mikudagur 12. mars 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
8. partur
Fiskiveiða eftir
menniskjum
7. mai 1913
Tað er gott at síggja, hvussu
náttúran fer úr frystu vetrarkápuni
og letur seg í aðra í grasgrønum
summarlitum. Trø og blómur
eru veruliga sjáldsom her. Men
kunnu vit ikki “undrast yvir liljuna
á markini” kunnu vit tó undrast
á grasið og takka Gudi fyri, at
hansara trúfesti aldri svíkur.
Fiskiveiðan er ikki so góð, sum
hon hevur verið, men okkara Gud
nýtir ymsar mátar fyri at manna
børnini skulu síggja teirra hjálpar
loysi, so tey kunnu venda sær til
Hansara, sum hevur mátt at geva
teimum fisk, og sum leingist eftir
at bjarga sálum teirra.
Mangar dyr eru opnar fyri
evangellinum. Biðið saman við
okkum til náðiríka Faðir okkara
um, at Hann má hjálpa okkum at
nýta teir møguleikar, sum eru.
Í Tórshavn doypti eg 9. februar
fýra trúgvandi og fýra afturat
sunnudagin eftir. Summi av hes
um hava verið umvend í longri tíð.
Seinnapartin í februar vóru vit á
Viðareiði. Har er ein blómandi sam
koma við um 25 fólkum, sum savn
ast um orð Guds. Vit høvdu møti
hvørt kvøld í 10 dagar og gleddust
um at síggja úrslit av evangeliinum.
Trý trúgvandi vórðu doypt.
Fyrra partin í mars høvdu vit
nøkur evangelisk møti í Sørvági.
Síðan fóru vit við Smiril til Klaks
víkar. Vit høvdu evangelisk møti
á páskum í bygdahúsunum, sum
vit leigaðu. Her komu nógv og
áhugin var stórur.
Okkara sangir vóru sungnir og
murraðir á gøtum og í heimum.
Eg ivist ikki í, at evangeliski
boðskapurin, sum sáddur varð í
mong hjørtu, fer at hava týdning
fyri ævinleikan.
Eitt kvøld, vit vóru har, komu
tvær sluppir av Viðareiði inn,
og skipararnir komu á møti við
manningunum. Ellivu vitnisburðir
vóru frambornir tað kvøldi um
frelsandi og varðveitandi megina
hjá okkara Harra og Frelsara.
Hóast skipararnir ikki høvdu
fingið nakra serliga fiskiveiðu,
so eydnaðist hendan veiðan
kortini væl. Fýra av manningini
vórðu umvendir umborð á øðrum
skipinum og tveir umborð á
hinum, síðani teir fóru út hendan
túrin. Tað var rørandi at hoyra
teirra erligu vitnisburðir, og
nógv vórðu rørd til tár, tá ið
hesir ungu fiskimenn søgdu frá,
hvussu teir høvdu tikið í agnið á
evangelliinum og vóru lendir trygt
á klettinum. Gleðin og friðurin var
teirra nú. Ja, mong sóu og skiltu,
at tað er kraft í Kristi blóði.
Aftaná vóru vit nakrar dagar
í Fuglafirði, har tað búgva tvær
systrar og ein bróðir. Tann seinni
er ein nýliga umvendur drykkju
maður. Biðið fyri teimum. Tey
uppliva ikki smávegis av atsókn.
Vit høvdu eitt stórt útimøti har og
vitjaðu nøkur hús. Á vegnum aftur
til Havnar vitjaðu vit í Søldafirði.
Eg eri fegin um at kunna siga,
at kæri Mr. Sloan hevur eina
hampiliga heilsu, og hann er ofta
við á møtunum. Vit hava framúr
útimøti í Havn beint nú.
Eggjandi virksemi
17. oktober 1913
Sum eg skrivi er illveður, og
húsini ristast. Sjógvurin, sum fyri
løtu síðani var spegilsblankur, er
nú í andarisi.
