Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 12. mars 2008 15 Lívið og náttúran í Fuglafirði seta sín serliga dám á listaframsýning á Falster seinni hendan mánaðin Listaframsýning Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Á páskum fara listamenninir Frits Johannesen, Øssur Mohr og Heðin Kambsdal at hava felags listaframsýn­ ing á Galleri Arleth á Falster. Sum kunnugt eru teir allir úr Fuglafirði, og tað fer eisini at seta sín serliga dám á framsýning­ ina, sambært stigtakar­ arnum. Føroyska ljósið Á Galleri Arleth fegnast tey um høvið at vísa ymisktlitta Føroyska ljósið í tulkingum hjá trimum so ymiskttátt­ aðum listamonnunum. Í skrivi frá gallarínum verður víst á, at Fuglafjørð­ ur er ein virkin lítil býur, har stórir trolarar úr øllum Europa dagliga landa sína veiðu, meðan bygdafólkið samstundis livir siðbundna bygdalívið við seyðahaldi og hoygging. Tað er millum annað hesir mótsetningar saman við skiftandi ljósi­ num, sum ganga aftur í myndaligu tulkingunum hjá Fritsi Johannesen, Øssuri Mohr og Heðini Kambsdal. Naivt og dramatiskt Myndirnar hjá Frits Johannesen hava ofta ein naivan dám – ein máliháttur, sum kanska hongur saman við skapandi arbeiðinum saman við børnum, sum altíð hevur spælt ein stóran leiklut í lívinum hjá lista­ manninum og læraranum. Við bæði álvara og humor og ikki minst musikaliteti málar Frits Johannesen poesiin í føroysku tilveruni. Hóast Øssur Mohr er tann yngsti av teimum trimum listamonnunum, hevur hann longu vunnið altjóða viðurkenning. Øssur Mohr sýnir javnan fram runt um í Europa, har hansara kenslu­ liga ekspressionistisku málningar hugtaka. Hann hevur gjørt tað til sítt eyðkenni at vísa skiftandi huglagið, tá ljósglottarnir fara dansandi eftir føroysku fjøllunum. Sum listamaður bleiv Heðin Kambsdal tíðliga ávirkaður av impressionis­ muni hjá Jóannis Kristian­ sen, sum serliga sæst aftir í mátanum, Heðin Kambsdal manir fram ljósið í myrkrinum. Eitt av gjøgnumgangandi myndevnunum hjá Heðini Kambsdal er Blábjørg, sum reisa seg myrk og svinn yvir lívið í bygdini. Í mynd­ unum hjá Heðini Kambsdal er ljósið altíð nærverandi, ofta leikandi lætt, men tá myrkrið gerst tættari gerast tær dramatiskar, sum fáar. Framsýningin á Galleri Arleth letur upp 20. mars og verður at síggja fram til 4. mei. Á páskum fara tríggir fuglfirðingar at seta sín dám á framsýning á Gallerí Arleth á Falster Úr Fuglafirði til Falster Myndirnar hjá Frits Johannesen hava ofta ein serliga naivan dám Ljósið í myrkrinum geva ofta málningunum hjá Heðini Kambsdal eitt serliga dramatiskt huglag Ljósglottar, sum fara dansandi eftir fjøllunum kring Fuglafjørð, er vorðið eitt av eyðkennunum hjá Øssuri Mohr sum listamanni Í gjár kom heimskenda skaldsøgan hjá Pär Lagerkvist, Barabbas út á føroyskum í týðing eftir Eilif Samuelsen týðing Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í gjár gav forlagið Hemlið út klassikaran Barabbas eftir Pär Lagerkvist. Tað er Eilif Sam­ uelsen, sum hevur týtt bókina til føroyskt. Rótleysa menniskja Hóast skaldsøgan Barabbas kom út longu í 1950, stendur hon enn sum ein bæði beinrakin og viðkomandi lýsing av modernaða menniskjanum. Søgan er bygd yvir tann søguliga Barabbas, ránsmannin, sum varð latin leysur í staðin fyri Jesus. Í Barabbas lýsir Pär Lagerkvist rótleysa skeptikaran, sum leitar eftir meining og kærleika í einum heimi uttan Gud, men sum verður verandi innilæstur í sínum egna veruleika. Trúarkreppa Bert hjá fáum øðrum rithøv­ undum, eitt nú hjá Albert Camus, fáa vit eina so sterka lýsing av modernaða menniskjanum í djúpari trúakreppu. Ritverkið hjá Lagerkvist snar­ ar støðugt kring spurningar sum óndskap, ræðslu fyri deyðanum og um, hvørt Gud er til. Sjálvur gjørdi Lagerkvist uppreistur móti strangu trúnni hjá foreldr­ unum og segði hann seg vera ”Ein trúgvandi uttan trúgv, ein religiøsur ateistur” Í 1951 fekk Pär Lagerkvist Nobelvirðislønina fyri bókmentir. Til ber at lesa fyrsta kapittul í føroysku týðingini av Barabbas á heimasíðuni hjá forlagnum www.hemlid.fo Barabbas á føroyskum Skaldsøgan Barabbas er ein viðkomandi lýsing av rótleysa, modernaða menni­ skjanum