Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 116 - 21. juni 2001 Nr. 116 - 21. juni 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 Ferðaráðið, Atlantsflog og Smyril Line eru samd um, at tað loysir seg best at umboða Føroyar í felag, tá tey eru uttan- lands og royna at skapa áhuga fyri Før- oyum. Týsdagin vóru umboð fyri bæði fel- øgini og Ferðaráðið á fundi í London FERÐAVINNA John Johannessen Jens Kristian Vang (myndir) London Saman standa vit sterkast. Hetta slagorðið eru tey trý, Samuel J. Arnoldson frá Smyril Line, Kent Christensen frá Atlantsflog og Inga Foldbo Hjalnafoss frá Ferðaráðnum samd um. Týsdagin vóru tey í London á fundi hjá Dansk Turistråd og royndu at skapa áhuga fyri Føroyum. Hóast Smyril Line og Atlantsflog hvør í sínum lag flyta ferðafólk úr út- londum til Føroya, halda tey, at tað loysir seg best at partrola uttanlands eftir ferðafólkunum. Tí hava tey eisini felags bás, tá tey eru á ferðavinnustevnum kring um í heiminum. Og feløg- ini eru serstakliga fegin um, at Ferðaráðið eisini er við og upplýsir meira al- ment um Føroyar. Mest um Danmark Fundurin á Greast Eastern Hotel í Liverpool Strett her í London snúi seg nærum bert um Danmark. Tá Sosi- alurin vitjaði á fundinum, helt stjórin fyri Dansk Turistråd fyrilestur. Og hóast vit royndu at fylgja væl við, hoyrdu vit hann bert einaferð nevna Føroyar í einum hjásetningi. Heldur ikki á borðinum hjá Dansk Turistråd lá nak- ar faldari um Føroyar mill- um dungarnar av faldarum um Danmark. Men sambært umboðun- um fyri føroysku ferða- vinnuna, er tað ikki hetta, ið er avgerandi. Hittu keyparar Slíkir fundir, sum tann í London týsdagin er soleiðis skipaðir, at tíð verður sett av, so ymsir keyparar og ymsir veitarar kunnu hittast at tosa um samstarv. Og tað er hetta, ið er avgerandi fyri føroysku umboðini, tá tey vitja á slíkum ferðavinnu- fundum. Týsdagin sluppu føroy- ingarnir eisini at hitta keyp- arar ymsastaðni frá. Og møtti Atlantsflog onkrum, ið var áhugaður í ferðum við ferjum, vísti marknað- arleiðarin hjá Atlantsflog til Smyril Line, eins og Smyril Line gjørdi øvugt. — Hetta er besti mátin, vit kunnu fáa nakað burtur úr, eru tey trý samd um. Føroysk ferðavinna í London: Selja Føroyar í felag Samuel J. Arnoldson frá Smyril Line, Kent Christensen frá Atlantsflog og Inga Foldbo Hjalnafoss frá Ferðaráðnum vóru týsdagin á ferðavinnufundi í London og roydu at skapa áhuga fyri Føroyum Hóast tað óivað mangan er trupult hjá ferðafólki í Føroyum, so eru umstøðurnar betraðar seinnu árini. Í Suðuroynni hevur Vágs Matmøðrafelag fjøltáttað virksemi og hevur m.a. tikið stig til at gera tað lættari hjá ferðamanninum FERÐAVINNA Dagfinn Olsen Mangan hevur helst verið strævið at verið ferðafólk í Føroyum. Einum landi, har ferðavinnan seinnu árini hevur fingið fótin fyri seg. Men framvegis er í mong- um støðum soleiðis, at lítið er at bjóða teimum vitjandi, einki stað at sova, einki tjaldpláss, einki alment wc og so framvegis. Fjøltáttað virksemi Hóast nógv ikki hevur ver- ið frammi um tað, heldur ikki tá ferðavinna í Suður- oynni hevur verið umrødd, so hevur seinnu árini verið bøtt um viðurskiftini hjá ferðafólki í Suðuroynni. Vágs Matmøðrafelag er millum teirra, ið hava tikið stig til ábøtur í sunnaru helvt av oynni. - Matmøðrafelagið hevur ymiskt at bjóða ferðamann- inum. Umframt gisting, so eru eisini wc-møguleikar, eins og bað- og vaskimøgu- leikar, sigur Elin Jacobsen, forkvinna í Vágs Mat- møðrafelag. Vágs Matmøðrafelag er felag