mikudagur 20. juni 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 115 - 20. juni 2001
Nr. 115 - 20. juni 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
Danski rithøvund-
urin Bjarni Åkesson
Filholm, sum ættaður
er úr Føroyum, hevur
givið út bók um
Gamla Smiril
BÓKAÚTGÁVA
Ein nýggj bók um Smiril er
komin á marknaðin. Bókin
er givin út í Danmark og
verður at fáa í flestu før-
oysku bókasølunum umleið
22. juni, sigur forlagið
Nautilus í tíðindaskrivi.
At bókin eitur Smiril,
sum stavaður verður við
fyrra i, sigur beinanveg frá,
at talan er um Smirilin við
teirri eyðkendu floytuni,
Gamla Smiril, sum hann
varð nevndur, tá nýggjur
Smyril varð smíðaður á
Tórshavnar Skipasmiðju í
1967.
Høvundurin skrivar í for-
orðinum, at hann væl veit,
at Erling Poulsen longu
hevur skrivað bók um
Smyrlarnar, og at hendan
bókin ikki skal síggjast
sum nøkur kapping til ta
bókina. Tvørtur í móti,
sigur Bjarni Åkesson Fil-
holm, hevur bókin hjá Erl-
ingi verið inspirerandi,
meðan arbeitt hevur verið
við hesi bókini.
Bjarni Åkesson Filholm
hevur fyrr givið út bók um
Tjaldur, sum smíðað varð í
Aalborg. Meðan arbeitt
varð við teirri bókini, kom
hann ofta fram á navnið
Smiril, sum eisini var ein
íblástur til at fara undir bók
um hetta skipið.
Eitt annað, sum felags er
fyri hesi bæði skipini, er at
tey bæði eru smíðað í
Norðurjyllandi – Tjaldur í
Aalborg
og
Smyril
í
Frederikshavn – »af ven-
delboer«, sum hann tekur
til og sipar við tí til, at hann
sjálvur býr í Vendsyssel.
Men eisini onnur ting
hava verið viðvirkandi til,
at hendan bókin er skrivað.
Eitt nú, at hann er í ætt við
tann »legendariska« Jens á
Hvítanesi, sum meira ella
minni verður settur í sam-
band við Smiril, tá hann
verður nevndur. Í tí liggur
so eisini, at høvundurin er
ættaður úr Suðuroy, og sjál-
vandi sum partvíst suðring-
ur hevur eina nostalgiska
kenslu fyri Smirli.
Tað er ikki fyrstu ferð,
Bjarni Åkesson Filholm
gevur bók út um skip. Bók-
in um Tjaldur kom út í
1999, og í fjør gav hann út
bók, ið hann nevndi »De
hvide skibe«, og sum er um
skip hjá borholmskum fel-
ag.
Bókin er 80 blaðsíður við
tekningunum av Gamla
Smyrli umframt nógvum
fotomyndum, sum vísa
allar fýra Smyrlarnar, sum
siglt hava.
ej
Nýggj bók
um Smiril
Leygardagin 23. juni hittast
tey aftur, sum tóku HF-
prógv í Hoydølum í 1976.
Hetta var søgulig próvtøka,
við tað at hesi – saman við
teimum í Klaksvík og í
Suðuroy – vóru tey fyrstu
yvirhøvur, ið tóku HF-
prógv í Føroyum.
Ætlanin er at hittast í
Hoydølum kl. 16.00 og kl.
19.00 er ætlanin at koma
saman á Hotel Hafnia til
ein góðan bita og at minn-
ast á gamlar dagar.
Roynt hevur verið at
fingið fatur í øllum næm-
ingunum, men skuldi onkur
verið, ið ikki hevur fingið
boð, verður viðkomandi
biðin um at gera var tvið
seg (p-flokkurin Símun
317035/221100 – q-flokk-
urin Jónsvein 444738).
Hittast aftur 25 ár seinni
Eykasýningar av
Norðoyastevnuteit-
inum verða í dag og
um vikuskiftið
SJÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Klaksvík:
Klaksvíkar
Sjónleikarfelag fer nú at
hava nakrar eykasýningar
av Norðoyastevnuteitinum,
sum hevur verið sera væl
umtókt.
