Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 12. mars 2008 23 Teir fyrr so kendu Toyota Crown eru framvegis á lívi og eru í dag teir mest framkomnu bilarnir hjá Toyota. 2008 útgávan er ein slóðbrótari innan nýggjastu tøknina í bilum Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Toyota ævintýrið í Evropa byrjaði við Toyota Crown, sum komu til Danmarkar í 1963 og sama árið til Før­ oyar. Nýggjasti Toyota Crown er 13. generatión, síðan teir fyrstu ferð komu á japanska marknaðin í 1955. Toyota Crown 2008 er ein slóðbrótari innan fram­ komna tøkni í bilum við t.d. »Pre­Crash­System«, har eygnasensorar hjálpa førar­ arnum undir koyring at um­ gangast samanstoytir. Hetta verður gjørt saman við eini navigatións­ og trygdarskipan við førara­ assistenti sum syrgir fyri øll­ um undir koyring sum t.d. at bilurin sjálvur setur ferð­ ina niður, um hann nærkast eini bíðirøð ella eini gjaldsstøð. Bilførarin fær eisini at vita í góðari tíð, um hann nærkast einum steðgiskelti ella ferðsluljósi. Bilurin er útgjørdur við infrareyðum ljósi ið sær lutir í myrkri, sum vanlig ljós ikki síggja. Talan er um eina uppfinn­ ing hjá krígsídnaðinum. Toyota Crown hava ikki verið seldir í Evropa í nógv ár, men fleiri av hesum tøkniligu nýggjheitum koma við tíðini at síggjast í øðrum Toyota og Lexus útgávum. Fyri ein prís upp á 200 svenskar krónur fyri hvørt partabrævið hava Volkswag­ en keypt partin hjá svensku »Investors« í lastbilaverk­ smiðjuni Scania fyri ein samlaðan prís upp á 17,6 milliardir svenskar krónur. VW eiga nú 38 prosent av Scania, sum gevur teim­ um harvið 68,6 prosent av atkvøðunum. Síðan 2000 hava VW ver­ ið størsti partaeigari í Scania, og undirstrika teir við hesi seinastu íløguni, at teir hava ein leiðandi leiklut í Scania og harvið í evro­ peiska lastbilaídnaðinum, skrivar Børsen. mg VW høvuðsparta- eigari í Scania Crown við fram- komnari tøkni Toyota Crown 2008 verða gjørdir við 2,5 ella 3,5 litra V6 motorum og í hybridútgávum Toyota Crown innan. Crown er tann mest framkomni bilurin hjá Toyota bilar