mikudagur 20. juni 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 115 - 20. juni 2001
Nr. 115 - 20. juni 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Róin Siggertsson er
ein av teimum
útvaldu til finaluna í
stórari danskari
tónleikakapping.
Høvuðsvinningurin
er ein plátusáttmáli
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Føroyskur tónleikari er
komin í finaluni í stóru
donsku tónleikakappingini,
Hithunters, sum plátufelag-
ið BMG skipar fyri saman
við Jubii og Tuborg.
Róin Siggertsson var í
síðstu viku kosin at verða
ein av 10 finalistum, sum
verða við í kappingini um
høvuðsvinningin, sum er
ein plátusáttmáli.
Hithunters er ein opin
kapping, sum fer fram á
internetinum. Øll, sum
halda seg liggja inni við
einum hitti, kunnu senda
sítt avrik til kappingina.
Kappingin er skipað á
tann
hátt,
at
átta
innleiðandi umfør eru.
Fyrsta umfarið var fyrst í
mai mánaði, og tað seinasta
verður fyrst í juli.
Innleiðandi
kappingar
Til hvørja av hesum inn-
leiðandi
kappingunum
kunnu fólk senda sangir
inn. Ein dómsnevnd velir
síðani 10 sangir, sum fólk
frítt kunnu atkvøða fyri á
internetinum.
Sangurin,
sum fær flestar atkvøður
frá
internetbrúkarum,
kemur í finaluna.
Í síðstu viku var tað
sangurin
hjá
Róin
Siggertsson,
sum
fekk
stóra heiðurin at vinna
innleiðandi umfar, og tí
verður føroyski tón-leikar-
in við í finaluni, sum verð-
ur hildin 30. august.
Umframt teir átta vinnar-
arnar í innleiðandi umfør-
unum, velir dómsnevnd
tveir av hinum mongu
sangunum, sum eru komnir
til kappingina, so at tað
samanlagt verða 10 final-
istar.
Í dómsnevndini sita um-
boð fyri Jubii, Tuborg,
Roskilde Festivalin, BMG
og Danmarks Radio.
Studio í Herlev
Tað eru stór og vird feløg,
sum standa aftanfyri Hit-
hunters, og tí er hetta ein
stórur møguleiki hjá tí, sum
vinnur kappingina.
Plátufelagið BMG er
millum tey størstu í Dan-
mark, og við internetfyri-
tøkuni Jubii og bryggjar-
ínum Tuborg aftanfyri seg
er talan um sterkar fyri-
skiparar.
Róin Siggertsson býr í
løtuni í Danmark, har hann
fæst nógv við tónleik.
Hann samstarvar nógv við
James Olsen og Terja
Rasmussen, og teir hava
eitt studio í Herlev, har teir
framleiða tónleikin hjá sær.
Enn ber til at verða við í
Hithunters, tí evstamark til
seinastu innleiðandi kapp-
ingina er 29. juni, og tað
ber til at lesa meiri um
kappingina á hithunters.dk.
Ferðin hjá Kulum
Rótum til Nuuk
eydnaðist betri, enn
nakar hevði vónað, og
nú ætla Røturnar at
halda sambandið við
Grønland við líka
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Grønlendsku børnini tóku
sera væl ímóti Kulum Rót-
um, tá føroyski bólkurin
hevði konsertir í Nuuk fyrr
í mánaðinum.
Ferðin til Grønlands, sum
við hvørt verður lagt undir
at liggja langt burturi máls-
liga, geografiskt og men-
tanarliga, eydnaðist betri,
enn nakar hevði vónað.
Høvið var føroyskir men-
tanardagar í Nuuk, har aðrir
føroyingar eisini vóru við.
Kular Røtur høvdu tríggjar
konsertir í mentanarhús-
inum Katuaq í Nuuk, og
samanlagt vóru fleiri enn
1200 fólk á hesum konsert-
um.
Tað vóru fyrst og fremst
børn, sum lýddu á, tí tvær
konsertir vóru fyri skúla-
børnum umframt almenn
konsert.
Konsertirnar vóru lívlig-
ar, og áskoðararnir livdu
rættiliga við í tí, sum fór
fram á pallinum.
