeið-
arafelag. Tað merkir,
at lønirnar hækka
automatiskt so hvørt,
sum prísirnir fara upp
PRístalsviðgeRð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skipanin, har allar lønir
vórðu
prístalsviðgjørdar,
eigur at verða sett aftur í
gildi, so at lønirnar hækka
so hvørt sum prísirnir í
handlunum hækka.
Tað heldur Føroya Arbeið
arafelag.
Á aðalfundinum um viku
skiftið varð nógv tosað um,
at prísirnir á alskyns vørum
eru so nógv hækkaðar í sein
astuni, at í løntakarar fáa
als onki burtur út teimum
lønarhækkingum, sum eru.
Tvørturímóti
minkar
keypiorkan alsamt og fund
arfólkið umrøddi dúgliga,
hvussu tann gongdin kann
vendast.
Í hesum sambandi varð tos
að um at fáa gomlu skipanina
aftur í gildið, har lønirnar
verða prístalsviðgjørdar.
Gamla skipanin var so, at
hvørja ferð prístalið hækk
aði trý stig, hækkaði tíma
lønin 60 oyru.
Var tann skipanin í gildið
nú, hevði tímalønin í dag
verið 60 oyru hægri enn
hon er nú, tí prístalið hækk
aði so mikið nógv í fjør.
Tað eru nú fleiri ár síðani,
at prístalsviðgerðin av løn
unum varð avtikin í kreppu
árunum.
Men nú er tíðin komin
til at hon verður sett í gildið
aftur og tað fara vit at royna
at fáa politikararnar at gera,
sigur hon.
Hendan gongdin, har
prísirnir hækka meiri enn
lønirnar, kann ikki halda
fram, leggur hon afturat.
Tað endaði við, at aðal
fundurin
hjá
Føroya
Arbeiðarafelag samtykti at
heita á nevndina í felagnum
um at virka fyri at fáa løn
irnar prístalsviðgjørdar.
Hon vísti eisini á, at Før
oya Arbeiðarafelag hevur
heitt á politiska myndug
leikarnar
um
at
taka
oljugjaldið av og at lækka
mvg á neyðsynjarvørum,
eitt nú á breyði og á mjólk.
Hetta hevði serliga komið
teimum lágløntu og pen
sjónistum til góðar.
Hon segði eisini, at Før
oya Arbeiðarafelag ætlar at
fylgja væl við, so at sam
gongan ikki skal sleppa
undan at viðgera hesar
spurningarnar.
Yvir 100 milliónir meiri til
vælferð hjá verkafólki
Samgongan ætlar at lækka
blokkin, samstundis sum
hon ætlar at leggja eyka
byrðar á verkafólkið og tað
ætlanina mugu vit royna at
fáa samgonguna at sleppa,
varð sagt á aðalfundi í Føroya
Arbeiðarafelag um vikuskiftið
Gjald og vald
skulu fylgjast
Ingeborg Vinther
fegnast um, at sam-
gongan ætlar at bøta
um barsilsskipanina,
men skulu partarnir á
arbeiðsmarknaðinum
hava rokningina,
skulu teir eisini hava
valdið
BaRnsBuRðaR
skiPan
Áki Bertholdsen
Nú verður tosað um at
leingja barsilstíðina upp í
eitt ár, og samstundis skulu
páparnir nú fáa álagt við
lóg at vera heima hjá barn
inum ávíst tíðarskeið í hes
um árinum, barnsburðarfar
loyvið varar.
Tað fegnast Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag um á aðal
fundinum í Føroya Arbeið
arafelag um vikuskiftið.
Barnsburðarskipanin
er
ein skipan, sum partarnir á
arbeiðsmarknaðinum sjálvir
gjalda. Men Ingeborg Vinth
er staðfestir, at eins og ALS,
er heldur ikki Barsilsskip
anin nøktandi fyri tímalønt
Ingeborg Vinther sigur
alt gott um, at tað skal vera
møguligt at vera heima hjá
barninum í eitt ár.
Men tað krevur, at inn
gjaldið til Barsilsskipanina
hækkar. Og tað merkir so
aftur, at antin mugu partar
nir á arbeiðsmarknaðinum
gjalda meir, ella má lands
kassin gjalda tað, sum í
restar.
Ingeborg Vinther staðfest
ir, at tað, sum samgongan
ætlar, er, at tað skal vera
arbeiðsmarknaðurin, sum
skal gjalda eykarokningina.
Tá er lagamanni hjá sam
gonguni at leingja barsilstíð
ina, tá ið partarnir á arbeiðs
marknaðinum skulu gjalda.
Men samstundis er tað
eisini ætlanin, at landsmynd
ugleikarnir framvegis skulu
hava valdið á skipanini, so
at teir kunnu áleggja arbeiðs
takarum og arbeiðsgevarum
fleiri og fleiri gjøld.
Men skulu vit gjalda,
mugu vit eisini hava ábyrgd
ina og stýrið á skipanini.
Alt annað er heilt burturvið,
staðfestir Ingeborg Vinther.
Lønin skal upp tá prísirnir fara upp
- Nú er tíðin komin, at seta skipanina í gildi aftur, har lønirnar
verða prístalsviðgjørdar, halda tey í Føroya Arbeiðarafelag
Shell stuðlar Javna
Marknaðarleiðarin hjá Føroya Shell, Niclas Heri Jákupsson, hevur handað
felagskapinum Javna eina peningagávu á 15.000 krónur. Dagligi leiðarin hjá
Javna, Anna D. Háberg, takkaði mangar ferðirnar fyri, og segði, at Javni ætlar
at nýta peningin til eitt PREP skeið, sum verður á Hotel Vágum í september
mánaði. Hettar er eitt hjúnarbandsskeið til pør, sum eiga børn við breki. Í
Danmark og Noreg verður hettar skeið bjóðað foreldrum at brekaðum børn
um. Prep er ikki ókent á okkara leiðum, tó er hettar fyrstu ferð, at tað verður
hildið fyri pørum at brekaðum børnum. Javni vónar, at hettar kann verða eitt
skeið, sum kann haldast í Føroyum hvørt ár ella annað hvørt ár. Niclas Heri
Jákupson sigur, at Shell fegnast um at kunna stuðla slíkum vælgerandi
endamálum – tí hetta er júst í tráð við stuðulspolitikkin hjá felagnum.
Dagtilboð á Mørkini
Í Streymnesi fara tey nú at skipa fyri felagsvenjingum fyri pensjón
istum, sum búgva í Sundalagnum og á Eiði. Dentur verður lagdur á
fyribyrgjandi, viðlíkahalds, og styrkivenjingar. Aftaná verður kaffi
og hugni við ymiskum tiltøkum. Endamálið er at økja nøgdsemið
hjá tí einstaka brúkaranum, og at brúkarin so leingi sum til ber
verður sjálvhjálpin bæði heima og úti. Venjingarnar verða mánadag
og mikudag kl. 1416. Byrjað verður mánadagin 31. mars kl. 14 í
ergo og fysioterapiini. Í sambandi við venjingarnar koyrir bussur til
og frá eftir ynski. Tað eru tær báðar økisterapeutarnir í
Heimatænastuni øki 2: Benadicta Ellingsgaard, fysioterapeutur og
Martha Reyðberg, ergoterapeutur, sum standa fyri venjingunum.