mikudagur 20. juni 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 116 - 21. juni 2001
Nr. 116 - 21. juni 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
Fyri fyrstu ferð
kunnu smábørn ikki
koma á Barnaheimið.
Ikki tí, at eingin
tørvur er á Barna-
heiminum, men tí at
barnaverndir velja
fosturfamiljur fram
um Barnaheimið.
- Barnaverndirnar,
sum hava ábyrgdina
av skilinum, mugu
finna aðrar loysnir
fyri børn, ið hava
brúk fyri hjálp, sigur
Mirjam Johannesen,
virkandi leiðari á
Barnaheiminum
BARNALÍV
Turið Kjølbro
Um nakrar vikur letur
smábarnadeildin á Føroya
Barnaheimi aftur. Ikki tí, at
tað er betri at vera barn í
Føroyum, men sum eitt
úrslit av miðvísa arbeið-
num hjá barnaverndum
kring landið, sum heldur
senda børn í fosturfamiljur
enn á barnaheimið.
Í løtuni eru fýra børn á
Barnaheiminum, og øll eru
á deildini fyri størri børn.
Nú smábarnadeildin letur
aftur, mugu seks starvsfólk
sigast úr starvi og onnur
setast í niðursetta tíð. Hetta
eru øll dugnalig og væl
skúlað fólk, sum hvør á
sínum øki hava fingið ser-
útbúgving innan økið.
- Hetta er ógvuliga harm-
iligt og í grundini ein ræðu-
lig støða at vera í. Einasta
barnaheimið í vesturheim-
inum, sum ikki tekur ímóti
smábørnum. Allur serkunn-
leikin, sum er bygdur upp
og sum hevur kostað sam-
felagnum nógvar pengar,
fer nú fyri skjeyti. Ikki tí, at
tað ikki er brúk fyri honum,
men tí hann ikki verður
brúktur,
sigur
Mirjam
Johannesen, virkandi leið-
ari á Barnaheiminum.
Hyggja vit í bløðini,
síggja við hópin av lýsing-
um, har lýst verður eftir
fosturfamiljum. Alt gott um
fosturfamiljur, sum í flestu
førum kýta seg til upp-
gávuna. Nógvar virka væl
og børnini fáa tað gott.
Men í heilt nógvum førum
tørvar
barninum,
sum
hevur verið fyri vantandi
umsorgan alt lívið, viðgerð
av fakfólki. Fosturfamiljur-
nar eru ikki útbúnar til upp-
gávuna og duga tískil ikki
at skyna á, hvønn tørv
barnið hevur, tey hava
fingið til fosturs. Á Barna-
heiminum var eisini pláss
fyri familjum, sum kundu
koma til eygleiðingar og
vegleiðingar, men tann
møguleikin er ikki longur.
- Sum fakfólk byggja vit
børn, sum hava verið úti
fyri líkum og ólíkum, upp-
aftur, læra tey at stóla uppá
vaksin fólk aftur og at
knýta seg til onnur. Uttan
hesa viðgerðina eru børnini
ikki før fyri at taka ímóti
nærveruni,
sum
ein
fosturfamilja kann geva
teimum. Vit arbeiða eisini
við at finna skikkaðar
fosturfamiljur, sigur Mirj-
am Johannesen.
Avleiðingarnar av aftu-
rlatingini verða ovurhonds-
stórar. Børn, sum áður eru
komin akutt á Barna-
heimið, tí mamman ella
pápin hava gloymt at heinta
tað í vøggustovuni, ella tí
tey av øðrum grundum eru
svikin, kunnu ikki vera á
Barnaheiminum longur enn
tvær vikur framyvir, og tá
mugu tey vera á deildini
fyri størri børn.
- Barnaverndirnar, sum
hava ábyrgdina av hesum
skilinum, mugu so finna
aðrar loysnir fyri hesi børn-
ini, sigur Mirjam Johanne-
sen.
Almanna- og heilsumála-
stýrið er kunnað um støð-
una. Haðani eru komin boð
um at siga starvsfólkunum
á smábarnadeildini upp.
- Eg rokni ikki við, at
myndugleikarnir eru greið-
ir yvir avleiðingarnar av, at
smábarnadeildin letur aftur.
