Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 • 12. mars 2008 MIÐvIkaN 20 og bygdum. Sálir, sum eru tyngdar av synd, hava funnið frið við Gud ígjøgnum krossins verk, og trúgvandi hava fingið mót til at fylgja Frelsaranum í lýdni og heilagleika í lívi teirra. Men sálarfíggindin er meiri enn nakrantíð farin at sáa ónda sá sítt av iva her og har og at geva teim svongu slíkt, sum ikki mettar. Sjeynda dags adventistarnir spreiða teirra villeiðandi skriftir millum fólkið, og summi taka undir við tí. Vit onnur royna at spreiða Guds heilaga orð, sum er einasta sanna mótvekt móti villeiðingum, og sum leiðir sannleikans veg. Í Søldafirði hevur Gud signað orð sítt til nógvar sálir. Ein bóndi, kona hansara og seks børn, ein annar bóndi, kona hansara og fýra børn og fýra børn hjá tí størsta andstøðumanninum í bygdini eru við í samkomuni. Victor Danielsen, tann ungi skúlalærarin í hesi bygdini, var fyri kortum umvendur til Gud. Hann gavst sum lærari, tí hann varð noyddur at geva børnunum skeiva læru. Hann byrjaði at geva fólkinum, bæði skrivliga og munnliga, sín persónliga vitnisburð um frelsaran. Tað hevur líkað Gudi at brúka hann, og nógv fleiri eru leidd til Kristus. Pápi hansara, ein fyri aldur fráfarðin sýslumaður, hevur í nógv ár verið ein kristin, og hann var ein góður vinur hjá okkara farna bróðuri Sloan, sum ofta var her fyrru árini, og fortaldi tey góðu tíðindi. Seinnu árini havi eg ofta havt møtir her. Seinasta desember høvdu vit eina signaða tíð í bygdini. Tað var eggjandi at hoyra ung í Kristusi tosa um Hann. Tann gamli sýslumaðurin var sera fegin um at síggja nøkur av sínum børnum og bygdarfólk vunnin fyri Frelsaran. Hann hevur leingi biðið og bíðað eftir hesum, og vit kundu gleðast saman. Evangeliska blaðið Naade og Sandhed, sum Brend og eg hava givið út síðan januar 1915, er blivið signað av Gudi. Vit hava meira enn 700 gjaldandi haldarar, meðan fátæk fólk fáa tað ókeypis. Blaðið er á donskum, og vit hava enntá haldarar í Danmark og Noregi. Vit fáa brøv við tøkk og vitnisburðum um, at blaðið hevur verið til signing fyri manga sál og hevur lýst upp mangt hjarta og heim í Føroyum. Nógv eru í hesum royndar døgum, sum leingjast eftir tí friði, sum heimurin ikki kann geva, og tað er stórur áhugi fyri evangeliinum. Dópur í Søldafirði Nú skrivar Daniel J. Danielsen ikki meira. Hann er sera sjúkur og er farin til Danmarkar at fáa sjúkraviðgerð. Men í september 1916 skrivar Echoes: Áðrenn hann fór til Danmarkar at fáa læknaviðgerð, hevði Mr. Danielsen ta gleði at doypa tey fyrstu seks trúgvandi í nýggju samkomuni í Søldafirði. Millum hesi er ungi lærarin (VD), sum Gud hevur brúkt so nógv á hesum plássi, og eina eldri kvinna, sum var 72 ár. Ein ung einkja hevur eisini verið doypt av honum í Havn. Hon kom heilt úr Suðuroy til tað sama. Eftir at hava verið sjúkur í mánaðir hevur Danielsen ikki verið førur fyri at takka vinum fyri teirra gávur. Hann hevur trupul­ leikar við hjartanum og er farin á sjúkrahús í Keypmannahavn at fáa stráluviðgerð. Læknarnir geva vón um bata, men hann er sera veikur. Tað ber til at skriva til hans­ ara c/o Hans Hendrik Hansen, Randersgade 16­4, Keypmanna­ havn, har kona hansara býr. Her kann verða skoytt uppí, at Hans Hendrik var ættaður av Eiði og sigldi sum skipari í Danmark. Kona hansara var Elspa Frederikka ættað frá Neyst í Hvalba. Tey kunnu saktans verið komin at kennast