við fjøltáttaðum virk- semi. Felagið skipar fyri til- tøkum og hevur gingið á odda á ymsum økjum. Fremstu og sjónligastu varðar felagsins, eru tó Matmøðrafelagshúsini og Suðuroyar Heimavirki. Matmøðrafelagið rekur handil og hevur fyri fáum árum síðani latið byggja nýggj og stásilig handils- hús. Í húsunum rekur felag- ið handil, Suðuroyar Heimavirki, og er hetta fjøltáttaður handil, har um- framt vanligu heimavirkis- vørurnar, eisini fáast bøkur, skrivstovuútgerð, heilivág- ur og annað. Til ferðamannin Á loftinum í húsunum er hugnalig kaffistova. Tá húsini vóru bygd, setti Mat- møðrafelagið sær fyri at gera okkurt munagott fyri ferðamannin. Hetta var í samráð við kommununa. Gomlu handilshúsini vórðu tikin niður. Bygt var soleið- is, at í kjallaranum er wc, umframt at vitjandi kunnu fara undir brúsu og eisini ber til at vaska og turka sær klæðir. Júst hesi viðurskiftini hava ligið á láni í Føroyum sum heild og enn eru ikki allar bygdir, ið kunnu bjóða slík viðurskifti - so sum alment wc - fram. Eisini gisting Vágs Marmøðrafelag hevur eisini egin felagshús. Hús- ini eru í fleiri hæddum. Umframt at vera karmur um sjálvt felagið, verður eisini skipað fyri ymsum, t.d. dagtilhald, her møgu- leiki er hjá eldri fólki at hittast. Vanligt er eisini at leiga húsini út til gisting til ferðaløg. Hetta er galdandi alt árið og er hetta t.d. ofta komið væl við hjá ítróttar- fólki. Men um summarið vitjað eisini føroyingar í egnum landi, umframt at útlendingar sjálvsagt eisini leggja leiðina til Vágs, um enn ferðasambandið við oynna ger tað heldur trup- ult. Forkvinnan í Vágs Mat- møðrafelag sigur, at rætti- liga nógv virksemi er við- víkjandi útleigan av felags- húsunum og er hetta sjálv- sagt gleðiligt. Í Vági og Suðuroynni nýtist ongum ferðamanni at standa ráðaleysur, tí allir hentleikar eru til taks, nú summarið er komið og ferðavinnan er í hægsta blóma. Suðuroyggin ferðavinnubúgvin Tað eru Undirvísing- ar- og Mentamála- stýrið og fyrrverandi landsstýrismaðurin, sum ikki hava lagt nóg stóra orku í at finna pengar til Læraraskúlan, sigur løgmaður. Tað fekk Stýrið annars boð um frá Fíggjarmálastýr- inum longu í februar, sigur hann PENINGATROT Edvard Joensen Undirvísingar- og Menta- málastýrið hevur gjørt ov lítið fyri at finna pengar á egnari játtan til Lærara- skúlan, sigur løgmaður. Stýrið bað í februar Fíggj- armálastýrið um eykajáttan til Føroya Læraraskúla, men fekk longu tá at vita, at teir pengarnar kundi Fíggjarmálastýrið bara lata, um Undirvísingar- og Mentamálastýrið kláraði at spara teir inn aftur á aðrari konto hjá Stýrinum. Tann sparingin er ikki komin fyrr enn nú, tað er líkt til, at Læraraskúlin ikki kann taka nakran nýggjan flokk inn orsakað av pen- ingatroti. Eykajáttanin, sum nú er latin Føroya Læraraskúla við fíggjarnevndarskjali, eru somu pengar, sum vóru settir av til at varðveita gamla býlingin i Koltri fyri. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur flutt pengar millum tvær konti hjá Stýrinum, soleiðis at útreiðslan, sum stendst av trotinum hjá Lærara- skúlanum, gerst neutral dyri Undirvísingar- og Mentamálastýrið. Tað at bjargingin av Lær- araskúlanum er útreiðslu- neutral, er eftir kravi frá Fíggjarmálastýrinum. Og tað kravið setti Fíggjar- málastýrið Undirvísingar- og Mentamálastýrinum longu í februar mánaða. Men Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur so ikki fyrr enn nú funnið pen- ingin á aðrari konto. Fráboðan í februar Petur Petersen, aðalstjóri í Undirvísingar- og