Tað kennist gott at vera í lívd,
eins og vit hava eina signaða lívd í
Krisusi. Nú er árliga fiskiveiðan av,
og tað hevur gingist hampiliga væl.
Teir báðir brøðurnir, sum eg
nevndi í seinasta brævi mínum,
eru heima. Á túrinum hava fýra
á øðrum skipinum vitnað um
sína umvending, og á hinum eru
tað ikki færri enn níggju, sum
gleðast í frelsuni. Teir kunnu ikki
tiga, men mugu fortelja øðrum
um teirra nýfunna Frelsara.
Hetta er sanniliga gott fiskarí.
Prísa Gudi saman við okkum.
Vit siga altíð teimum trúgvandi,
at tey eru frelst til at verða
menniskjafiskimenn.
Okkara summararbeiði í evan
geliseringini hevur verið sera
eggjandi. Í juni vóru vit her á
leiðini i Havn, og tað vóru stór
útimøti. Í juli vitjaðu vit Vág og
Porkeri, har vit býttu út traktatir
og hildu nøkur møti. Fólkið hevði
tó nógv um at vera uttandura.
Seinast í mánaðinum vóru vit á
Viðareiði, har vit høvdu lívgandi
møtir saman við teimum trúgvandi,
og fýra vórðu doypt. Hetta vóru
eini hjún og konurnar hjá tveimum
brøðrum í samkomuni.
Í august fekk eg møguleika
at fara ein túr í Sandoynna,
har eg vitjaði fimm bygdir við
evangeliinum. Í tveimum bygdum
fekk eg dansistovuna til møtir,
og her var fitt av fólki. Her var
vístur stórur áhugi og fleiri ynsktu
bíbliur. Hesar havi eg altíð við
mær. Síðan eg kom aftur, havi eg
fingið signað brøv frá nøkrum
persónum á Sandoynni. Eg vitjaði
eisini Skúvoy, og fólk har bóðu
okkum um at koma skjótt aftur.
Í september var eg aftur eina
viku á Viðareiði, og haðani fór
eg við maskinbáti til Kunoyar og
Kalsoyar, har eg hevði góð møtir í
roykstovum. Síðan fór eg umvegis
Klaksvíkar til Fuglafjarðar, har
eg hevði útimøti í átta kvøld,
umframt at eg hevði heimamøtir
fyri tey fáu trúgvandi har.
Tað hevur verið biðið nógv fyri
einari gamlari konu, sum eigur
tríggjar synir í samkomuni. Hon
hevur funnið frið við Gud og játtar
Kristus alment. Hon hevur verið ein
stórur andstøðingur til sannleikan.
Presturin varð sendur at tosa
Eitt dramatiskt lív fær enda
Daniel J. Danielsen hevur havt eitt sera dramatiskt lív. Heilsan er farin, og nú nærkast endanum.
Hann fer niður at fáa viðgerð í 1916. Hann klárar júst heim aftur, tá ið hann slóknar. Men søgan
hjá honum livir. Vit prenta seinasta partin av frásøgnunum í bretska missiónsblaðnum Echoes of
Service. Vit hava eisini onkrar myndir afturat úr Congo
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Hetta er ein av myndunum, sum vóru í Echoes of Service samband við greinirnar hjá Daniel. Myndin er pentað í 1905
og er frá stórhvalaveiðu
Hendan myndin er av samkomuni í Hvalba. Í aftara rað síggjast f.v.:
Dánjal Poulsen, Elsba Frederikka, Elisabeth, giftist við Jákup í Skálavík, Johan, Jákup.
Fremra rað: Dánjal Johann Thomsen, Poulina, Kristina og Hans J. Mikkelsen, sum seinni giftiust og búðu í Havn.
Elsba Frederikka giftist við Hans Hendrik Hansen av Eiði. Tað var hjá teimum at Lina, kona Daniel J. Danielsen, búði,
meðan maðurin var innlagdur í Keypmannahavn