Síðani
framførslurnar
byrjaðu beint fyri norðoya-
stevnuna hevur verið spælt
fyri fullum sali, og eisini
seinastu sýningarnar farna
vikuskiftið vóru fyri útseld-
um sali.
Tí fara tey í Sjónleikar-
felagnum at hava eykasýn-
ingar av Norðoyastevnu-
teitinum, og tann fyrsta
verður í kvøld klokkan
20.00. Síðani verður spælt
aftur leygardagin, tá tvær
sýningar verða.
Norðoyastevnuteitið er
skemt av ymsum slagi.
Lokalir persónar standa
fyri skotum, og hendingar
frá farna árið verða tulkað-
ar eitt sindur øðrvísi.
Eykasýningar við teitinum
Lokalir persónar fáa okkurt
skotið í Norðoyastevnu-
teitinum, sum hevur verið
spælt fyri fullum sali seinastu
tvær vikurnar.
Mynd: JH
Mannssambandet, mans-
kórið hjá Frelsunarherinum
í Noreg, vitjar í Føroyum í
døgunum 25.-29. juli 2001.
Hendan »dupult-kvartett-
in – við orkestri« – var
stovnað í sambandi við
Sjónvarps-innsamlingina í
1995, og hevur síðan nátt at
gera vart við seg á mangar
ymsar háttir. Í rekkjuni av
artistum, sum hava sam-
arbeitt við kórið, teljast
m.a. Leningrad Cowboys,
Wenche Myhre, Hanne
Krogh, Stephen Ackles og
Hans Inge Fagervik. Kórið
hevur verið á konsertferð í
Australia, Bali, Singapore,
Íslandi, Ongland og so úr
enda í annan í Noreg. Teir
hava eisini luttikið í mong-
um tiltøkum, líka frá al-
tjóða jazz-festivalinum í
Molde til djóraframsýning í
Seljord! Í februar mánaði
var tað Svalbard, sum fekk
høvi at hoyra teirr tónleika-
framførslu. Fleiri sjón-
varpsluttøkur hava eisini
verið á skránni hesi árini.
Fyri einum ári síðan
góvu teir út sína fjóru fløgu
»..slítist ei av tíðartonn«, og
blaðið »Vårt Land« skriv-
aði m.a. »…Tónleikaúrval-
ið er fjølbroytt, frá andalig-
um vísum og gospelsangi
til sálmar. Ein partur er
merktur av poppi, annað er
meira traditionelt. Men teir
14 sangirnir eru ein saman-
tvinnað heild og innspæl-
ingin er framúr góð. Ser-
liga er tað sangurin, sum er
einastandandi við sínum
samansjóðaðu og kláru
mansrøddunum. Hetta er
ein pláta við bæði tónleika-
ligari
og
andaligari
tyngd…«
Ein konsert ummælari í
»Ringerike Blad« skrivað
m.a. »…Við eini skrá, sum
spennir yvir alt frá gospel
við synkopum, reggae-
rytmum, Stevie Wonder
íblástri á la »Isn’t she
lovely« til meira róligum
balladum, hugtók Mann-
sambandet
áhoyrararnar
við eini sterkari hond,
framúrskarandi framførslu,
ótrúligum dynamikki og
einum klárum boðskapi.
Tað hoyrdist á áhoyrarun-
um at teir fegnir vildu
hoyra meira. Hetta ynski
var eisini okkarar og vit
heita á fólk, um at fara at
lurta eftir manskórinum,
líkamikið hvørja fatan man
annars skuldi havt av
kristindómi og trúarrørsl-
um. Eitt møti við Manns-
sambandet gloymir man
ikki so lætt…«
Í Ólavsøkuvikuni syngja
og spælir hesin bólkurin
ymsa staðni í Føroyum.
Ein av solistunum, Eyðfinn
Joensen, er júst fluttur aftur
til Tórshavn eftir at hava
búð nógv ár í Noregi.
