mikudagur 12. mars 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 12. mars 2008
13
Í Oyggjatíðindi mikudagin
er ein grein, har Jan Høj
gaard, formaður í fiski
mannafelagnum, skírir sín
mótpart Viberg Sørensen,
formann í reiðarafelagnum
fyri at vera ”hálvan ban
ditt”. Grundgevingin er, at
”Fiskimannafelagið gjørdi
skipini út hjá honum, men
at felagið hevði ringt við at
fáa pengarnar aftur.”
Nú viðvíkir hetta viður
skifti í míni tíð í FF, og er
hetta eitt mál, sum eigur at
verða lýst til fulnar.
Samstundis lýsir hetta
munin á tí hugburði, sum
tá FF stóð og nú stendur
fyri.
Forsøgan um hetta mál
er henda:
Umleið 1990 vóru tveir
spanskir veiðutjóvar tiknir
undir Føroyum. Tað vísti
seg, at teir høvdu fulla last
av havtasku, sum var veidd
við gørnum.
Hetta var ein veiðumøgu
leiki, sum føroyingar ikki
høvdu vitað av. Men tað
var skjótt, at teir fóru at
royna hetta, og ein tann
fyrsti var Viberg.
Í 1993 vóru sáttmála
samráðingar millum FF og
FR. Hetta var í ringastu
krepputíðini, tá ið einki bar
til. Viberg var tá nevndar
limur í FR. Hann hevði
eina trúgv uppá, at tað
eisini kundi bera til at
veiða svartkalva við
gørnum. Her kravdust
onnur gørn enn til hav
tasku, men eingin banki
vildi fíggja eitt slíkt stig.
Tá segði FF, at hesum
skuldi ikki standa á, og
felagið vildi fíggja keyp av
svartkjaftagørnum.
Hetta riggaði sera væl.
Tað var væl at fáa, og væl
kom burtur úr hjá báðum
pørtum. Hetta útvegaði
arbeiðspláss bæði á sjógvi
og landi. Hetta var ein
sólskinssøga frá hesi
krepputíð. Hetta var eisini
eitt gott dømi um eitt
konstruktivt fakfelag, sum
á hendan hátt kundi vera
við til at skaffa veiðumøgu
leikar og harvið arbeiðs
pláss til gagns fyri
fiskimenn og samfelag.
Hetta er ein søga, sum í
høvuðsheitum er positiv.
Men vegna viðurskifti
millum Viberg og og FF,
sum eru avgreidd langt
áðrenn tíðina hjá Jan í FF,
verður hetta mál nú lýst á
ein hátt, sum í høvuðs
heitum er negativur.
Á heimasíðuni hjá FF
stóð einar tveir dagar ein
jánkaslig umbering frá Jan
Højgaard, har hann váttar,
at hann ikki hevur skil á,
hvat hann sjálvur sigur.
At hetta eru lótir sæst av
tí, at henda umbering als
ikki eru komin í blaðnum,
har ákæran varð sett fram,
og har hon tí hoyrir heima.
Tað er eisini greitt, at her
er als ikki talan um nakað
mistak. Longu í januar
frættist somu tíðindi frá
eini skipsmanning, og hon
kann bert vera komin eina
staðni frá. Okkurt meira
uppbyggjandi mátti verið
uppgávan hjá einum
nýggjum formanni.
Slík mannagongd er í
hvussu er nýskapan í
fiskimannafelagnum. Tað
gongur eisini sjón fyri
søgn, hvat ið kann fáast
burtuúr hesum hugburði at
leggja øll í samfelagnum
undir at vera hálvar og
heilar bandittar, sum eisini
er høvuðsinnihaldið í 45
síðurs ársfrágreiðini hjá
felagnum fyri seinasta ár.
Sólskinssøga um svartkalvagørn
– Um hálvar og heilar bandittar:
Óli Jacobsen
Hettar verður skrivað til
tykkum, tí tit eru menta
málaráðharri og formaður í
Løgtings mentanarnevnd.
Og beinanvegin. Hettar
er ikki skrivað ímóti
Tjóðpalli Føroya. Bert ein
heilsan, áðrenn málið fer
heilt av sporinum.
Vit sóu mentamálaráð
harran hyggja upp á um
støðurnar hjá Leikpalli
Føroya – og tær eru avgjørt
ikki góðar. Man kann
næstan siga, at tað var
skomm at síggja, hvussu
vánaligt tað er.
Men eg vil tó líka minna
á, at sjónleikur í Føroyum
er ikki bara Tjóðpallurin –
hóast hann – og eigur –
telur nógv.
Uttan at reypa, so haldi
eg, at eg havi skil fyri
hesum. Havi verið við
síðan 1979 – fyrst í MáF –
15 ár í Leikpalli Føroya –
og nú aftur í MáF.
