Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 51 - 12. mars 2008 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Jóhan Hansen á Nesi, vanliga nevndur Jóhan í Gerðinum, andaðist mánadagin á Lands­ sjúkrahúsinum, 71 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapelli­ num mikudagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni hós­ dagin klokkan 13. Sung­ ið verður úr sálmabókini. Tey ið ynskja at minnast Jóhan, kunnu lata eina gávu til Fríðrikskirkj­ una. Petur Andrew Peter­ sen, prestur í Keyp­ mannahavn, ættaður úr Fuglafirði, andaðist í Keypmannahavn leygar­ dagin, 80 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Samuelskirkjuni í Keyp­ mannahavn leygardagin kl. 13.30. Andlát og jarðarferðir Dagurin 13. mars. Macedonus, deyður umleið ár 300. Tikin av døgum saman við konuni Patriciu og dóttrini Modestu. Grækarismessudag 12. mars fyllir Leivur Johanne­ sen í Havn 70 ár. Átjan ár og egnan bil, enntá við hvítum ringum á dekkunum. Tá á døgum vóru ikki so nógv bilmerkir at velja ímillum, men koyrdu tú ein »Austin of England«, við rættningsvís­ ara sum sat millum hurð­ arnar, og sum brast upp tá tú annaðhvørt vísti av til høgru ella vinstu, og radio við antennu so høga at hon rakk langt upp um myndina, og viðførisstativ á takinum, har súgvikopparnir ikki vóru sterkir nokk, men leðurreimar skuldu til fyri at halda honum uppá pláss, ja, so var tú vælkoyrandi. Einasta minus við bilinum var, at bilførarin mátti seta seg inn í bilin høgrumegin ­ hetta var bert í stutta tíð, tí lásið á sjafførhurðini fingu teir seinni at rigga. Í hesum bilinum hendi mangt og hvat. Tað einu ferðina var um reppið at bilurin fór í luftina. Í ein mansaldur var vanligt, at ungdómurin í Havn møttist á Vaglinum nýggjársaftan fyri at skjóta nýggja árið inn. Eisini vóru tað teir, sum koyrdu runt í býnum og blakaðu fýrverk út gjøg­ num bilrútin, og tað var undir einum slíkum túri, at tað mundi enda galið. Leiv­ ur og hansara vinmenn vóru ein slíkan biltúr í 1959, fýr­ verkið høvdu teir liggjandi á setrinum, meðan fest varð í við sigarettum. Leivur roykti Golden Shag og »ball« sigarettir, sum vóru herviligar at drússa. Øðrvísi var við vinmonnunum, teir royktu amerikanskt fram­ leiddar sigarettir, onkur teirra roykti »Pall Mall«, onkur annar »Long« og hin triði mentolsigarettir av merkinum »Cool«. Eftir óhappið vóru allir samdir um, at tað var »ballið« hjá Leivur, sum hevði fest í. Bil­ urin fór illa, men verri var við grøn/gula jakkanum við brúna pelskraganum, sum Leivur var í, hann fór so illa, at hvørki skraddararnir Vagner ella Sigurskjold kundu lappa hann aftur. Leivur Johannesen 70 ár Boys in A Band millum tólv finalistar Boys in A Band eru millum tey 12 nøvnini í final­ uni, sum eru eftir í kappingini í Glastonbury New Talent 2008, eftir at dómarar hava sáldað nøvn í túsundtali burtur Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Boys in A Band eru aftur í kapping og klára seg væl í Glastonbury New Talent 2008. Teir 12 finalistarnir spæla fyri dómarunum 28. og 29. mars og endaligi vinnarin spælir á stórum palli til festi­ valin í Glastonbury 27. til 29. juni. Almenningurin sleppur eisini at atkvøða millum teir 12 finalistarnar, sum allir eru at hoyra á heimasíðuni http://news.q4music.com/2008/03/glastonbury_new_ talent_2008_fi.html Leivur Johannessen í sínum »Austin of England« Ja, nú eru 51 ár síðan hesir báðir garparnir sungu »Eitt sunnukvøld í plantasjuni«. Forsangarin, Leivur Jo­ hannesen, sum eisini er ein frálíkur harmonikuspælari fyllir í dag sjeyti. Guitarin, sum Jákup Mouritsen (Aggo) spælir upp á, er ein »Levin«, eitt merki sum ikki fæst meira, men sum er nógv eftirspurt »world wide«. Haldi meg kenna hurða­ geriktini og hondtakið aftur, er tað so, er myndin tikin yviri í Lon. Dreingirnir eru í stívasta puss, uttan iva eru teir á veg í býin at »trola«. Tillukku við degnum Leiv­ ur! Kenningar