Gera meiri við
Grønland
Kular Røtur høvdu gjørt
seg eitt sindur út til ferðina
til Grønlands. Flestu sang-
irnir vórðu sungnir á før-
oyskum, men tríggir vóru
sungnir á donskum, og nið-
urlagið í stóra hittinum hjá
Kulum Rótum, Hon er
omma mín, varð sungið á
grønlendskum.
Umframt sjálvan tónleik-
in var nógv gjørt burtur úr
framførsluni á pallinum.
Dansarar og trøll undir-
hildu, og tað riggaði væl
saman við tónleikinum.
Nógv varð gjørt burtur úr
Kulum Rótum í grøn-
lendska útvarpinum, og
Røturnar seldu eisini nógv-
ar fløgur og sjónbond.
Ferðin
til
Grønlands
eydnaðist so væl, at Kular
Røtur nú ætla at halda sam-
bandið við Grønlands við
líka. Møguliga verður okk-
urt serligt gjørt til grøn-
lendska marknaðin seinni í
ár.
Næsta uppgávan hjá Kul-
um Rótum verður í heim-
staðnum hjá Brandi Enni,
Tvøroyri. Leygardagin á
jóansøku verður konsert í
høllini í Trongisvági kl.
19.00.
Róin kappast um
plátusáttmála
Kular Røtur gjørdu vart
við seg í Grønlandi
Jógvan Hansen, Rannvá
Lützen, Arnfríð Lützen og
Brandur Enni eru sangarar í
Kulum Rótum. Tey vóru væl
móttikin í Grønlandi, har tey
eisini gjørdu onkrar útferðir
Trølla-omman varð kringsett av grønlendskum børnum eftir
konsertirnar í Nuuk
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá
kæri faðir, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Janus Poulsen
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur og kransar,
tøkk til Jens Vilhelm Danielsen prest
og tøkk til øll tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið á Pleygudeildini.
Tøkk øll tit, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Grethard og Jógvan Tummas
Tøkk
Eg takki hjartaliga øllum teimum, sum
gleddu meg á 80 ára degi mínum.
Kærar heilsanir
Maria á Lakjuni
Sangur hjá Róin Siggertsson er komin í finaluna í stórari
danskari tónleikakapping, har møguleikin er at vinna plátu-
sáttmála.
Mynd: Jonhard Hammer
Okkara elskaða kona, mamma, vermamma,
omma og langomma
VALGERÐ KJÆRBO
andaðist á Landssjúkrahúsinum
17. juni 2001 – 72 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Betania í Sumba
hósdagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Viggo
Arbeiðsmenninir
hava rent seg í tvær
stórar rivur seinastu
tíðina, men nú gong-
ur arbeiðið aftur eftir
ætlan
VÁGATUNNILIN
Stefan í Skorini
– Fyri tveimum vikum
síðani høvdu vit stríð av
rivum í fjallinum, men nú
eru tær tettar aftur, og
arbeiðið gongur sum ætlað,
sigur Herman Lindber,
verkfrøðingur, ið stendur
fyri arbeiðinum at gera
undirsjóvartunnil
undir
Vestmannasund.
Streymoyarmegin hava
menn nú borað seg 1450
metrar inn, og í Vágunum
eru arbeiðsmenninir nú 650
metrar inni í fjallinum. Til-
samans eru 2100 metrar av
tunlinum sprongdir inn.
Hetta er nærum ein helm-
ingur av tí samlaðu longd-
ini av tunlinum.
Rivurnar kostað dagar
Herman Lindberg sigur, at
tær báðar stóru rivurnar
hava kostað teimum einar
tólv arbeiðsdagar tilsam-
ans. Tá rivur eru í fjallinum
skulu tær tettast við betong-
i, og tað kann onkuntíð taka
nakað av tíð. Nógv vatn
rann tá í tunnilin, men tað
bleiv ikki mált.
Harumframt lá arbeiðið
stilt í nakrar vikur, tá verk-
fallið hjá Føroya Arbeið-
arafelag leikaði á.
Herman Lindberg kann
tó fegnast um, at í Vágun-
um gongur betur enn vænt-
að. Har hava arbeiðsmenn-
inir ikki rent seg í nakra
rivu í fjallinum. Har er púra
turt, og tí kann arbeiðið
gerast uttan trupulleikar.