Virkandi
leiðarin
á
Barnaheiminum sigur, at
grundin til, at barnaverndir
velja fosturfamiljur heldur
enn at lata børn á Barna-
heimið, er, at so er trupul-
leikin loystur her og nú. At
síggja til.
- Tá ið børn koma á
Barnaheimið, krevja vit av
barnaverndunum eitt áhald-
andi og framhaldandi sam-
starv. Hetta kann tykjast
sum ein ov stór byrða fyri
barnaverndirnar,
sum
framman undan hava nógv
mál at arbeiða við.
Mirjam Johannesen veit
frá barnaverndum kring
landið, sum eru illa við um
støðuna og sum tíðum
venda sær til barnaheimið
eftir hjálp.
- Fleiri siga, at tær ikki
kunna gera arbeiðið nóg
gott, um smábarnadeildin
letur aftur. Men vit kunnu
ikki siga annað, at vit fáa
ikki longur hjálpt teimum
longur.
Barnaheimið tekur ikki
ímóti smábørnum
Einasta barnaheimið í
vesturheiminum, Føroya
Barnaheim, sum hevur
virkað í hálvt hundrað ár,
tekur ikki ímóti smá-
børnum um nakrar fáar
vikur.
Mynd: Jens Kristian Vang
Mentamálastýrið
hevur roynt at slætta
sjógvin fyri at fáa
betri samstarv við
skúlarnar kring
landið
SLÆTTA SJÓGV
Áki Bertholdsen
Mentamálastýrið hevur nú
biðið um umbering fyri at-
burðin
hjá
Torbirni
Jacobsen, tá ið hann var
landsstýrismaður.
Tað var á tí tiltikna fund-
inum ímillum Torbjørn
Jacobsen og Vestmanna
Skúla, at landsstýrismaður-
in vísti slíkan atburð, at
Mentamálastýrið heldur at
tað sømir seg at biðja um
umbering.
Elsa Birgitta Petersen,
forkvinna í Lærarafelag-
num, sigur, at tað var nú ein
dagin herfyri, at Menta-
málastýrið kallaði Lærara-
felagið til fundar.
– Á tí fundinum vóiru øll
tey ovastu embætisfólkini,
sum høvdu við fólkaskúlan
at gera. Og á tí fundinum
fingu vit eina formliga um-
bering fyri atburðin hjá
Torbirni Jacobsen á fundin-
um við leiðsluna í Vest-
manna Skúla.
Nú eru fólk ójøvn á
málið um, hvat hendi á
fundinum. Men tað er í øll-
um førum greitt, at orða-
drátturin var ógvuliga harð-
ligur og har lá leikluturin
hjá landsstýrismanninum
ikki eftir.
– Tá ið vit fingu umber-
ingina, boðaðu embætis-
fólkini í Mentamálastýr-
inum frá, at ætlanin var
ongantíð, at fundurin skuldi
ganga, sum hann gekk. Tey
søgdu eisini, at tey fegin
vildu slætta sjógvin aftur
og royna at fáa betri sam-
starv við skúlarnar kring
landið.
Hendan umberingin er
síðani kunngjørd øllum
limunum í Lærarafelagnum
umvegis álitisfólkini.
Elsa Birgitta Petersen
sigur, at í næstum verður
ein fundur afturat ímillum
leiðsluna
í
Vestmanna
Skúla, Mentamálastýrið og
umborð fyri Lærarafelagið.
Hon sigur, at tað var ikki
so nógv Føroya Lærara-
felag, sum hevur brúk fyri
eini umbering. Mentamála-
stýrið skuldi heldur biðið
leiðsluna og álitisfólkið í
Vestmanna Skúla um um-
bering og tað vænta vit
eisini, at hon fær á fund-
inum, sum verður við
Mentamálastýrið.
Formaðurin í Lærara-
felagnum sigur, at eftir
handan vanlukkuliga fund-
in
ímillum
Vestmanna
Skúla og Mentamálastýrið,
er tað gjørt av, at Lærara-
felagið skal altíð vera við,
tá ið skúlafólk fara á fund
við Mentamálastýrið.