Menta- málastýrinum, sigur, at Stýrið í skrivi til Fíggjar- málastýrið tann 12. februar gjørdi vart við, at Lærara- skúlanum fór at tørva eina hálva millión krónur fyri at fáa raksturin at hanga sam- an. Fekk skúlin ikki hesa hálvu milliónina, varð fryktandi fyri, at eingin flokkur varð tikin inn á skúlan komandi skúlaár. Tí varð Fíggjarmálastýrið bið- ið um at lata Føroya Lær- araskúla hesa hálvu milli- ónina aftrat. Men tað gjørdi Fíggjarmálastýrið so ikki. Ymiskt hevur síðan verið frammi í hesum máli, og nú er eisini løgmaður komin uppí. Í skrivi til landsstýris- mannin við undirvísingar- og mentamálum dagfest tann 18. juli 2001 sigur løg- maður frá, at landsstýrið hevur samtykt, at taka undir við umsókn frá Und- irvísingar- og Mentamála- stýrinum um at lata Føroya Læraraskúla eina eykajátt- an upp á 500.000,- krónur. Grundgevingin hjá løg- manni er, at um hendan játtan ikki verður latin, verður helst eingin flokkur tikin inn, og so er jú eingin meining í at hava skúlan, sigur løgmaður í viðmerk- ing við Sosialin. Løgmaður sigur í skriv- inum til landsstýrismannin við undirvísingar- og mentamálum, at landsstýrið á ongan hátt kann góðtaka, at játtanartrupulleikar, sum áttu at verið eyðsýndir fyri langari tíð síðan, gerast bráðfengistrupulleikar. Víðari sigur løgmaður í skrivinum, at hann vil hava málið kannað av uttanfyri- standandi persóni og vil eisini hava úrslitið at vita, beinanveg kanningin er lið- ug. Tað hevur verið frammi, at tað er landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, sum hevur verið afturhaldandi við at játta pengarnar til Læraraskúlan. Roynt varð at fáa viðmerking til málið frá Karsteni Hansen, men tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar. Karsten ósekur Men løgmaður sigur í við- merking, at tað er ikki heilt rætt, at tað er landsstýris- maðurin við fíggjarmálum, sum hevur ligið í buktini. Tá Undirsívingar- og Mentamálstýrið í februar bað um hasa hálvu millión- ina til Læraraskúlan, varð svarið frá Fíggjarmálastýr- inum, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið sjálvt mátti finna pengarnar á egnari játtan, soleiðis, at veitingin til Føroya Lærara- skúla gjørdist útreiðslu- neutral. Tað gjørdi Undirvísing- ar- og Mentamálastýrið ella táverandi landsstýrismað- urin ikki. Og sostatt komu vit heilt langt út í juni mán- aða, uttan at Læraraskúlin hevði nokk av pengum at arbeiða við, sigur løgmað- ur. Men nú stóð so nógv á, at tað so at siga stóð um lív, og tá bar til at flyta eina hálva millión millum konti hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Nærri ásett av kontoini til varð- veitan av gamla býlingin- um í Koltri til Føroya Lær- araskúla. – Hevði Undirvísingar- og Mentamálastýrið og av- varðandi landsstýrismaður funnið hasar pengarnar í februar, sum Fíggjarmála- stýrið bað um, høvdu teir verið játtaðir beinanveg tá. Tað er eingin ivi um tað, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Og so høvdu vit eisini verið sloppin undan hesum stríðnum, sum nú hevur verið. Karsten hevur sítt á tí turra Peningurin, sum nú skal bjarga Føroya Læraraskúla, er tikin av kontoini til varðveitan av gamla býlinginum í Koltri Løgmaður sigur, at tað er Undirvísingar- og Mentamálastýrið, sum er orsøkin til, at málið um Føroya Læraraskúla er komið har til, tað nú stendur. Tað varð arbeitt ov seint við at finna pengarnar til Læraraskúlan á játtan hjá Stýrinum sjálvum, sigur hann Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4