mikudagur 12. mars 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 51 - 12. mars 2008 ]
»Vit eru
ein
styrki í
Europa«
Jamie Carragher,
ið spældi sín dyst
nummar 100 í
europeiskum høpi, vil
vera við, at Liverpool
enn eina ferð vístu
teirra Europeisku
megi, tá teir sigraðu í
Milano í Champions
League
Fyri tólvtu ferð í søgu
felagsins hevur Liver
pool megnað at spælt seg
til fjórðingsfinalurnar í
Champions League, og
tað gjørdu teir við einum
samanlagdum sigri áljóð
andi 30 móti formsterk
asta liðnum í øllum
Europa, Inter Milan.
– Vit hava vunnið móti
kanska besta liðnum í
Europa í løtuni. Teir hava
bert tapt ein dyst í heim
ligu kappingini, og liggja
langt fremstir, fortaldi
Jamie Carragher millum
annað fyri Sky Sports. –
Vit vistu, at um vit megn
aðu at halda málið reint,
so komu vit víðari, og
tað megnaðu vit. At vit
so eisini skora, tað ger
bara sigurin enn søtari.
Vit vístu neyðuga treiskn
ið, og tað fekk okkum
víðari í kappingini, sigur
Carragher, ið spældi sum
høgri bakkur í dystinum
í Milano í gjárkvøldið.
Liðskiparin hjá Liver
pool, Steven Gerrard
vildi leggja afturat orð
um Carraghers, at – Eg
vil ikki siga at sigurin
var tryggur fyrr enn út
vísingina.
– Tað var ein góður
dystur at halda málið
reint í, og at vit megnaðu
at skora eisini, fer at
geva okkum eina rúgvu
av dirvi og áræði.
– Vit vistu, at teir ikki
fóru at spæla við vong
spæli, so tað var týdning
armikið hjá mær at
hjálpa Javier (Masche
rano – blaðm.). Saman
umtikið haldi eg at vit
høvdu tamarhald á støð
uni, og høvdu uppiborið
at koma víðari, sigur
Steven Gerrard, somu
leiðis fyri Sky Sports.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Liverpool komu í
gjárkvøldið víðari til
Champions League
fjórðingsfinalurnar,
eftir at málið hjá
Fernando Torres í
næsta hálvleiki, gav
teimum ein 1-0 sigur
móti einum skerdum
Inter liði
fótbóltur
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
»The Reds« ið saman við
Arsenal, Chelsea og Man
chester United er komið til
tey seinastu átta – fóru inn í
dystin í gjárkvøldið, við
einari 20 leiðslu frá und
anfarna dystinum á Anfield,
so samtalt var sigurin 30
móti Inter, sum, undan
dystunum móti Liverpool, í
fjølmiðlunum vóru kosnir
at vera sterkasta lið í
Europa.
Trupul uppgáva
Uppgávan hjá Inter var sera
trupul, tá teir skuldu møta
væl
samanspældu
og
royndu gestunum, men støð
an skuldi gerast enn meira
trupul, tá Nicolas Burdisso
varð rikin av vølli, fyri sítt
næsta gula kort, eftir at hes
in var komin ov seint inn í
eina talking á miðjum vølli.
Kanska eitt sindur tunt,
men eftir bókini hóast tað.
Kortið opnaði dyrnar
Reyða kortið til Burdisso
fekk automatiskt Inter til at
taka fótin av skyndlinum,
og loyvdi harvið Liverpool
alt meira inn í dystin.
Nýfunna offensiva spælið
hjá Liverpool gav eisini
úrslit í 64. minutti, tá spaniu
maðurin Fernando Torres,
ótarnaður slapp at snara sær
á í brotsteiginum hjá Inter.
Eitt innlegg kom úr vinstra
borði, ið Torres so tamdi,
áðrenn hann skjótt og greitt
hamraði eitt lágt skot í net
meskurnar. Málverjin Julio
Cesar hevði ongan verðsins
møguleika til at bjarga, og
so var 26. málið hjá Fer
nando »ElNiño« Torres
veruleiki.
Dystargongdin
Eins og væntað var, byrjaðu
Inter sum eitt ódnarveður,
og trýstið var ógvuliga
stórt. Inter hevði fleiri heilt
stórar
møguleikar,
men
stóru heimsstjørnurnar í Int
er megnaðu ikki at spæla
millum sín. Tað tóktist, sum
um at hvør einstakur vildi
avgera alt sjálvir, og fleiri
ferðir, tá besta loysnin
avgjørt hevði verið at spælt
bóltin víðari, valdu stóru
stjørnurnar at royna seg
sjálvir, og uttan eydnu.
Liverpool verjuspælið fekk
alt meira fótafesti, og byrj
aðu so smátt at flyta ser
merkta pressið longur fram
á vøllin.
Um tað var ov stórt Liver
pool press, ella hvat tað var,
so byrjaði Inter heilt óvænt
að, og sera ólíkt vanligum
italienskum verjuspæli, at
spæla naivt og beinleiðis
vandamikið verjuspæl. Sera
undarligt at síggja frá einum
liði, ið bert hevur tapt eitt
ans dyst í heimligu kapp
ingini, og sum er kent fyri
stabilt, got tog til tíðir harð
ligt verjuspæl.
Liðini fóru málleys til
hálvleiks, og tað hóvaði
gestunum úr Onglandi heilt
væl.
Bert fýra minuttir eftir
steðgin hendi so tað, ið ikki
mátti henda fyri heimaliðið.
Teir fingu Nicolas Burdisso
riknan av vølli, fyri at fáa
sítt seinna gula kort, og har
við eisini reytt. Útvísingina
fekk hann fyri at koma ov
seint inn í eina takling móti
Lucas Leiva. Sostatt hevði
Inter fingið sítt seinna
reyða kort móti Liverpool í
fylgjandi dystum. Øðin á
heimaáskoðarunum
man
óivað hava verið øðilig, og
munnu teir ivaleyst hava
kent seg snýttar onkurs
vegna. Reyða kortið í fyrsta
dystinum fekk Marco Mate
razzi, somuleiðis fyri tvey
gul kort.
Liverpool komu alt meira
inn í dystin, og tá Fernanan
do Torres slapp at standa
leysur og skora, so at Liver
pool tá førdu 30, tá var í
veruleikanum avgjørt, og
Inter vóru eftir hetta, full
komuliga tannleysir, mót
leysir og útslignir. Vert var
at leggja til merkis at allar
hesar sokallaðu stóru stjørn
urnar hjá Inter, ikki so mik
ið sum megnaðu at skjóta
eitt fríspark innanfyri mál
stengurnar. Sera vánaligt,
og undrunarvert, tá man
hugsar um, at hesir eru mill
um dýrastu leikarar í heimi
num.
»The Reds« víðari
eftir Inter sigur
Liðini, ið mynda fjórðingsfinalurnar
í Champions League 2007/2008:
Arsenal
Barcelona
Chelsea
Fenerbahce
Liverpool
Manchester United
Roma
Schalke
Lutakastið um hvør skal møta hvørjum, fer av
bakkastokki fríggjadagin, og tað verður alt fyri eitt
lagt út á portalin.
Liverpool-sigurin í gjárkvøldið hevur
við sær, at tað nú eru heili fýra ensk lið í
fjórðingsfinalunum í Champions League, og
tað má sigast at vera ein valdsframvísing av
teimum heilt stóru. Einsamalla málið skoraði
Fernando Torres, og er hann við tí, komin
upp á 26 mál í sínum fyrsta kappingarári í
Liverpool. Imponerandi