Og tað er so, at áhuga
leikur er púrasta burtur
gloymdur hesi seinastu
árini.
Stuðulin hevur tey sein
astu árini verið 750.000
krónur. Og har vísir tað
seg, at hann verður
standandi.
Men tær krónurnar
“minka” fyri hvørt ár – tí
alt verður dýrari og dýrari.
Fyri tær fáu krónur, ið
vit fáa, royna vit at veita
stuðul til áhugafeløgni – og
hava skeið á hvørjum ári –
upp til fleiri, fyri at gera
okkum dugnaligari.
Seinasta vikuskiftið varð
skipað fyri scenugrafisk
eiði – um tað at smíða og
gera pall til sjónleik – á
Viðareiði, har eini 1520
fólk luttóku. Vit høvdu
danskan lærara – og spyr
tey, ið luttóku, hvussu væl
eydnað tað var – og hvussu
nógv tey lærdu.
Í døgunum 30. apríl – 4.
mei verður skipað fyri
Leiklistarskúla á Føroya
Fólkaháskúla, har undirvíst
verður í Leiklist (15 fólk),
leikstjórn (9 fólk) og At
skriva til pall (7 fólk).
Sum lærarar verða tríggj
ar navnframir – og dugna
ligir íslendarar.
Men ikki tykkum at siga.
Tað kostar.
Vit prioritera tað høgt, at
vit gerast betur og betur –
og tað er eitt fantastiskt
sjálvboðið arbeiði, ið
liggur aftan fyri hvørt
einasta projekt, ið áhuga
leikarar skipa fyri.
Eisini “satsa” vit uppá,
at vit fáa føroysk leikrit, ið
er ein “mangulvøra”.
Vit ynskja ikki, at taka
frá nøkrum – men bert, at
vit eisini kunnu “liva” .
Eg var ein av teimum, ið
arbeitti fram í móti at fáa
Tjóðpall Føroya settan á
stovn. Bæði sum nevndar
limur í MáF og sum nevnd
arlimur í Leikpalli Føroya
– og nú aftur í MáF, tilsam
an nú í 29 ár.
Men eg má siga sum er.
Eg eri ógvuliga skuffaður.
Tí síðan Tjóðpallurin var
settur á stovn, eru vit bert
gjørd minni og minni. Ikki
tí at tey eru ov stór – men
tað verður ikki virðismett,
tað arbeiði, ið áhugaleik
arar gera.
Og sum ein tók til á
seinasta aðalfundi hjá MáF.
Ongin byrjar sína sjónleik
arakarrieru á Tjóðpallinum.
Tað verður byrjað úti í
áhugafeløgunum.
Øll, ið eru í Tjóðpalli
num í dag og tey sum hava
verið har – frá stjóra til
leikarar – eru byrjaði í
einum áhugafelagi.
Og verður áhugaleikurin
ikki lív lagað, doyr allur
sjónelikur í Føroyum.
Og tað var væl ikki
meiningin?
PS: Nær verður
Leiklistarráðið mannað av
nýggjum?? So vítt eg veit,
átti tað at verið gjørt fyri
langari tíð síðan.
Kristina Háfoss/Bill Justinussen
JÓgvan e. Ósá
Áhugafelagið
Bygdabjarging
v/ Høgna Johansen, Olga
Johansen, Per G. Pedersen,
Ingun Helmsdal, Evald Joen
sen, Martina Sørensen
Signabøur. Anna Arabo,
Thomas Arabo Oyrareingir
Havnin er frá náttúrunar
hond brimpláss. Gjøgnum
tíðina so hevur tað eydnast
at fingið Eystaru og Vest
aru vág rímuliga kyrrar.
Hugsjónin um at Tórshavn
ar Havn skuldi blíva ein
stór góðshavn, hon hevur
spælt fallit. Úrslitið er, at
vit í dag hava eina stórt
sæð óbrúkiliga havn á
Sundi og eina líka óbrúki
liga havn á Skansabogu
num. Nú er so túrurin kom
in til at gera eina óbrúki
liga havn á Oyrareingjum.
Gud viti hvussu leiðslan
í Tórshavnar Havn hugsar
tá ið teir útbyggja.
Vit minnast øll ta tíðina,
tá ið Smyril og Norrøna
vóru í gerð. Tá var ein ætl
an gjørd, har bæði skipini
skuldu liggja á Bursatanga
í senn við afturendanum
inn ímóti Kongabrúnni. Nú
skipini eru komin, so duga
øll at síggja vitloysi í hesi
ætlanini.
Tað sum kanska er meira
ørkymlandi er, at tað var
ikki vit og skil í Tórshavnar
Havn, ið steðgaði ørskapin
um, men ein friðingarnevnd.