Í Vágunum varð fyrsta
skotið latið av tann 27.
februar í ár, og fyrsta skotið
varð latið av Streymoyar-
megin tann 28. september í
fjør.
Vágatunnilin næstan komin hálva leið
Arbeiðsmenn í Vágatunlinum
eru komnir framá tvær stórar
rivur seinastu tíðina, men nú
gongur arbeiðið aftur sum ætlað
Fyri at bøta um
trygdina í svimji-
høllini hevur ment-
anarnevndin mælt
fíggjarnevndini í
Tórshavnar Býráð til
at játta pening, so ein
lívbjargari altíð kann
vera í stólinum í høll-
ini
SVIMJIHØLLIN
Stefan í Skorini
Í fleiri ár hevur svimjihøllin
í Havn ongan lívbjargara
havt í høllini, meðan skúlar
og barnagarðar hava vitjað
høllina. Hetta er eftir
klokkan 9 á morgni fram til
middag, tá høllin annars er
stongd fyri almenningin-
um.
Svimjihøllin hevði ein
lívbjargara í høllini hesa
tíðina
á
degnum
fyri
nøkrum árum síðani, men
vegna sparingar var ikki
møguligt at hava fólk í
høllini allatíðina.
– Støðan hevur ikki verið
nøktandi, sigur Heri á Lava
Olsen, stjóri í svimjihøllin í
Havn.
Tá tann eini lívbjargarin
varð spardur burtur, setti
stjórin eina alarmskipan í
verk. Skipanin hevur virkað
soleiðis, at lívbjargarar
hava verið í bygninginum,
men teir hava havt aðrar
uppgávur aðrastaðni enn í
høllini. Um nakað var áfatt
í høllini, hava lærarar og
pedagogar havt møguleika
at trýsta á ein alarmknøtt,
sum gevur lívbjargarum
boð um at skunda sær inn í
høllina.
Tá henda skipanain varð
sett ív erk, ringdi Heri á
Lava Olsen til allar barna-
garðar og boðaði frá, at
eingin lívbjargari var í høll-
ini longur. Tí skuldu peda-
gogarnir hava færri børn
við sær í høllina.
120.000 krónur
Stjórin sigur, at hann metti
ikki, at tað var neyðugt at
steingja svimjihøllina fyri
skúlum og barnagørðum,
men hann mælti ístaðin til,
at barnagarðarnir senda
færri børn í svimjihøllina,
so lættari er hjá pedagogum
at hava eftirlit við børnun-
um.
Svimjilærarar, sum taka
skúlaflokkar í svimjihøll-
ina, hava ábyrgdina av
næmingunum og hava út-
búgving í fyrstuhjálp.
Heri heldur, at øll, sum
koma í svimjihøllina við
børnum, skulu hava skeið í
fyrstuhjálp og halda henda
førleikan viðlíka allatíðina.
Hann nevnir í hesum sam-
bandi, at lívbjargararnir í
svimjihøllini hava skeið í
hjartamassagu einaferð um
árið fyri at lívbjargarar altíð
eru klárir at veita lívs-
neyðuga viðgerð, tí tað er
tíbetur næstan ongantíð
brúk fyri henni.
– Hetta er eitt stórt fram-
stig, sum vit fegnast um,
sigur stjórin í svimjihøllini,
sum nú hevur lívbjargara at
ansa eftir gestunum allatíð-
ina, um fíggjarnevndin játt-
ar peningin.
Talan er um 120.000
krónur, sum mentanar-
nevndin hevur mælt fíggj-
arnevndini at játta svimji-
høllini. Pengarnir eru oyra-
merktir til lívbjargara, sum
skal sita í høllini, tá barna-
garðar og skúlaflokkar vitja
høllina.
Væntandi
fer
fíggjarnevndin at játta pen-
ingin fyrsta dagin.
At lívbjargari skal vera í
høllini allar tíðir á degnum
skal forða fyri vanlukkum
sum í Sørvági, tá ein seks
ára gamal drongur lat lív í
svimjihøllini, tá eingin var í
høllini.
