Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 51 - 12. mars 2008 Hvørki løgmaður ella landsstýrismaðurin í uttan­ ríkismálum møttu á fund­ um í Lichtenstein og Schweiz í farnu viku um møguligan føroyskan EFTA­limaskap. Danski uttanríkisráðharrin tók sær einsamallur av at umboða Føroyar. Løgmaður skal standa til svars í Løgtingi­ num fyrrapartin í morgin 12. mars kl. 09.30 Uttanríkispolitiska kósin hjá CHE­landsstýrinum er ábyrgdarleys og átaluverd. Tað er niðurstøðan hjá undirritaða, eftir at bæði Jóannes Ejdesgaard, løg­ maður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttan­ rikismálum, í farnu viku valdu at halda seg burtur frá týðandi fundum í Lichtenstein og Schweiz um møguligan føroyskan EFTA­limaskap. Í staðin tók danski uttan­ ríkisráðharrin, Per Stig Møller, sær einsamallur av at umboða Føroyar á fund­ unum í Varduz í Lichten­ stein 3. og 4. mars og Bern í Shcweiz 5. mars. Sostatt stóðu føroysku sessirnir í Verduz og Bern tómir, tá fundirnir vóru. Avboð í seinastu løtu Upprunaliga avtalaðu løg­ maður og danski uttanríkis­ ráðharrin longu í oktober 2006, at bæði umboð fyri Føroyar og Danmark skuldu vera við á fundu­ num í farnu viku, ið snúðu seg um, um og hvussu Før­ oyar kunnu fáa limaskap í EFTA. Kortini komu avboð úr Føroyum í seinastu løtu. Greitt er, at Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, framdi eitt formligt fram­ stig á fundunum í Lichten­ stein og Schweiz. EFTA­ limalandið Schweiz, ið frammanundan hevur verið lítið sinnað at tosa um EFTA­limaskap til Føroya, er nú sinnað at umhugsa, hvørt ein arbeiðsbólkur skal setast at greiða løg­ frøðiligu spurningarnar í sambandi við møguligan føroyskan EFTA­limaskap. Tilvildarligur og líka­ sælur uttanríkispolitikkur Atburðurin hjá Landsstýri­ num er átaluverdur og ábyrgdarleysur og kann bert fatast sum misrøkt av føroyskum uttanríkispolit­ iskum áhugamálum. Sjálv­ andi skuldi løgmaður ella landsstyrismadurin i uttan­ ríkismalum verið við á fundunum og talað sak Føroya. Hesin atburður er eisini enn eitt tekin um, at uttan­ ríkispolitiska kósin hjá CHE­landsstýrinum er pínliga tilvildarlig og merkt av einari skríggjandi líkasælu. Fyrstu ábendingina um hetta sama fingu allir før­ oyingar, tá uttanríkisráð­ harrin hjá heimastýrinum í februar líkasælur valdi at yppa øksl, tá ein ES­nevnd­ arlimur kom við ábendi­ ngum um, at Europasam­ veldið er sinnað at finna eina smidliga loysn fyri føroyskum limaskapi í ES. Stilla løgmann til svars Sambandsflokkurin fer á løgtingsfundinum í morgun kl. 09.30 at stilla løgmann til svars, tá ófráboðaðir fyrispurningar eru á skránni. Av tí at undirritaði er staddur í Fólkatinginum í arbeiðsørindum, fer løg­ tingsmaðurin Johan Dahl at krevja løgmann eftir einari frágreiðing um, hví Landsstýrið velur at halda seg burtur frá týðandi fundum í Lichtenstein og Schweiz um møguligan føroyskan EFTA­limaskap. Landsstýrið forsømir sínar uttanríkispolitisku skyldur løgtings- og fólkatingsmaður Edmund JoEnsEn Nýggja gandaorðið í Før­ oyum í dag er gransking og aftur gransking. Bara vit fáa eitt stórt universitet, so skulu vit nokk loysa allar verðsins trupulleikar, verður sagt. Sleppa vit at