–Eftir tað, sum hendi á
fundinum imillum Vest-
manna Skúla og Menta-
málastýrið, fara vit ikki
aftur at senda skúlafólk
einsamøll
á
fund
við
Mentamálastýrið, í hvussu
so er ikki fyribils, sigur
hon.
Men
so
leggur
hon
afturat, at hon er vís í, at
nakað tílíkt fer aldrin
nakrantíð at vera teimum
fyri aftur.
Átta hárfríðkunar-
lærlingar stóðu
sveinaroyndina á
Tekniska skúla týs-
dagin
KLIPPING
Jústinus Eidesgaard
Tað var ein stórur dagur hjá
teimum átta lærlingunum,
tá tær týsdagin høvdu verið
til seinastu royndir sínar í
hárfríðkunaryrkinum. 60
skúlavikur, sum ivaleyst
eisini hava verið stuttligar,
men sum tíðum hava verið
strævnar, eru nú at enda
komnar, so tað var skilligt,
at
sjampanjupropparnir
fingu frítt at fara, tá boðini
komu um, at tær allar
høvdu staðið royndina.
Sjónvarpið var við
Hóast ein sveinaroynd í
sjálvum sær er nakað ser-
ligt, so hevði royndin hjá
hesum átta nakað heilt ser-
ligt yvir sær. Sjónvarpið
hevði nevnliga biðið um
loyvi at vera við til roynd-
ina, so samstundis sum litir,
uppsetingar
og
purlur
skuldu fáast í rættlag,
noyddust genturnar eisini at
finna seg í sjónvarpstól-
inum, sum áhaldandi peik-
aði móti teimum teir báðar
dagarnar,
sum
royndin
vardi. Gongst eftir ætlanini,
verður talan um eina send-
ing, sum ætlandi verður at
síggja eina ferð í heyst.
Tí kendist lættin kanska
eisini eyka stórur, tá tað um
fimm-tíðina endiliga var
greitt, at nú var alt leyst og
liðugt. Tó so. Hjá teimum
flestu er enn galdandi, at
seinasti parturin av læru-
tíðini skal fáast frá hondini,
men ivaleyst mann hesin
parturin
fella
teimum
lættari, enn tá tankarnir
samstundis
sveima
um
próvtøkur av alskyns slag.
Tær sum stóðu sveina-
royndina hesa ferð vóru
Anngerð
Hammer
úr
Hvalba (lærupláss, Hár-
røktan í Øravík), Angeli
Tindskarð, Tórshavn (hjá
Ásu, Tórshavn), Bryngerð
Ejdesgaard, Klaksvík (Sa-
long Maria, Argir), Beinta
Hansen, Toftir (Salong
Katrin,
Toftir),
Lissi
Mouritsen, Tórshavn (Sa-
long Bylgjan, Argir), Marj-
un Hansen, Skálavík (Sax
o’føn, Tórshavn), Paula
McGavin, Tórshavn (Kvilt
Hárfríðkan, Tórshavn) og
Ragnhild
Guðjónsson,
Tórshavn (Salong Tóta,
Tórshavn). Høvuðslærar á
skeiðnum vóru Lis Helga-
dóttir og Sunneva Thor-
steinsson.
Týskvøldið var so lítil
samkoma uppi á skúla-
heiminum, har tær átta
fingu handað prógvini fyri
skúlaskeiðið og sveina-
royndina, og tá lærutíðin er
liðug, fáa tær so endaliga
sveinabrævið.
Hava biðið um umbering fyri
Torbjørn Jacobsen
8 nýggjar klippigentur
– Vit hava nú fingið eina
formliga umbering frá
Mentamálastýrinum fyri
atburðin hjá Tobirni
Jacobsen, tá ið hann var
landsstýrismaður. Eg vænti
ikki, at vit nakrantíð koma
at vera fyri slíkum aftur,
sigur Elsa Birgitta Petersen,
forkvinna í Lærarafelagnum
Seinasta royndin var í uppsetan, og á myndini síggjast snotuliga módellini, sum tær átta høvdu
gjørt til, so talan eins væl kundi verið um eina stóra mótasýning
C
M
Y
K
7
6