Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 115 - 20. juni 2001 Nr. 115 - 20. juni 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Føroya Arbeiðara- felag og Havnar Arbeiðskvinnufelag átala hvassliga framferðina, hjá Føroya Arbeiðsgev- arafelag síðani nýggjur sáttmáli varð gjørdur ÁLITISBROT Áki Bertholdsen Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag eru alt annað enn nøgd við framferðina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, síðani nýggjur sáttmáli varð gjørdur fyrr í hesum mán- aðinum. Í einum hvassorðaðum skrivi, feløgini hava sent Føroya Arbeiðarafelag, siga tey, at Føroya Arbeiðs- gevarafelag hevur stungið tey í ryggin. Tá ið verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnu- felag, endaði og nýggjur sáttmálið varð gjørdur, hendi tað, at hesi hesi bæði feløgini fingu betri sømdir enn Havnar Arbeiðsmanna- felag og feløgini í Klaksvík fingu, sum ikki fóru í verk- fall, men gjørdi sáttmála, áðrenn tað kom so langt. Tað, sum Føroya Arbeið- arafelag og Havnar Ar- beiðskvinnufelag vóru ser- liga stolt av, var, at tey fingu reglur um aldursvið- bót við í sáttmálan. Tað merkir, at arbeiðs- fólk, sum hava verið fleiri ár á á sama arbeiðsplássi, fáa nú hægri tímaløn enn tey, sum ikki høvdu verið so leingi. Hetta vóru rættindi, sum Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík ikki høvdu í sínum sáttmála. Men síðani er tað hent, at ein ískoytissáttmáli er gjørdur millum Føroya Arbeiðsgevarafelag øðru- megin og Havnar Arbeiðs- mannafelag og feløgini í Klaksvík hinumegin. Hesin ískoytissáttmálin gevur teimum somu aldurs- viðbót, sum Føroya Ar- beiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, fingu. Átala harðliga Hetta er rættiliga fallið leiðslunum í Føroya Ar- beiðarafelag og Havnar Ar- beiðskvinnufelag fyri bróstið og í einum hvass- orðaðum brævi til arbeiðs- gevaran, hava tey nú átalað framferðina. – Í fjølmiðlunum hava vit frætt at Føroya Arbeiðs- gevarafelag hevur givið Havnar Arbeiðsmanna- felag, Klaksvíkar Arbeiðs- mannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag tey sáttmálarættindi, sum feløg okkara við samráðingum og verkfalli hava stríðst okkum fram til. Hetta er hent, uttan at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tikið spurningin upp við Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnu- felag. Tað er heldur ikki so frægt sum at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur givið okkum formlig boð um hetta. Samstundis er tað hent uttan at veruligar samráðingar hav verið um hesar spurningar, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag í skrivinum til arbeiðsgev- ararnar. Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag siga, at tey hava einki ímóti at onnur fakfeløg við sam- ráðingum vinna sær rætt- indi fyri limir sínar. – Men vit kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at tey rættindi, sum vit við tógvið stríð hava fingið inn í sáttmálaásetingar okkara, verða latin øðrum feløgum, sum als ikki hava sett hesi sáttmálakrøv fram. – Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnu- felag átala harðliga manna- gongdina, sum Føroya Ar- beiðsgevarafelag hevur brúkt í hesum máli. Feløgini siga eisini, at tey tilskila sær rætt til at seta tiltøk í verk fyri at forða fyri at Føroya Arbeiðs- gevarafelag enn einaferð stingur tey í ryggin, eftir at tey hava skrivað undir nýggjan sáttmála. – Framferð tykkara hevur skapt rættiliga øsing hjá limum okkara, og vit taka ikki ábyrgdina av møgulig- um avleiðingum, sum hetta lokabragd tykkara møgu- liga fer at fáa. – Framferð tykkara hevur eisini sannført okkum um, at vit ikki kunnu hava álit á nevndina í felag tykkara, tá vit skriva undir sáttmála, og hetta hava vit noterað okkum í sambandi við komandi sáttmálasamráð- ingar, siga Føroya Arbeið- arafelag og Havnar Ar- beiðskvinnufelag í skriv- inum til Føroya Arbeiðs- gevarafelag. – Skommin er tykkara, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðs- kvinnufelag í harðari atfinning ímóti Havnar Arbeiðs- mannafelag og arbeiðarafeløgunum í Klaksvík LOKABRAGD Áki Bertholdsen Havnar Arbeiðsmannafelag og arbeiðarafeløgini í Klaksvík fáa nú av at vita