Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 51 - 12. mars 2008 ] Hondbóltsgalla fyri ung Leygardagin 15. mars skipar H71 fyri hondbóltsgalla fyri ung í bólkunum gentur 17 ár og dreingir 17 ár. Gallatiltakið verður skipað á sama hátt sum hjá teimum vaksnu, við borðhaldi, undirhaldi, tilnevning av ársins bestu spælarum og dansi. Ársisns spælarar verða valdir í bólkunum: besti spælari, besti áleypari, besti verjuleikari, besti málmaður, ársins stjørnuskot og besti venjari. Steyp verða handaði í øllum bólkum. Atkvøðuseðlar eru sendir øllum feløgum. Hvørt liðið hevur eina atkvøðu, og ikki kann atkvøðast fyri egnum leikarum. Venjararnir hava somuleiðis eina atkvøðu í part. 07 Vestur fær sín samleika Fríggjadagin skipar fótbóltsfelagið 07 Vestyur fyri almennari móttøka á Hotel Vágum. Á hesari fer felagið at avdúka nýtt búmerki, spælibúnan hjá felagnum og nýggju heimasíðuna hjá felagnum. 07 vestur er nýggja felagið, sum er komið fyri FS Vágar og síðani FSV04. Talan er ikki um samanlegging av feløgum, men varð ístaðin valt at stovna nýtt felag. Um vikuskiftið hevur Badmintonhøllin í Havn verið karmur um árligu opnu badmin­ tonkappingina Tórs­ havn Open. Hendan kappingin er seinasta styrkisroyndin hjá leikarunum áðrenn sjálva FM­kappingina Badminton Tíðindaskriv Vit fingu eina sera góða kapp­ ing við badminton á høgum støði og við spennandi dyst­ um og finalum í fleiri aldurs­ bólkum. Tað er týðuligt at síggja, at støðið er alsamt hækkandi hjá okkara badmin­ tonleikarum, bæði hjá ung­ dóminum og hjá teimum vaksnu. Hetta er ikki minnst okkara dugnaliga og ídna landsvenjara Tobias Effersøe fyri at takka. Hann hevur trú­ liga vitjað út til okkara lima­ feløg hvørja viku allan vet­ urin, har hann hevur vant við leikarunum – ungum sum eldri – og deilt út av sínum stóra badmintonkunnleika. U9 ­ leikarar undir 9 ár Her sóu vit okkara yngstu leikarar gera sítt ítasta. Allir luttakarnir eiga rós uppi­ borið fyri teirra ídni og spæl. Stuttligt at síggja at áhugin hjá bæði børnum og ikki minst foreldrum er stór­ ur í øllum aldursbólkum. U11 leikarar undir 11 ár Her var sum ikki einaferð ÍF einaráðandi í kappingini hjá dreinginum. Ótrúligt sum tey í Fuglafirði megna, at finna og uppala stórtalent uppá samliband. Hjá dreingjum í U11 fóru øll heiðursmerkini til Fuglafjørð. Út av 12 heið­ ursmerkjum hjá dreingjum í øllum ungdómsaldursbólkun­ um átti Fuglafjørður tey 8 – kanska uppá sítt pláss at Ólavur og hini kring dreing­ irnar fingu eitt eisini! Hjá gentunum fór gull­ merkið til Ásu úr MBF, stuttligt at tey úr Vágunum eisini blanda seg í toppinum. Ása vann á Kristinu úr HBF í einum spennandi 3 settara – tað verður spennandi at síggja hvør trekkjur longsta strái í FM. U13 – leikarar undir 13 ár Hjá dreingjunum var tað aftur Fuglafjørður sum fór avstað við gull­ og silvur­ heiðursmerkjunum. Arnold vann á Pól Magnus í final­ uni, meðan Páll ú HBF fekk bronsuna. Okkara bestu U13 dreingir eru sera evnaríkir og halda teir áfram við menningini kunnu teir skjótt bjóða okkara sterkastu av. Helena úr HBF vann hjá gentunum meðan Svanna og Heidi úr Vestmanna fóru avstað við silvur­ og bronsu­ heiðursmerkinum. Eins og Fuglafjørður hevur verið kent fyri framleiðslu av dreingjatalentum hevur Vest­ manna eyðmerkt seg á sama hátt hjá gentunum. Her er Havnin tó eisini seinnu árini komin væl við. U15 – leikarar undir 15 ár Her fingu vit eina spennandi finalu millum Ari úr ÍF og Andrias úr HBF. Tað endaði við at Ari – sum eisini hevur vunnið Grand Prix kapping­ ina við fullum stigatali – dró longsta strái. Tað var tó ikki uttan harða mótstøðu frá Andrias, sum hevur tikið seg ótrúliga