mikudagur 12. mars 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
19
nr. 51 • 12. mars 2008
við hana, men hon segði, at fyrr
hevði hon verið blind og livað í
myrkri, men nú sá hon. Tað var
ikki nógv at siga. Tað ber ikki til
at avnokta lív, tað talar fyri seg
sjálvt. Hesi nýumvendu kunnu
rokna við forfylging. Biðið at tey
mugu blíva hildin støðuføst, og at
tey mugu lata seg leiða av Guds
orði aleina.
Í Sandoynni, har Dollin vitjaði, eru
tvær smáar samkomur í Skálavík
og Sandi.
Tað sama er í Kalsoynni.
Jarðarferðin hjá
Sloan
14. september 1914
Eg var staddur i Porkeri, og beint
fyri morgunmøtið frætti eg, at
okkara kæri bróðir Mr. Sloan
var heimkallaður. Dagin eftir fór
eg til Havnar við motorbáti, og
seks brøður úr tveimum smáum
samkomum í Suðuroy vóru við.
Jarðarferðin var týsdagin, og
veðrið var av tí besta. Brøður
komu av Viðareiði og Sørvági at
fylgja. Kistan var dagin fyri sett
inn í salin Ebenezer, og mong
havnarfólk komu inn at síggja
hetta friðsæla andlitið eina ferð
enn. Salurin fyltist skjótt, og
mong stóðu uttanfyri.
Stundin var hátíðarlig. Øll
kendu saknin av einum sonnum
vini. Nakrir sangir, sum Sloan
dámdi so væl, vórðu sungnir,
og so høvdu Brend og eg ein
stuttan evangeliskan boðskap.
Síðan bóru átta brøður kistuna
í kirkjugarðin. Fylgið var tað
størsta, sum hevur verið í Havnini
til jarðaferð. Prósturin var við í
fylginum, somuleiðis tveir prestar
og aðrir leiðandi menn. Her vóru
høg og lág, religiøs og ikki-religi-
øs vóru millum teirra, sum vildu
æra okkara farna bróðir og fylgja
honum til gravarbakkan.
Brend og eg søgdu nøkur orð
á grøvini, meðan henda stóra
mannfjøld við virðing stóð hjá.
Okkara bróðir er nú heima
hjá Harra sínum eftir nógv ára
tænastu á hesum einsamøllu
oyggjum.
Tey fyrstu árini vóru merkt
av andróðuri og royndum, og
Sloan mátti mangan ígjøgnum
forfylging. Samkoman í Føroyum
hevur mist ein faðir, ein hirða og
ein sera heiðurligan verkamann
fyri evangeliinum. Í truplum
tíðum hevði okkara bróður altíð
vís ráð at geva, og alt grundaði
hann á: “sum Harrin sjálvur
segði”. Tá tað gekk væl, var
hann tann glaðasti av okkum,
og hansara størsta eydna var at
hoyra um, at sálir vóru vunnar
fyri meistaranum. Tá fólk kom frá
fjarskotnum bygdum og segði frá
onkrum, sum hevði játtað trúgv,
lyfti hann hondina og segði:
“Latið okkum saman takka Gudi
fyri Hansara góðsku og biðja um,
at enn størri ting skullu henda”.
Hansara arbeiði og lív talar
framvegis, og minnið um hann
verður ikki gloymt.
Fyrireika blaðútgávu
Í 1915 skrivar Echoes of Service:
Harra og frú Danielsen hava
vitjað nøkur fjarskotin pláss. Í
Sørvági eru nøkur av børnunum
hjá teimum trúgvandi eisini komin
til Kristus.
Harra Brend og Harra Danielsen
hava eftir inniliga bøn avgjørt
at fara undir útgávu av einum
evangeliskum blaði, sum skal eita
Naade og Sandhed. Tað er longu
heilt fitt av haldarum. Tað er stórur
tørvur á einum slíkum tíðarriti í
Føroyum. (Hetta var umrøtt í fyrsta
parti). Danielsen biður okkum
takka teimum vinum, sum hava
sent honum Echoes.
Ein sesong av
signingum
19. februar 1915
Skipaferðslan til og úr oyggjunum
hevur verið sera órógvað undir
krígnum, og avleiðingarnar hava
verið álvarsamar fyri fólkið, tí allir
prísir eru hækkaðir nógv. Vit eru tó
sannførd um, at okkara alvísi Gud
og elskandi faðir, sum ræður yvir
øllum, ger alt tað besta fyri okkum.
Mong eru gjøgnum trupulleikar
og mótgongd drigin til frelsarans
føtur, og okkara evangeliska ar-
beiði hevur verið stórliga signað.
Í desember vóru vit á eini vitjan
í Norðoyggjum, har tað hetta
seinasta árið eru fleiri konur,
sum eru blivnar einkjur og harvið
eru eisini faðirleys børn, eftir
at forsyrgjari teirra er farin á
sjónum. Takkað verið stuðul frá
vinum í London vegna minnis-
grunn Alexander Grant’s (ein kina
trúboðari), havi eg verið førur fyri
at lata hesum einkjum hvør sína
bíbliu, og tær eru móttiknar við
tøkk.
Tað er kanska komið nakað av
blandi í árstølini. Feigdarárið í
Norðoyggjum, sum Dollin skrivar
um, má hava verið 1913. Tá
gekk húsaskonnartin Marianna
burtur við allari manningini. Ein
bátur úr Svínoy gongur burtur
13. desember við 6 monnum. 23.
desember hvørva tríggir bátar úr
Norðoyggjum í einum illveðri við
19 monnum.
Ein av hesum var av Skarði og
varð orsøkin til, at bygdin varð
niðurløgd. Minst fimm menn
fórust aðra staðni frá í Føroyum.