Fyrsta “næstan
vanlukkan“ á Kollafirði
Útbyggingin á Oyrareingj
um er ørskapur út frá so
nógvum sjónarmiðum.
Hyggja vit fyrst eftir teim
um teknisku fortreytunum,
so er ógvuliga trongligt og
veðurhart, og økir har tað er
veruligt dýpi til stór skip er
ógvuliga avmarkað, so her
er ikki nógv at geva út av
um allar manøvrur ikki
rigga perfekt.
17. februar høvdu vit so
tí fyrstu “næstan vanlukk
una“. Hugtakið verður
brúkt í flogferðsluni. Um
teir hava eina slíka, so
verða kanningar settar í
verk, so støðan ikki skal
endurtaka seg.
Hendingin var í stuttum
hendan. Ein stórur trolari
kom inn gjøgnum fjørðin.
Nakað úti á byrjar hann at
floyta áhaldandi. Skipið
hevði hampuliga ferð og
týðuligt var, at tað fekk
ikki steðgað. Tá tað kom
inn ímóti kaiini, lá eitt
annað far fyri. Tíbetur var
motorurin í gongd og
manning umborð. Hettar
farið fekk so akkurát
smoygt seg út undan gron
ini á togaranum, ið endu
liga steðgaði næstan uppi á
landi. Tá ið hesin so skuldi
flyta á tað plássið, hann
uprunaliga hevði ætlað
sær, sá tað út sum hann
stóð á botni aftan.
Her vóru vit so sekundir
og nakrar fáar metrar frá
einari vanlukku, ið kundi
spilt okkum allan fjørðin.
Eingin hevur lætist um
vón um hendingina. Hon
er helst “feiað“ undir eitt
ella annað gólvteppi, sjálvt
um heilt greitt átti at verið
kannað nærri.
Árin á búplássið – larmur
Hyggja vit so at tí árini, ið
hendan útbyggingin hevur
á búfólkið, ið býr rundan
um, so er tað ikki smáveg
is. Hettar sama kvøld sum
umrødda hending fór fram,
komu onnur skip inn og í
tvey døgn var tað sum at
sova í einum maskinrúmi.
Ikki tí hettar hevur verið
lívið nú í nøkur ár, men
hettar kvøldið bar av.
Nú eru so ljóðmátingar
gjørdar. Hesar verða nú
mettar av kønum fólki og
sammettar við lógarkrøv
her og aðrastaðni, og okk
urt bendir á, at leiðslan í
Tórshavnar Havn er í ferð
við at fáa sína triðju ónýtu
ligu havn.
Árin á búplássið – dálking
Og so er tað dálking. Vit
ganga so frelst og seta
roykiforboð allastaðni, har
vit kunnu koma til tað, tí
sigaretroykur dálkar. Sam
stundis góðtaka vit, at
bæði Kadlbaksfjørður og
Kollafjørður í góðum veðri
eru bláðir av tungoljudiesel
royki – mest vandamikli
dieselroyki yvirhøvur.
Ein fantastiskur dupult
moralur!
Ímeðan strong krøv
verða sett til spillvatni frá
Vestsalmon, so verða kon
tainarar vaskaðir í fjørðuni
akkurát sum tað bara hoyr
ir til. Eingin veit hvat
hevur verið í áðrenn.
Niðurstøða
Alt hettar projektið hjá
Tórshavnar Havn er eitt
dømi um eina ómetaliga
vanvirðing av teimum, ið
búgva runt fjørðin. Tað er
bara ein spurningur um tíð,
nær okkurt heilt álvarsamt
hendur. Tá nyttar lítið at
standa og gráta um, at vit
og skil ikki bleiv brúkt.
Tá ið landsins lógir, ið
skulu gagna borgarunum
verða mettar sum foringar
hjá kommunum, tá er eti
ska støðið vorðið ov lágt.
Ikki tí alt hettar meir og
minni systematiska svansið
við at byggja “hálvar havn
ir“ fyri hundraðtals milli
ónir, kemur nokk at for
bjóða seg sjálvt.
Tórshavnar Býráð má
nokk síggja í eyguni, at
vinnuøkini inni í firði í
Kollafirði ikki kunnu nýtast
til annað enn vanligt ídnað
ar og tænastuvirksemi.
Bygdabjarging er áhuga
felag hvørs endamál er at
varveita og tryggja góð
livilíkindi í bygdunum í
Tórshavnar kommunu.
Serligur dentur verður
lagdur á at steðga virksemi,
ið larmar, dálkar ella í aðrar
mátar nervar, og fær livilík
indini í bygdunum at versna
bæði fyri fólk og fæ.
Felagið hevur í dag
omanfyri 150 limir.
Útbyggingar hjá Tórshavnar havn