nógv fram síð­ an han byrjaði at venja fyri bert 3. árum síðani. Fleiri av U15 leikarunum venja fast saman við teimum bestu vaksnu leikarunum og hetta sæst aftur á spælgóðskuni. Hjá getunum vann Rannvá úr HBF á Biritu úr VÍF. Rann­ vá hevur tikið seg nógv fram seinasta árið og er nokk eitt av okkara stórstu talentum á gentusíðini. Rannvá og Birita hava havt nakrar sera spenn­ andi dystir í ár – hesuferð koppaði so til Rannvu’sa fyri­ mun. Súsanna og Lilja hava eisini gjørt seg galdandi í hesum aldursbólkinum, men seinastnevnda mátti tíanverri geva avboð vegna skaða. Vaksin Eftir fleiri góðar innleiðandi dystir var loksins klárt til finalurnar. Hjá monnunum stóð slagið enn einaferð mill­ um Niclas og Tobias. Niclas vann í síni halvfinalu greitt á Rógva, meðan Tobias somu­ leiðis vann klárt á Hilmar. Nic­ las legði sera hart út fyrsta sett og fekk eina rímiliga trygga leiðslu. Hend an helt sær meginpartin av settinum, men Tobias, sum er ein sera dugnaligur leikari – bæði tak­ tiskt og tekniskt – fekk spaku­ liga hálað inn á Niclas og skjótt stóð á jøvnum 19­19. Hóast Niclas – sum er meira álopskendur enn ­ – royndi sítt ítasta at avgerða settið til sín fyrimun, eydnaðist honum ikki at bróta ígjøgnum, og hann mátti at enda lúta 21­19. Hetta var ein dyggur smeitur fyri unga Niclas, og so var langur vegur ímóti einum al­ tíð tryggum Tobias. Tað vísti seg eisini at seinna settið aldrin gjørdist eins spennandi og fyrra og Tobias vann at enda rímiliga trygt settið og harvið eisini dystin. Hjá kvinnunum fall luta­ kastið soleiðis, at Guri og Brynhild skuldu møtast í aðrari hálvfinaluni meðan Sofie og Óluva møttust í hin­ ari. Sofie fekk ein lutfalsliga greiðan sigur, meðan dysturin millum Guri og Brynhild bleiv eins spennandi og harð­ ur, sum fleiri av undanfarnu dystunum teirra millum. Bryn­ hild er sera álopskend í sínum spæli og hevur eina slagkraft sum næstan stendur monnu­ num kurl. Guri hinvegin er sera dugnalig teknisk har hon nágreiniliga kann leggja bólt­ in júst har hon ynskir og soleiðis fáa mótpartin út at renna. Tað vísti seg, at hesu­ ferð var tað álopsspælið hjá Brynhild sum dró longsta stráði og hon megnaði at vinna á Guri í tveimum sett­ um. Bæði settini vóru tó sera jøvn og Brynhild mátti brúka allar kreftir at syfta Guri. Nú var klárt til finaluna millum Brynhild og Sofie. Her vísti tað seg skjótt, at Brynhild ikki megnaði at stýra dystinum á sama hátt sum í hálvfinaluni, og hóast gott spæl og langar duellir í báðum settum endaði dyst­ urin við einum rættiliga greiðum 2­0 sigri til Sofie, sum harvið kann seta Tórs­ havn Open meistari á sítt visittkort. Hitaðu upp til FM Í dreingjabólkinum fyri U11 var ÍF at kalla einaráðandi Helena Lamhauge vann kappingina fyri U13 gentur. Í finaluni basti hon Svannu Poulsen Úrslitini U9 Gentur Nr. Spælari Felag 1 Jóna Jensen ÍF 2 Rana Johannesen VÍF 3 Marjun Niclasen VÍF Dreingir 1 Jákup Jacobsen ÍF 2 Jákup N. Olesen ÍF 3 Regin á Rógvi Joensen VÍF U11 Gentur 1 Ása E. Nielsen MBF 2 Kristine Eriksen HBF 3 Sólfríð H. Joensen VÍF Dreingir 1 Sómol Joensen ÍF 2 Sigmundur Jensen ÍF 3 Aron Cornette ÍF U13 Gentur 1 Helena Lamhauge HBF 2 Svanna Poulsen VÍF 3 Heidi Hansen VÍF Dreingir 1 Arnold Kristensen ÍF 2 Pól Magnus Petersen ÍF 3 Páll Eysturoy HBF U15 Gentur 1 Rannvá D. Carlsson HBF 2 Birita Poulsen VÍF 3 Súsanna Poulsen VÍF Dreingir 1 Ari Ó. Ellingsgaard ÍF 2 Andres Poulsen HBF 3 Ellindur G. Magnus HBF Vaksin Kvinnur 1 Sofie Lind Thomsen HBF 2 Brynhild D. Carlsson HBF 3/4 Guri Poulsen HBF 3/4 Óluvá Bærentsen ÍF Menn 1 Tobias Effersøe HBF 2 Niclas Eysturoy HBF 3/4 Hilmer Kaas Jacobsen HBF 3/4 Rógvi Poulsen HBF