Tað var sera eggjandi fyri okk-
um at síggja Guds fólk har norðuri
hava heilagleika í lívinum, og at
Harrin leggur afturat teimum,
sum hava tikið ímóti frelsu.
Í januar hevði eg eina røð av
møtum í Vágum. Tað kom nógvur
áhugi til sjóndar, og vit sóu
ávøkst fyri ævinleikan.
Eitt kvøldi aftan á møtið vóru
fýra børn av kristnum foreldrum,
sum grótu undir byrðini av synd-
um sínum, og dagin eftir játtaðu
tey, at tey høvdu litið á, at Kristus
hevði borið syndir teirra.
Vit eru beint komin heim úr
Suðuroy. Í Vági leigaðu vit ein
almennan sal og høvdu seytjan
møtir. Vit høvdu ta gleði at hoyra
og síggja syndarar finna frið við
Gud. Summi kvøld vitnaðu fólk
um frelsandi og varandi kraftina
frá Jesusi, og vit gleddust um at
síggja fruktir av seinastu vitjanini
hjá Brend á hesum plássi. Prátið
í bygdini hevur mest verið um
møtini og um tey, sum játta Jesus.
Satan hevur nýtt øll síni vápn at
forða fólki í at koma til møtini, so
fólk, sum knúgva undir synda-
byrði, hava verið forðað í at hoyra
lívgevandi orðið. Biðið fyri slíkum.
Í húsunum, har vit gistu, vóru
sjey børn. Ein drongur, sum er
átta og eitt hálvt ár, var hjarta-
sorgin hjá kristnu foreldrum
hansara. Aftaná møtið eitt
kvøldi eggjaði mamman honum
til at taka ímóti Kristusi. Tíðliga
næsta morgun sá pápi hansara
hann liggja á knæ við songina. Í
bønini eftir morgundrekka luttók
drongurin fyrstu ferð takkandi
Gudi fyri at hava givið Sín son at
doyggja fyri hann.
Nógvar ferðir hendan veturin
havi eg havt trupulleikar við
heilsuni. Tað er eftir øllum at
døma galið við hjartanum, men
nú er tað eitt sindur betri. Biðið
fyri mær. Kona mín hevur verið
før fyri at vera við mær á øllum
mínum ferðum í vetur og hevur
soleiðis kunnað hjálpt mær.
Sum eg skrivi, havi eg fingið
eitt bræv frá næsta plássinum,
sum vit ætla at vitja, nevniliga
Hvalba. Tey siga, at undir grinda-
drápi eru tveir bátar koppaðu,
og 14 mans lótu lív. (Hetta
var skaðagrindin í Sandvík 13.
februar 1914). Um nakrar dagar
vænta vit at vera millum tey, sum
hava mist.
Brend er í løtuni í Kalsoy.
Tíðindi frá Brend
Sama ár skrivar Brend um sera
góð møti gjøgnum summarið,
og serliga á ólavsøku, tá møti
verða hildin bæði innan- og
uttandura. Á einum møti vóru
30 bygdir umboðaðar í salinum
Ebenezer. Tveir ungir menn tóku
móti Kristusi, ein av teimum hevði
leingi leitað eftir frelsu. Tíðliga í
juli vóru tvær systrar (giftar konur)
doyptar. Blaðið hjá Brend og
Danielsen hevur gott og væl 600
haldarar. 50 ella fleiri fáa blaðið
ókeypis, meðan fleiri hundrað
eintøk verða býtt út sum traktatir.
Andrew Sloan tekur við
Aftur sama ár skrivar Daniel:
Kona mín og eg eru beint komin
aftur av ferð. Á Tvøroyri hava vit
gjørt ein støðg, har vit býttu út
bløð, vitjaðu hús, og funnu einslig
trúgvandi, sum gingu Guds vegir.
Í Hvalba og í Vági høvdu vit eina
mennandi tíð, og vit høvdu so
mong møtir, sum møguleiki var fyri.
Vit fóru síðan til Sandoyar, sum
ikki hevur verið so nógv vitjað við
evangeliinum. Fólkini vóru sera
vinarlig, og vit vóru biðin um at
fara til tær smærru bygdirnar,
men vegurin var ikki opin. Vit
støðgaðu í trimum bygdum í
oynni. Tað var í Skálavík, har
ein kristin familja býr, á Sandi
og í Skopun. Vit vóru hjartaliga
móttikin av fólkinum. Teimum
dámdi sera væl at hoyra konu
mína syngja, og summi komu
frá fjarum plássum fyri at fáa
tannlæknahjálp og ráð. (Brend
var tannlækni og man hava verið
við). Hús vóru vitjað, og vit vóru
biðin um at vitja sjúk fólk. Her
vóru nógvir møguleikar at fortelja
um Lamb Guds, og vit høvdu
evangelisk møti, tá møguleiki
var. Yngsti sonur Sloan (Andrew)
hjálpir í samkomuni í Havn.
Familjur umvendar
27. januar 1916
Gjøgnum seinasta árið hava vit
verið før fyri at boða evangeliið
í ymiskum fjarskotnum oyggjum
Fyrsti salur í Søldafirði, bygdur í 1920
Tíverri er tað ikki eydnast at finna myndirnar, sum Daniel hevði við sær úr
Congo. Vit vita heldur ikki nógv um hansara trúboðaravirksemi. Men hesa
myndina av dópi hava vit úr ritinum Congospor
Tað er ikki nógvir trúboðarar úr norðan
londum, sum eins og Daniel er kendir
fyri teirra mótstøðu móti viðferðini,
sum tey innføddu fingu í Congo.
Eitt annað undantak var svenski
trúboðarin E.V. Sjøblom. Hann skrivaði
í 1907 bókina I Palmernes Skygge,
sum vísti á ræðuleikarnar