FAKFELØG SEMJAST
Áki Bertholdsen
Nú er semja gjørd ímillum
Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar
Arbeiðskvinnu-
felag um limirnar í Kolla-
fjarðar arbeiðarafelag
Tað hendi fríggjadagin,
tá ið Føroya Arbeiðarafelag
og Havnar Arbeiðskvinnu-
felag skrivaðu undir eina
avtalu um, hvussu farast
skal fram ísambandi við
limirnar í Kollafjarðar Ar-
beiðarafelag.
Avtala er gjørd um, at tá
ið limur í einum av feløg-
unum átekur sær arbeiði í
økinum hjá hinum felag-
num, skal limurin skifta
limaskap so at viðkomandi
gerst limur í felagnum á
staðnum har hann.
Hesir limir fáa somu
limarættindi og hava somu
skyldur sum aðrir limir
felagsins.
Annars hevur tað verið
eitt sindur av ósemju um
viðurskiftini hjá kollfirð-
ingum, síðani Kollafjørður
kom upp í Tórshavnar
Kommunu.
Hetta, tí at Kollafjarðar
Arbeiðarafelag er limur í
Føroya Arbeiðarafelag, har
limirnir í Havn ikki eru.
Ikki minst hevur Havnar
Arbeiðsmannafelag gjørt
vart við seg um, at felagið
ehldur tað vera óheppið, at
arbeiðsmenn
í
somu
kommunu eru undir tveim-
um sáttmálum.
Nú er so ivamálið um
arbeiðskvinnurnar í Havn
og kollfirðingar loyst í sátt
og semju.Hinvegin er onki
greitt um nakra semju um
menninar.
Føroya Arbeiðs-
gevarafelag, Havnar
Arbeiðsmannafelag
og feløgini í , Klaks-
vík hava nú gjørt
ískoytissemju afturat
sáttmálanum, sum
tey gjørdu fyrst í mei.
LÍKALØN
Áki Bertholdsen
Tá ið verkfallið hjá Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag var av,
endaði tað við, at tey bæði
feløgini fingu betri sømdir
enn Havnar Arbeiðsmanna-
felag og feløgini í Klaks-
vík, sum ikki fóru í verk-
fall, høvdu fingið.
Talan var um, at Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag fingu
við í sáttmálan, at tey skulu
fáa løn eftir, hvussu leingi
tey høvdu arbeitt á sama
arbeiðsplássi,
Sostatt
skuldi ein, ið hevði arbeitt í
trý ár á sama arbeiðsplássi,
fáa 50 oyru afturat tíma-
lønini frá 1. mei í ár at
rokna. Fyrsta mei 2003
hækkar
tímalønin
hjá
teimum 50 oyru afturat, so
at samla viðbótin hjá teim-
um, sum tá hava verið trý ár
á sama arbeiðsplási, verður
ein króna um tíman afturat
vanligu tímalønini.
Tey, sum hava verið
fimm ár á sama arbeiðs-
plássi fáa so eina krónu
afturat um tíman, men hetta
verður ikki galdandi fyrr-
enn frá 1. mai í 2005 at
rokna.
Føroya Arbeiðsgevara-
felag hevur alla tíðna gjørt
greitt, at tað leggur stóran
dent á, at sama løn er gald-
andi í øllum landinum.
Hesum hevur felagið nú
tikið avleiðingarnar av.
Tískil er nú ein ískoytis-
avtala gjørd ímillum Føroy-
a Arbeiðsgevarafelag øðru-
megin og Havnar Arbeiðs-
mannafelag,
Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag
og
Klaksvíkar Arbeiðskvinnu-
felag hinumegin um at lim-
irnir í teimum feløgunum,
eisini skulu fáa somu
aldursviðbøtur, sum lim-
irnir í Føroya Arbeiðara-
felag og Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag hava fingið
Sum tað sæst á øðrum
greinum í blaðnum, hevur
hetta rættiliga loypt øði í
Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar
Arbeiðskvinnu-
felag
Svimjihøllin setir lívbjargara
Lívbjargari skal vera í
svimjihøllini í Havn allar tíðir
á degnum, tá vitjandi eru í
hyljunum
Øll fáa nú somu løn
Hava gjørt avtalu
um kollfirðingar
C
M
Y
K
5
4