Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 21 nr. 51 • 12. mars 2008 Nú eru vit komin til endan av hesi røð um Daniel J. Danielsen. Hon gjørdist nógv longri enn roknað varð við. Men tað kom so nógv tilfar, og vit hildu, at tað skuldi takast við fyri at geva eina heildarmynd av manninum. Kemur nakað nýtt undan kavi, verður tað tikið við seinni. Annars finst meira tilfar, men hetta er meira ”reint” andaligt tilfar, sum hoyrir heima í einum samkomublaði. Her er millum annað talan um vitnisburðir hjá teimum báðum, Linu og Daniel, sum hava staðið í ”Naade og Sandhed”, og sum eisini hevur verið okkara kelda í ítøkiligum spurningum. Hendan søgan er sermerkt á tann hátt, at tað er sera lítið vit vita um lívið hjá Daniel uttan fyri Føroyar. Tað, sum vit vita, og sum hevur verið høvuðsinnihaldið í hesi greinarøð, snýr seg um nakrar heilt fáar mánaðir, nevniliga seinna hálvár 1903. Hendan søgan hevur bæði skurkar og hetjur. Størsti skurk­ urin er Leopold kongur í Belgia og hansara handlangarar. Hetjurnar eru teir, sum stríddust ímóti honum. Her er talan um nokk so nógvar. Men í hesum tíðarskeiðnum er tað fyrst og fremst Roger Casement og Edmund Morel. Daniel J. Danielsen spældi ein avgerandi leiklut saman við teimum báðum nevnda stutta tíðarskeið. Fyrst sum næsti maður hjá Casement á hansara kanningarferð eftir Congoánni. Og annars, sum tann, ið legði í vaðið at halda fundir í Bretlandi um støðuna í Congo. Sigast kann, at her var Daniel í góðum selskapi. Millum teir mest kendu sameindu í hesum stríði vóru høvundarnir Mark Twain og Conan Doyle, maðurin aftan fyri Sherlock Holmes bøkurnar. Men skjótt verða menn gloymdir. Verður hugt í eitt leksikon, enntá einum enskum, er Morel als ikki nevndur. Casement verður júst nevndur, men sera lítið um hansara leiklut í Congo. Tað kann vera nevnt, at Séamas Ó. Síocháin, sum hevur verið høvuðkelda til frásøgnina um Daniel í Congo, hevur beint givið út eina ævisøgu um Casement. Her er Daniel eisini nevndur. Eg var sum ein av fimm norðurlendingum boðin at vera við til framløguna í Dublin, men hetta lá ikki fyri. Daniel var eisini mestsum gloymdur. Men nú er roynt at bøta um hetta. Møguleiki er fyri at geva tilfarið út í bók, og tað er eisini áhugi fyri tilfarinum á enskarum. Tað vil í hvussu er varðveita minnið um Daniel. Hetta hevur hann uppiborðið, uttan mun til hvat fólk hildu um hansara andaligu sannføring. Tað er eyðvitað, at tað hava verið ymiskar hugsanir um virksemið hjá Daniel. Í Varðanum skrivar ein undir dulnevninum Høgni Nev ein søgu um Símun. Her lýsir hann eisini eitt møti við Daniel, soleiðis sum hann eftir øllum at døma hevur upplivað tað. Tað er neyvan ivi um, at her er talan um Daniel og kann saktans vera av Viðareiði Nú sat Símun í salinum, eitt lítið hús, sum eingin búði í, og lurtaði hugagóður eftir einum longum, guldæmdum trúboðara, sum nú var høvuðs­ prestur í sektini. Hesin fremm­ andi maður talaði føroykt, eitt margháttligt føroyskt, sum ein útlendingur. Hann sang orðini út og segði ”Gúd”og ”keru vinir” í øðrum hvørjum orði. Tað var skilligt, at Guds eldur var inni í honum, og tað kendist, sum hesin eldur hevði brent seg gjøgnum hold og húð og hevði givið honum hetta dæmið. Her var ein manandi og vekjandi tala