granska, so fáa vit allar teir klóku foroyingarnar heim­ aftur, sum, ið verðandi støðu, onga framtíð síggja fyri sær í Føroyum. Polit­ ikkarir standa í bíðirøð fyri at fortelja okkum, hvussu umráðandi tað er at fáa eitt altjóða universitet, so vit sleppa víðari og fáa, um ikki annað, so nokur av hesum "heimleysu" føroy­ ingum heimaftur. Eg kann gott fylgja Sjúrði Skaale, tá hann sigur í SVF, at tess fleiri, ið ikki koma heimaftur eftir lokna útbúgving, tess býttari verða vit, ið eftir eru. Akkurát hvat ein skal leggja í tílíkar útsagnir, er so upp til tann einstaka at doma um. Fyri mítt viðkomandi so er eingin ivi; Okkurt er spinnandi galið í hesum landinum. Vit hava tey seinastu árini havt eina orgrynnu av super góðum verkatlanum, ið eru gjøgn­ umførdar og klárar at seta í verk. T. d. eru granskingar framdar, ið hava kostað fleiri 100 milliónir kr, uttan at tað hevur kostað føroyska skattgjaldarinum eitt klovið fimmoyra. Naraberg/Atlantic Navigator Eitt dømið er Næraberg­ verkatlanin. Ein verkætlan, ið navnframi norðmaðurin Kjell Inge Rokke legði rygg til og sjálvur betalti hvørt klovið oyrað, hetta kostaði. Onkur fuglur hev­ ur sungið, at hetta skuldi verða ein tøkk til foroying­ ar, sum vóru saman við honum, tað fyrstu tíðina hann var til sjós. Tann gransking, ið bleiv løgd í hesa verkatan, er uttan iva størsta frambrot í føroyskari fiskivinnu, síðani John Dam sáli, legði lunnar undir rakjuveiðu í Gronlandi. Sum øll vita, so bleiv Næraberg skiftur út við Atlantic Navigator, sum var nógv størri og betur egnaður til endamálið. Umborð vóru 100 arbeiðs­ pláss, sum er eindømi í Føroyum. 100 ungir foroy­ ingar, kvinnur og menn, sum eftir hvat eg havi skilt, stórtrivust umborð. Sam­ bært upplýsing eg havi fingið frá Føroya Fiski­ mannafelag, so var manni­ ngarparturin seinasta hálva árið, Atlantic Navigator var í flotanum (3. jan til 11. juli) áljóðandi 237.000 kr., t.v.s. 1487 kr. um dagin. Av góðum grundum veit eg ikki so nógv um smá­ lutirnar í Nærabergverk­ ætlanini. Men eitt, sum eigur at verða nevnt her, er at 20% av oljunýtsluni umboð á Atlantic Naviga­ tor, stavaði frá olju, ið varð vunnin úr svartkjaftinum. Saman við injector trol lemminum, og hesi 20% í sparing í brennievni, sigur tað seg sjálvt, at her eru risaupphaddir spardar. Hetta skuldi avgjørt skapt grundarlag fyri, at onkur útiseti kundi fingið eitt granskingarpláss onkunstaðni í Foroyum. Men tey ungu fólkini, sum í spenningi hava bíðað eftir einum avloysara fyri Atlantic Navigator, mugu bara staðfesta, at tey hava mist sítt framúrskarandi arbeiðspláss. Tí var vón­ brotið sera stórt fyri tey, tá tað frættist, at eitt ídnaðar­ skip við 12 monnum um­ borð, er komið í flotam fyri Atlantic Navigator. Eitt ídnaðarskip, sum saman­ borið við Atlantic Naviga­ tor, er sera primitivt, men sum hóast alt, nokk passar betur til føroyskan intelli­ gens. Hesi ungu, ið vónaðu aftur at sleppa umborð á eitt framkomið framleiðu­ skip, mugu bara staðfesta, at vónin brast. Ein vón um eitt arbeiðspláss, ið vildi skapt fíggjarligt grundalag fyri nógv ung, sum høvdu eina ætlan um at seta føtur undir egið borð, ella eina uppsparing til eina útbúgv­ ing, seinni í lívinum. Hesi ungu mugu nú, við hattinum í hondini, tað tungu leið til bankarnar at biðja um lán, so bankarnir einaferð enn kunnu reypa sar av at hava eitt enn størri avlop í komandi árum. Hesi ungu mugu bara svølgja orðini hjá nýggja fiskimálaráðharranum, Tórbjørn Jacobsen, tá hann sigur í Vinnuvitan (sitat) Virking umborð setur arbeiðspláss í vanda. Niðurstoðan kann tí ikki verða onnur enn hon, at tað er ein fúl skomm at verða býttur í Føroyum. Býttir føroyingar sakaris ZachariasEn Friðarligt rán, ella? 2. partur Tað sær út sum parturin sum verður útgoldin úr Arbeiðsmarknaðar­ eftirlønargrunninum (Samhaldsfasta) minkar ár um ár, fyri árið 2007 vóru einans útgoldnar 62% av tí sum kom inn í grunnin. Fyribils tøl vísa at áleið 210 mió kr. eru goldnar inn, meðan einans 130 mió kr. eru goldnar út, til tey sum pengarnir upprunaliga eru ætlaðir til. Sostætt eftirheldur stýrið fyri grunnin 80 mió kr. eftir einum árið. Helst hevur stýrið samla upp oman fyri 500 mió kr., sum tey av einari ella aðrari orsøk ikki vilja gjaldað út til pen­ sionistar, tí er áhugavert at spyrja stýrið útfrá hvørjari heimild teir bert gjaldað 62% út av inn­ gjaldinum? Hvussu nógvar 100 tal milliónir ætlar stýrið at samla upp í grunnin afturat, áðrenn ein líkinda partur av tí inngoldna verður goldið út til pensionistarnir? Stóri parturin av út­ varpstíðindunum í sein­ astu viku, snúðu seg um, hvussu etisku virðini eru vard í samband við íløgur hjá pensiónsgrunnum. Bíðaði í spenningi eftir at útvarpið fór at ringja til nevndarformannin í Arbeiðsmarknaðar­ eftirlønargrunninum (Samhaldsfasta) fyri at fregnast um hví grunnur­ in ikki rindar útaftur til pensionistarnir tað sum kravt verður inn. Tað má verða eindøma at ein pensiónsgrunnur einans rindar 62 % út­ aftur av tí inngoldnað, sum veruleikin er, nú vit kenna nøkulunda tølini fyri 2007. Útgjaldið úr Samhalds­ fasti uppá 3.000 kr. má verða eitt rímiligt krav. hEnrik old Av og á renna vit okkum í fólk, ið eru so hjartaleys, at tey fáa eina kettufellu setta upp í garðinum hjá sær, og uttan at blunka lata kelidjór hjá sínum medmenniskjum fanga og drepa. Spakar kettur, gamlir geldir frensar, ið ikki ána nakað ilt, fara inn eftir tí lekra bitanum, og haps, so smekkar fellan í. Har er onki at gera uttan at bíða eftir hjálpini, og tað er tann skeiva hjálpin, ið kemur: Bøðilin, ið fer til djóralæknan við neyðardýrinum. Og har verður djórið dripið, uttan tanka fyri, at kettur, júst sum tú og eg, eisini hava rætt til at liva. Beint nú stendur (ella stóð?) ein fella við Blákollugøtu við Villingadalsveg. Allir kettueigarir har í nánd verða bidnir um at syrgja fyri, at kettan verður chipsmerkt, tí tað er einasta garanti fyri, at djóralæknin ikki gevur henni deyðssproytuna. Tað hevði verið so natúrligt at ávara grannar og sagt frá, at tú stillar eina kettufellu upp, tí tú ikki vilt hava frensapiss inni á tínum stykki, men at drepa óskyldig djór, tað er óndt. Tú átti at hugsa um, hvat alternativið til kettur er, og hvat fer at henda, tá allar kettur eru útruddaðar. Tá verður sum í Nólsoy, har tey hava fult av rottum. Heldur tú tað vera betri? Kettufellualarm!!! DjóravernDar- felagið