mikudagur 20. juni 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 116 - 21. juni 2001
Nr. 116 - 21. juni 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Høgni Danielsen
eigur bygningin, har
Kvøldlot fyrr helt til.
Hann hevur ætlanir
um at gera matstovu
og dansihøli í honum.
Arbeiðið hevur gingið
striltið, men nú
kemur gongd á aftur
KVØLDLOT
Stefan í Skorini
Høgni Danielsen hevur
søkt Tórshavnar býráð um
at ríva gamla bygningin
niður og byggja uppaftur av
nýggjum. Hetta skal byggi-
og
býarskipanarnevndin
taka støðu til á næsta fundi,
og tá fær Høgni endaliga at
vita, um hann kann ríva
niður. Um hann ikki fær
loyvi til tess, má hann taka
gamla betongið niður í
pettum. Hetta er torførari
og meira tíðarkrevjandi.
Ein partur av bygningin-
um er stoyptur umaftur,
men tað, sum ikki er stoypt
umaftur, skal helst rívast
niður, sambært eigaranum,
sum hevur átt bygningin í
fimm ár.
– Tann parturin av bygn-
inginum, sum vit ikki hava
styrkt, er í sera ringum
standi og einki verdur.
Betongi er illa farið, og tí
hevði tað besta verið at
rivið hann niður, sigur
Høgni Danielsen.
Gingið striltið
Arbeiðið við at umbyggja
gamla
Kvøldlot
hevur
leingi ligið á láni, tí stríð
við grannar og býráðið
hevur tarnað arbeiðnum so-
mikið nógv, at torført hevur
verið at fáa gongd á.
Fyrst misti Høgni tað øk-
ið, har rottangin, oljutangin
og oljufýrið stóðu á, og tí
mátti hann flyta tað inn í
bygningin. Eisini skuldi
neyðhurðin flytast í annað
stað. Hetta hevur tarnað
arbeiðnum nógv, samstund-
is sum býráðið skal góð-
kenna allar ætlanir.
Arbeiðið hevur staðið
stilt í hálvtannað ár, men nú
kemur væntandi gongd á
aftur. Orsøkin til at steðgur
kom í arbeiðið var, at bý-
ráðið kravdi nýggjar tekn-
ingar av bygninginum, tí
tað kravdi ymsar broyting-
ar. Samráðingar millum
partarnar hava verið drúgv-
ar, og tí er arbeiðið so nógv
seinkað.
Í løtuni arbeiðir Høgni
við at grava út í niðaru
hæddini, har hann ætlar, at
pláss skal vera fyri fýrrúmi.
Øll tann niðara hæddin skal
gravast út, so rúmligari
verður í bygninginum.
Høvuðsdyrnar og neyð-
útgongdin
skulu
vera
omaneftir móti sjónum, og
Høgni hevur fingið loyvi at
byggja einar tríggjar metrar
omaneftir.
Tørvur á matstovum
Hóast fleiri matstovur eru í
høvuðsstaðnum, so heldur
Høgni Danielsen avgjørt, at
tørvur er á einari afturat.
Hann sigur, at fólk mangan
hava trupulleikar at fáa
pláss á matstovum um
vikuskiftið.
Ætlanin er, at matstovan
skal vera í ovaru hæddini,
og dansihøli skal vera í
neðra. Ovara hæddin er 185
fermetrar, og niðara hæddin
er 165 fermetrar. Sostatt er
hampuligt pláss, tá alt er
liðugt.
Navnið á matstovuni
verður Maxim og dansihøli
verður kallað Royal Club.
Sum nøvnini benda á, so
verður hetta staðið í fínara
endanum. Væntandi fer
eigarin at leggja seg eftir at
fáa meira tilkomin fólk á
vitjan.
Høgni Danielsen torir
ikki at siga nakað um, nær
bygningurin stendur klárur
at taka í nýtslu.
Kvøldlot skal gerast til fína
matstovu og dansihøli
Bygningurin, har Kvøldlot helt til, hevur leingi staðið heldur óvakur mitt í býnum. Nú sleppur eigarin væntandi í gongd við at gera matstovu og dansihøli í
bygninginum
Mynd: Álvur Haraldsen
Í dag búgva 46.611
fólk í Føroyum. Hetta
er ein vøkstur uppá
415 fólk seinastu
fimm mánaðirnar
FÓLKATAL
Stefan í Skorini
Nýggjasta uppgerðin yvir
fólkatalið frá Hagstovuni
vísir, at fólkatalið í Før-
oyum er støðugt vaksandi.
Við ársbyrjan í ár búðu
46.196 fólk í Føroyum,
men nú eru vit 415 fleiri.
594 fólk eru flutt til Før-
oya, meðan 327 eru flutt úr
Føroyum. Hetta gevur eina
nettoflyting uppá 267 fólk.
Burðaravlopið er 148.
139 fólk eru deyð, meðan
287 eru fødd í sama tíðar-
skeiði.
Av teimum nøvnum,
sum vórðu givin
gentubørnum í fjør,
var Bjørk best umtókt
millum foreldur.
Jógvan var hinvegin
mest nýtta dreingja-
navnið
NØVN
Stefan í Skorini
Níggju av teimum gentu-
børnum, sum vórðu fødd í
fjør, fingu navnið Bjørk.
Einki annað gentunavn er
so nógv nýtt. Bjørk hevur
ikki verið vanligt navn í
Føroyum, men broyting
tykist vera komin í. Hetta
stendur at lesa í Hag-
tíðindum.
Navnið Hanna var á øðr-
um plássi. Sjey gentur
fingu navnið Hanna. Næst
á listanum vóru nøvnini
Anna,
Maria,
Marjun,
Annika, Bára, Julia, Rakul
og Vár.
Líkt er til, at Jógvan er
mest nýtta dreingjanavnið í
2000. Tólv dreingjabørn,
sum vórðu fødd í fjør,
vórðu kallað Jógvan. Eingi
óvanlig dreingjanøvn eru at
síggja ovast á listanum.
Tíggju
fingu
navnið
Hans, Heini og Jákup.
Onnur nógv nýtt nøvn vóru
Magnus, Jóhannes, Rani,
Andrias, Dávid, Jóhan,
Magni, Dánjal, Petur og
Poul.
Um leitast skal eftir
óvanligum dreginjanøvn-
um, so fingu trý dreingja-
børn navnið Silas, og
somuleiðis trý fingu navnið
Tóki.
Vanligastu
nøvnini
í
Føroyum eru Anna og
Hans. 864 eita Anna, og
835 eita Hans. Hesi bæði
nøvnini verða eisini nógv
nýtt í samansettum nøvn-
um. 107 eita Anna Maria,
og 90 eita Hans Jacob.
Næst á listanum eru Jógvan
og Maria.
Eftirnøvn
Av teimum nýføddu í ár
2000 fingu tey flestu
eftirnavnið Joensen. 34 av
børnunum
bera
hetta
eftirnavnið, meðan 32 hava
navnið Jacobsen. 31 hava
navnið
Hansen.
Síðani
koma Petersen, Olsen og
Poulsen.
Vanligasta eftirnavnið í
Føroyum er eisini Joensen.
2.601 fólk eita Joensen.
Næstan eins nógv eita
Hansen og Jacobsen.
Bjørk vanligasta
gentunavnið í fjør
Fólkatalið
veksur í
hvørjum
C
M
Y
K
3
2