hildin av einum fremmandsligum manni. Hann talaði um stutta lívið, um hvussu vit spiltu tað burtur, so at aftanfyri deyðan stóð helviti og gapaði eftir okkum. Enn var ikki ov seint, men í morgin kundu allar dyr vera læstar, so vit fingu ikki umvent okkum. ”Tí, keri vinur, kom í kvøld, kom í kvøld!” Nógv táraðu og kendu seg lítil. Tað fremmanda og óttin fyri dóminum hevði sovorðið vald á mongum, at tey máttu ”standa upp” og viðganga sínar syndir. Dópur Christian Matras var av Viðareiði, og var ungur hesa tíðina. Hann fer av Brekkumørk niðan til Garðs at síggja, hvat fer fram har uppi, tí nú skuldi verða dópur. Hann tekur soleið­ is til í eini yrking: Ein langan Congo-dæmdan prest eg sá at dýva gamlan mann í byrgda á - har stóð hin gamli kavstroyddur og skalv og nam við skjálvtran himins eld og alv. Kirkjan Tað er ikki løgið, um ein so annarleiðis boðskapur fær mótstøðu av tí ”etableraðu” trúnni. Ikki minst, tá ið hann verður framborin so harðliga sum av Daniel, serliga fyrstu tíðina. Hetta merktist eisini á Viðareiði, sum er prestabygd. Prestur 1905­1915 var Christian Faulenborg. Hann ger í 1911 alment álop á brøðurnar vegna teirra dópslæru. Hetta førir til skriving fyri og ímóti. Samb. Gerhard Hansen verður orðaskiftið meira haturkent sum frá leið. Her skal bert nevnast ein hending: Arthur Brend, sum var samstarvsfelagi hjá D. J. Danielsen, spyr eina ferð Faulenborg, hví hann ikki hevur tikið við einum tilboði, hann hevði fingið tveir mánaðir frammanundan um at møtast til ein sakligan kjakfund um teirra stríðsmál. Um presturin vildi taka av, vildi hann steðga, so eingin skuldi siga um hann og Mr. Danielsen, at teir rýmdu av Viðareiði vegna blaðgreinir hjá presti. Faulenborg svarar aftur, at hóast teir vistu fullvæl, at hann ikki var heima og vegna veður ikki slapp til Viðareiðis, fóru Brend og Danielsen til Klaksvíkar við motorbáti, beinanvegin teir høvdu handað brævið. Lýsing av Daniel Danielsen av øðrum Hetta var søgan um Dollan Henda myndin er frá framløguni á lærda háskúlanum í Dublin í gjár av ævisøguni um Roger Casement. Hetta er ikki hissini ævisøga, heilar 656 síður. Um kanningarferðina fram við Congoánna í 1903 og leiklutin hjá Daniel J. Danielsen verður sagt, at við endanum av ferðini segði Casement bretska uttanríkisráðnum frá, at amerikanska baptistamissiónin vildi ikki hava samsýning fyri lánið av dampskipinum Henry Reed, sum varð nýtt til kanningarferðina. Casement hevði annars framúr lovorð um øll, sum høvdu verið partur av hesi ferð. Hann mælti kortini til at lata £25 fyri lánið av skipinum og at lata Balolo missiónini £20 fyri luttøkuna hjá Mr D. J. Danielson, sum hann varð kallaður. Dollin verður tískil mettur nærum eins høgt sum eitt hampuliga stórt skip. Í hesum sambandi skrivaði Casement í einum brævi til vinmannin Fritz Pincus: “Eg havi verið á eini longri ferð inn í Congo. Hetta hevur stundum verið sera hart, og hetta hevur verið ein stórur bardagi ímóti órættvísi og kúging, og eg vænti at vinna hendan bardagan. Almenna hugsanin í heiminum er við at broytast, og ljósið skal fara at skína gjøgnum hesi ræðuligu viðurskifti, sum eg havi barst ímóti.” Tað er eitt gott eftirmæli hjá okkara landsmanni at hava verið partur í hesum bardaga. Séamas Ó Síocháin