frá ferðunum hjá Dollanum til Hvalbiar. Ein dóttir teirra er Lydia Arge í Havn. Í november sigur blaðið, at frú Danielsen skrivar, at fleiri ferðir hevur maður hennara tykst at draga sín seinasta andadrátt, men sum bønarsvar er hann hvørja ferð ernaður nakað. Læknarnir mæla til, at hann fer heim aftur, tí tað ikki kann gerast meira. Tey væntast at fara úr Keypmannahavn tíðliga í oktober. Sovnaður So koma deyðsboðini og Echoes of Service hevur sína seinastu grein um Dollan. Hon er soljóðandi: 16. oktober sovnaði D. J. Daniel­ sen í Havn, 45 ára gamal. Hann var føroyingur, men virkaði nøkur ár fyri Congo Balolo Mission sum maskinmeistari. Mr. og Mrs. Guiness (leiðarar í missión­ ini) mettu hann sera høgt, men serligar umstøður gjørdu, at hann fór aftur til Føroyar í 1904, eftir at hann var giftur. Hesa tíðina vóru ongar samkomur av trúgvandi uttan í Havn, sjálvt um sáið hevur verið sáað í langa tíð av okkara bróðir Sloan. Danielsen nýtti hereftir alla orku til evangeliskt arbeiði í heimlandi sínum. Hann leið av fepuri í Afrika, og hetta tykist at hava verið orsøkin til hansara sjúku. Hann hevði ringt hjarta, og hann fór saman við konu síni til Danmarkar at fáa viðgerð. Hann var nærum deyður á sjúkrahúsinum, men til undran fyri øll, eisini læknarnar, ernaðist hann aftur. Teir ráddu honum til at fara heim aftur, tí ikki kundi gerast meira, og hetta var eisini tað, Danielsen ynskti mest av øllum. Ferðin heim tók 11 dagar. Veðrið var ringt, og hann versnaði nógv á ferðini. Skiparin og yvirmenninir gjørdu alt, teir kundu fyri hann, og ein føroyskur bróður, (hetta var sum okkum er upplýst Aksel Jensen, beiggi Jens av Reyni), sum var við sama farti, var um hann dag og nátt á allari ferðini. Tá tey komu á Havnina, varð hann fluttur til hús, og fyrsta seinnapartin tyktist hann at vera betri fyri og kundi práta. Um kvøldið gjørdist hann aftur verri og kundi bert siga onkur orð. Morgunin eftir segði hann: ”Tak mína hond, tí nú eri eg til reiðar.” Eina løtu seinni sigur hann: ”Hygg, hann kemur!” Hann lyfti upp eygu síni og varð burtur. Ein stórur hópur av vinum bæði av bygd og bý fylgdu honum til gravar. 24 mans skiftust um at bera kistuna. Sjey brøður bóru við grøvina vitnisburð um hansara arbeiði og trúskap móti Gudi, og boðskapurin varð prædikaður fyri teimum fleiri hundrað, sum vóru til staðar. Frú Danielsen varð undur­ fult styrkt av Gudi, men vit mugu minnist hana í bønum okkara. Hetta var flutningshátturin. Her eru tað trúboðararnir Sarah og Oskar Anderson í beristóli Hetta er ein karavana av berarum. Áðrenn jarnbreytir og vegir vórðu bygdur millum tey pláss, har tað ikki var siglandi, mátti øll vøran berast langar leiðir. Sjálvt skipini sum sigldu eftir Congoánni máttu berast í pettum framvið fossunum niðarlaga á ánni Kvinna við barni. Henda myndin er úr bókini King Lepold´s rule in Africa hjá Edmund Morel, sum Daniel hevði samband við Teir sum tóku við eftir Daniel J. Danielsen vóru Victor Danielsen, t.v., og Andrew Sloan. Andrew minti sum skilst nógv um pápa sín, meðan Victor ikki hevur verið heilt ólíkur systkinabarninum Daniel J. Danielsen Komandi partur Komandi tvær Miðvikurnar hava vit frásøgn frá Hans Petur Øregaard. Hann er ættaður úr Leirvík. Fór sum ungur til skips, men fór undan krígnum til Danmarkar, har hann gjørdist politistur. Hetta var serliga spennandi undir og beint eftir heimsbardagan.