Kórleiðari er Thor Fjell-
vang frá Asker. Hann hev-
ur m.a. arbeitt sum tón-
leikaleiðari fyri Árligu
Sjónvarps-innsamlingina í
Noregi, har Frelsunarher-
inum fekk inntøkuna í
1995. Hann hevur eisini
verið kapell-meistari fyri
árligu jólakonsertina í kon-
serthúsinum í Olso, sum
tey seinnu árini er send í
føroyskum sjónvarpi.
Kunningarstjórin
hjá
Frelsunarherinum í Noreg,
Major Njál Djurhuus, er
ferðaleiðari á føroyatúrin-
um.
Norskt manskór á Føroyavitjan
Leygardagin varð
stuðulsfelag fyri for-
eldur at børnum við
lesitrupulleikum
stovnað
FUNDUR
Turið Kjølbro
Gott og væl hálvt hundrað
fólk vóru møtt til stovnandi
fundin av stuðulsfelag fyri
foreldur hjá børnum, sum
hava lesitrupulleikar. Ikki
bert foreldur, men eisini
fólk,
sum
onkusvegna
varða av hesum børnum.
So sum lærarar, pedagogar,
fólk av Sernámsdeplinum
og onnur.
- Vit eru sera væl nøgd
við
undirtøkuna,
sigur
Anne-Karin Kjeld, stigtak-
ari fyri fundin.
Orsøkin til, at eitt stuð-
ulsfelag verður sett á stovn
er, at foreldur at børnum, ið
hava trupult við at læra at
lesa, ikki fáa hjálp nakra-
staðni til síni børn.
- Eingin veit, hvussu hesi
børnini kunnu verða hjálpt.
Skúlamyndugleikar og aðr-
ir myndugleikar duga ikki
at meta um trupulleikan, og
foreldrini verða ikki tikin
fyri fult, tá ið tey vísa á
trupulleikan. Hesi børnini
verða sópað undir teppið,
eisini av lærarum, sum í ov
langa tíð halda, at alt fer at
laga seg. Skulu hesi børnini
fáa munadygga hjálp, skal
skjót og góð hjálp setast
inn. Men vit síggja, at
tímatalið verður skert, at
eykatímarnir til børn við
serligum tørvi gerast færri
og tað ger støðuna bara
nógv verri, sigur Anne-
Karin Kjeld.
Endamálið við stuðuls-
felagnum er fyrst og fremst
at savna foreldur at børnum
við lesitrupulleikum. Eftir
summarfrítíðina fer ein
nevnd til verka, og ætlanin
er, at arbeiða fram ímóti at
ávirka myndugleikarnar so-
leiðis, at eitthvørt verður
gjørt fyri børn, ið hava lesi-
trupulleikar.
Í heyst ber til á fyrsta
sinni at søkja stuðul
úr fólkaskúlagrunni-
num, hvørs endamál
er at kveikja og
menna arbeiðið í før-
oyska fólkaskúlanum
GRUNNUR
Turið Kjølbro
Mentamálastýrið
hevur
samtykt viðtøkur um fólka-
skúlan við heimild í grein
66a í løgtingslóg frá 20.
juni 1997 við seinni broyt-
ingum um fólkaskúlan.
Endamálið við grunnin-
um er at veita granskingar-
styrk til verkætlanir í náms-
frøði. Grunnurin, ið er
sjálvsognarstovnur,
skal
serliga stuðla verkætlanum,
sum kveikja og menna arb-
eiðið í føroyska fólkaskúla-
num. Trý fólk stjórna
grunninum. Tey eru for-
maðurin í Føroya Lærara-
felag, sum er Elsa Birgitta
Petersen, borgarstjórin í
Tórshavnar kommunu, sum
er Jan Christiansen, og
deildarstjórin í Fólkaskúla-
deildini í Mentamálastýri-
num. Hesin verður stýris-
formaður. Deildarstjórin í
Fólkaskúladeildini, Hensar
Ellingsgaard, fer nú frá fyri
aldur. Søkt verður eftir
nýggjum deildarstjóra í
bløðunum.