frá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnu- felag. Mong hava harmast um teir kílar íð eru settir ímillum fakfeløgini, so at tey ganga mestsum í sjálv- drátti, heldur enn at tey arbeiddu saman. Men eftir tað, sum er hent seinastu tíðina, tykist tað í øllum førum sum um at ein sameining ímillum fakfeløgini er longri burtur nú, enn hon nakrantíð hevur verið. –Fyrst hava tit stungið okkum í ryggin í verk- fallinum. Síðani hava tit kraddað tykkum tey rætt- indi, vit vunnu í verkfall- inum. Hetta er niðurstøðan í einum hart orðaðum brævi, sum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnu- felag nú hava sent Havnar Arbeiðsmannafelag og teimum báðum arbeiðara- feløgunum í Klaksvík. Tað, sum sipað verður til í brævinum er bæði tað, sum hendi í sjálvum verkfallinum og tað, sum er hent aftaná. Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag fýlast á, at hini feløgini ongan stuðul vístu teimum í verkfallinum. Men tey átala eisini, at Havnar Arbeiðs- mannafelag og feløgini í Klaksvík síðani uttan víðari fáa somu sømdir, sum verk- fallið gav Føroya Arbeið- arafelag og Havnar Arbeiðskvinnugfelag. – Vit hava í fjølmiðlunum frætt, at felag tykkara, uttan so frægt sum at hava vent sær til feløg okkara, hevur fingið við í sáttmála tykkara rættindi, sum vit og limir okkara eftir drúgvar samráðingar og verkfall hava stríðst okkum fram til, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar arbeiðskvinnu- felag í skrivinum til hini trý feløgini. Og lagt verður afturat: – Vit skilja ikki, at felag tykkara og leiðslan í felag- num skulu hava so lítið fak- felagsligt medvit, at tit ditta tykkum at taka inn í sátt- mála tykkara rættindi, sum tit ikki so frægt sum hava sett fram krav um undir samráðingum. Stungin í ryggin Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag halda, at framferðin hjá hinum feløgunum undir sjálvum verkfallin, er enn meiri átaluverd. – Undir verkfalli okkara vísti tit okkum ikki tann minsta stuðul, men hin- vegin tyktist tit at stuðla upp undir, at verkfals- brótarar fóru inn á øki okkara. Við hesum vóru tit medvirkandi til, at stríð okkara gjørdist enn meira torført, og tók longri tíð enn neyðugt var, siga tey bæði feløgini við felagar sínar í Havnar Arbeiðs- mannafelag og í feløgunum í Klaksvík. Tey vísa á, at vanligt er, at fakfeløg lýsa alment, at noktað verður limum felag- sins at taka upp verkfals- rakt arbeiði, tá onnur fak- feløg eru í verkfalli. – Men ikki so frægt sum eina slíka lýsing sendu tit út. – Vit skulu tí harðliga átala, at tit soleiðis stinga felag okkara og limir okkara í ryggin við fyrst at mótarbeiða feløgum okkara og síðani kradda tykkum rættindi, sum vit hava brúkt tíð og megi at fáa við í sátt- mála okkara. – Sum áður fráboðað, so hava vit einki ímóti, at sama løn verður latin fyri sama arbeiði, men vit kunnu ikki góðtaka, at fak- feløg fyrilitaleyst skriva sáttmála okkara av. – Vit halda tað vera lítið sømiligt, at fakfelagsleið- arar ikki eru so mikið at sær komnir, at teir sjálvir hava dirvi at samráðst um tey krøv, sum teir ynskja at fáa við í sáttmála teirra. – Framferð tykkara hevur skapt rættiliga øsing millum limir okkara, og tað er væl skiljandi, men tey sum einaferð fara at skriva føroyska fakfelagssøgu, munnu fara at duga at meta um tað lokabragd, sum tit hava framt, ikki bert móti feløgum okkara og lim- unum, men móti føroysku fakfelagsrørsluni sum heild. Skommin er tykkara, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnu- felag í brævinum til Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík. Arbeiðsgevarar hava skapt rættiliga øsing Átala at tey eru stungin í ryggin – Í verkfallinum vóru Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík ein orsøk til, at stríð okkara gjørdist enn meira torført, og tók longri tíð enn neyðugt var, tí tey tyktist at stuðla uppundir verkfalsbrot, siga Føroya Arbeiðarafelag og Arbeiðarafeløgini í Klaksvík – Framferðin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur skapt rættiliga øsing hjá limum okkara, og vit taka ikki ábyrgdina av møguligum avleiðingum, sum hetta lokabragd tykkara møguliga fer at fáa, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskinnufelag við Føroya Arbeiðsgevarafelag C M Y K 3 2