mikudagur 12. mars 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 51 - 12. mars 2008
tíðindi
Eftir átta ár í Svøríki, har Marjun
Bæk avloysir fyrrverandi klaks
víksprestin, Henning Bøgesvang,
er hann nú fluttur heimaftur til
Føroya. Fyribils hevur Bøgesvang
tikið eitt avloysarastarv upp á
hálvt ár á Gjaranesi, eftir at Jógvan
Fríðriksson er vorðin biskuppur
Í fyrstu prædiku síni sunnudagin í Sjóvar
kirkju tosaði Henning Bøgesvang út frá
dagsins teksti, tá eingilin bað Mariu vera
móðir at Jesusi.
Bøgesvang setti hetta í samband við
nútíðina, har hann vísti á, at nógvir falskir
profetar eru uttanum okkum.
- Maria var ongantíð í iva, og tað vil
altíð vera ein persónlig avgerð, um vit
trúgva upp á tað, vit hoyra, sigur Henning
Bøgesvang.
Presturin ávarar ímóti religiøsum
fanatikarum, sum ikki eru annað enn
falskir profetar. Teir finnast eisini her hjá
okkum, vísir hann á.
- Hvør einasti persónur hevur sítt loyni-
liga rúm, har man ger upp við seg sjálvan,
hvat er rætt, og hvat er skeivt. Tí skal man
ikki lata seg villeiða, men brúka sína egnu
intuitión, tí einans hon kann hjálpa tær við
at taka ta røttu avgerðina. Tað er ein spurn-
ingur um at liva eitt rætt lív, og ikki eitt
fanatiskt lív, sigur Henning Bøgesvang.
kári
Bøgesvang
ávarar móti
følskum
profetum
Komandi seks mánaðirnar fer Henning Bøgesvang at virka sum prestur í Sjóvar prestagjaldi
Fráfarni presturin á Gjaranesi, Jógvan Fríðriksson, sum nú hevur tikið við
sum biskuppur, var sjálvandi eisini tilstaðar í Sjóvar Kirkju sunnudagin
Myndir: Kjartan Madsen
Nógvir strandingar vóru komnir í kirkju
sunnudagin at heilsa upp á »nýggja« prestin