Stovnsfæið í fólkaskúla-
grunninum er umleið hálv
onnur millión krónur. Hetta
er tann ogn, sum á stovn-
ingardegnum er í føroysk-
um og donskum peninga-
stovnum undir heitinum
Færø Amts Skolefond og
Færø nedlagte skoles legat.
Grunnurin kann søkja sær
fíggjarstyrk aðrastaðni.
Grunnurin kann veita
stuðul, ið er 75 prosent av
teirri
virðisøking,
sum
stendst av rentuskriving,
vinningsbýti og tílíkum í
undanfarna tvey ára skeiði.
Avgjørt er, at lýst skal
verða um stuðulsmøguleika
úr omanfyri nevnda grunni
á fyrsta sinni á heysti 2001.
- Øll reingerð uttan
tann sum er neyðug
av heilsuávum, verður
spard burtur í
summar, sigur Jákup
Foldbo, leiðari í
Heimarøktini
HEIMARØKTIN
Turið Kjølbro
Í summar fáa um 300-400
eldri fólk í Føroyum onga
reingerð í heiminum. Vegna
nógv økta arbeiðsbyrðu og
orsakað av trongum fíggj-
arkørmum, verður sagt.
- Øll reingerð uttan tann
sum er neyðug av heilsu-
ávum, verður spard burtur í
juli og í august. Orsøkin er,
at fíggjarkarmurin er trong-
ur umframt, at tað er trupult
at fáa starvsfólk í summar.
Henda sparingin er kanska
ikki stór í pengum, men
heldur í starvsfólki, sigur
Jákup Foldbo, leiðari fyri
Heimarøktina.
Nógv tann størsti partur-
in av heimarøktini, eini 80
prosent, er persónlig røkt
og hon verður veitt sum
altíð.
- Heimarøktin er síðstu
árini vorðin væl tyngri. Tað
eru fleiri tyngri eldri brúk-
arar inni í skipanini, stórur
tørvur er á røktarheims-
plássum og sambýli, og tá
ið deildir verða stongdar á
sjúkrahúsunum, merkja vit
tað eisini í Heimarøktini,
sigur Jákup Foldbo.
Øll økini hjá Heimarøkt-
ini verða rakt líka í summ-
ar. Undanfarnu ár hevur
verið
ymiskt,
hvussu
heimarøktin hevur roynt at
siglt millum skerini summ-
arhálvuna. Heitt verður á
avvarðandi um at veita teim
eldru í familjuni reingerð í
summar.
- Vit eru greið yvir, at
hetta kemur illa við hjá
nógv teim flestu. Eisini vit
harmast um støðuna, men
vit vita, at í fleiri førum
royna tey at klára seg, eitt
nú við hjálp frá teim
nærmastu. Í einstøkum før-
um meta vit um, um rein-
gerð kortini skal veitast,
har annað ikki ber til.
Trupulleikin er eisini tann,
at í flestu økjunum hava vit
ikki nóg mikið av starvs-
fólki, sigur Jákup Foldbo.
Vantandi starvsfólk í
Heimarøktini er smátt um
smátt vorðin ein trupul-
leiki. Serliga í Havn er ringt
at fáa fatur á fólki.
- Tá ið nógv arbeiði er at
fáa, byrjar arbeiði sum
heimahjálp at verða ringt at
fáa fólk til. Í løtuni eru 20
starvsfólk til uppskúling í
almanna- og heilsuskúla-
num. Tískíl hava vit 20 av-
loysarar fyri hesi, sigur
Jákup Foldbo.
Um 380 fólk arbeiða sum
heimahjálparar kring land-
ið.
Pensjónistar onga hjálp til reingerð
- Eisini vit harmast um støðuna, men vit vita, at tey royna at klára seg, eitt nú við hjálp frá avvarðandi, sigur Jákup Foldbo, leiðari fyri Heimarøktina.
Savnsmynd
Stuðulsfelag stovnað Menna arbeiðið í
fólkaskúlanum
C
M
Y
K
7
6