Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 51 - 12. mars 2008 Umboðsráðsval 2008 Valúrslit fyri Umboðsráðið í Ognarfelag Tryggingartakaranna Teir 11 nývaldu umboðsráðslimirnir eru: 1 Ingeborg Godtfred 847 2 Emil Jacobsen 474 3 Dánjal Jakobsen 405 4 Jákup Oluf á Lakjuni 310 5 Árni Jakobsen 301 6 Jákup Egholm Hansen 279 7 Ólavur Samson 269 8 Hallur Thomsen 231 9 Ronald F. Poulsen 230 10 Jóhannus Danielsen 222 11 Marin í Dali 218 Valskeið Valið er galdandi í fýra ár og valskeiðið er at rokna frá d.d. Víst verður til lýsing í bløðunum um miðjan februar um val til umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna. Tórshavn, 1. mars 2008 Ognarfelag Tryggingartakaranna Stjórnin Kongabrúgvin · Postboks 329 · FO-110 Tórshavn Tel 345600 · Fax 345601 · tf@trygging.fo · www.trygging.fo www.sansir.fo Løgtingskvinnan hjá Tjóð­ veldinum, Heidi Petersen, vil hava Helena Dam á Neystabø, landsstýris­ kvinnu í løgmálum, at svara fyrspurningi um Yvirfrið­ ingarnevndina, ið serliga snýr seg um bingjuhavnina á Signabø. Fyrispurningurin er í hesum trimum pørtum: 1. Hvør kannar og hevur eftirlit við, at ásetingarnar verða fylgdar, sum Yvir­ friðingarnevndin setir í sambandi við eitt nú havnabyggingar, eftir at arbeiðið er farið í gongd? 2. Á hvønn hátt er eftirlitið við byggingini av bingju­ havnini á Oyrareingjum framt, hvussu ofta og av hvørjum? 3. Er uppfylgingin av áset­ ingunum hjá Yvirfriðing­ arnevndini til byggimál nøktandi, og eru ætlanir um at gera nakrar broyt­ ingar hesum viðvíkj­ andi? Í viðmerkingunum skrivar Heidi Petersen soleiðis: Fyrispurningurin er fyrst og fremst ein generellur spurningur um eftirlit og uppfylging av ásetingunum, sum friðingarmyndugleikar­ nir seta í sambandi við byggimál. Annars verður eisini sett­ ur ein ítøkilgur spurningur um júst uppfylgingina av ásetingunum, friðingar­ myndugleikin setti í sam­ bandi við bygging av bingju­ havn á Oyrareingjum. Haldi, tað hevur almennan áhuga at vita, hvussu hesi viðurskifti, friðingarmynd­ ugleikin hevur avgerðarrætt á, verða skipað og útint í verki. Tað veri seg, tá lands­, kommunal­ ella privat byggi­ mál eru viðgjørd av friðing­ armyndugleikunum, og myndugleikin hevur ásett treytir fyri byggingini, sum skulu fylgjast, at borgarin so veit, at málið liggur í trygg­ um hondum, og at tað eru kvalifiserað fólk, sum fylgja málunum upp, skrivar ting­ kvinnan hjá Tjóðveldinum í fyrispurninginum. kári Nógv stíð hevur verið um bingjuhavnina á Signabø. Heidi Petersen, løgtingskvinna, vil hava at vita, hvør hevur eftirlit við ásetingum, sum Yvirfriðingarnevndin setir í samband vð havnabyggingar Fyrispurn­in­gur um bin­gjuhavn­ á Sign­abø