mikudagur 12. mars 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 51 - 12. mars 2008
Í sendingini Bylgjan
hjá Kringvarpinum
hesa vikuna vórðu
tveir bilar ummæld
ir: Fiat 500 Sport
og Mitsubishi
Lancer. Báðir tveir
spildurnýggir
bilar, annar ein
retro minibilur og
hin sedan í miðal
klassanum
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bilarnir sum vórðu ummæld
ir í sendingini Bylgjan hjá
Kringvarpinum mikudagin
12. mars vóru Fiat 500
Sport við 1,4 litra bensin
motori við 100 hk og Mitsu
bishi
Lancer
1,8
litra
bensinmotori og 144 hk.
Mitsubishi Lancer
Fyrri bilurin, sum varð
royndarkoyrdur, var spildur
nýggi Mitsubishi Lancer,
sum er ein sportligur sedan
við 1,8 litra bensinmotori
og 144 hk. Fyrstu Mitsubishi
Lancer komu á føroyska
marknaðin fyri umleið 30
árum síðan.
Nýggi Lancer hevur ser
merkt design í nýggjasta
stílinum hjá Mitsubishi og
er ein sportligur sedan við
góðum og tryggum koyri
eginleikum, eins og nógvum
innbygdum trygdarskipan
um. Stílurin í kabinuni er
einfaldur og smartur við t.
d. alulook panelum á instru
mentborðinum.
Talan er um ein bil sum
avgjørt er kappingarførur í
prísi og dygd. Viðførisrúmið
377 litrar. Lancer fæst eisini
sum rallybilurin EVO X við
280 hk motori og sum 2,0
litra diesel við 140 hk. Bil
urin sum var royndarkoyrdur
kostaði 232.000 krónur.
Mistubishi Lancer kann
síggjast og roynast á bila
søluni Ivan Johansen Bilar
við Hoyvíksvegin. Prisirnir
byrja við 228.000,
Fiat 500 Sport
Seinni bilurin sum varð
royndarkoyrdur var Fiat
500 við1,4 litra við bensin
motori og 100 hk. Fiat 500
er ein nýggjur minibilur,
sum er gjørdur við Fiat 500
frá 1957 sum fyrimynd.
Bæði uttan og innan líkist
Fiat 500 originalmodelli
num frá 1957 við setrum og
instrumentborði í modern
aðum retrostýli. Girstongin
situr væl fyri, og bilurin er
lættur at koyra og at um
gangast í aðrar mátar.
Fiat 500 fæst við tveimum
bensinmotorum: 1,2 litra
við 69 hk og 1,4 litra við
100 hk og einum 1,2 litra
dieselmotori við 75 hk.
Allir motorarnir eru øko
nomiskir og umhvørvis
vinarligir.
Fiat 500 fekk fimm stjørn
ur
og
fult
stigatal
í
EuroNCAP krasjtestunum,
sum er flott fyri ein bil í
miniklassanum.
Viðføris
rúmið er einans 185 litrar,
men við baksetrunum niðri
verður tað 550 litrar.
Fiat 500 kann síggjast og
roynast
hjá
Nordcar
í
Smiðjugerði. Bilurin sum
varð royndarkoyrdur kostar
kr. 178.000. Prísirnir byrja
annars við 145.000 krón
um.
Fiat 500 og Mitsubishi Lancer
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
Mitsubishi Lancer er ein sportligur sedan við
1,8 litra bensinmotori og 144 hk
Aftan líkist
Lancer mest
italiensku
Alfa Romeo
Stílurin í kabinuni er
einfaldur og smartur
Fiat 500 er gjørdur við Fiat
500 frá 1957 sum fyrimynd.
Hesin hevur 1,4 litra
bensinmotor við 100 hk
Originali Fiat 500 frá 1957 hevði motorin aftan og
var drivin av bakhjólunum, meðan hesin nýggi hevur
motorin framman og verður drivan av forhjólunum
Innan er Fiat 500 í modernaðum retrostíli