Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 12. mars 2008 31 tíðindi Grønlandstíðindi Kári við Stein Vit hava frætt frá okkara manni í Grønlandi, Kára við Stein 18. februar Í dag eru – 9 stig og stilli. Lómur kom inn til Pamiut í morgun at landa. Teir hava 90 tons inni og skuldu loysa aftur í kvøld til nýggjan túr. 23. februar Í dag eru – 18 stig og stilli. Markus kom inn til Nuuk í morgun at landa. Teir hava gott og væl 400 tons inni. Teir skulla skifta yvirmenn, so teir loysa aftur mánadag­ in. Lómur kom inn til Pami­ ut at landa í morgun. Teir hava gott 75 tons inni og skuldu loysa aftur í kvøld nýggjan túr. 25. februar Í dag eru – 8 stig og stilli. Akamalik kom inn at landa í morgun. Teir hava um 400 tons inni eftir 11 døgum. Tað gekk sum fótur í hosu at landa skipið. kl 21.00 í kvøld var skipið sigliklárt. Teir hava sett siglitíð til kl 07.00 í morgin tíðliga. 27. februar Í dag er stilli og – 5,4 stig. Natarnaq kom inn at landa í morgun. Teir hava 350 tons inni henda túrin, og teir skulla sigla aftur í morgin tíðliga. Ocean Tiger skuldi landa í Íslandi í dag. Teir vóru undir Vesturgrønlandi seinasta túrin, men eru nú eystanfyri og hava knapt fulla last. Frætt er frá canadiarum Atlantic Enterprice. Teir liggja í nógvun ísi og royna. Teir hava fiskað í 11 dagar og hava 530 tons inni. Teir skulla inna at landa um stutta tíð. 28. februar Í dag eru – 6 stig og stilli. Natarnaq loysti kl 06.00 í morgun, og hann var ikki meira enn leysur, tá legði Polar Amaroq til. Teir vóru komnir inn at millumlanda, eini 150 tons. Teir skulla inn til Nuuk at skifta fólk tann 6. mars. Skipið var um at vera fult hjá teimun, so har kom at mangla pláss, um teir skuldu blíva liggj­ andi á feltinum. Teir loystu kl 18.00 í kvøld. Lómur kom inn til Pamiut at landa i morgun. Teir hava 80 tons inni henda túrin. Fiskaríið er minkað nógv har suðuri á leiðunum, so teir ætla at ota seg norðuryvir at royna Onkrir av trolarunum ætla at sleppa sær norður í kassan útfyri Kangatsiaq. Polar Qraasiut hevur gjørt eina roynd at sleppa norður hagar, men tad var ikki hugsingur um tað fyri ísi. Tað skal koma vend í veðrið, áðrenn har verður roynandi. 3. mars Í dag eru – 16 stig og stilli. Polar Qraasiut kom inn til Nuuk at landa í morgun. 4. mars Í dag eru – 18 stig og stilli. Qaqqatsiaq kom inn at landa í morgun, teir hava knapt 400 tons inni. Polar Nagtoralik kom inn til Nuuk at landa í dag. Teir hava gott og væl 550 tons inni. Tveir av trolarunum rendu seg norður í móti 68 stig, men har gjørdist onki hjá teimum fyri ísi. Onkur av teimun fekk trolið út, men onki var at fáa, so teir eru komnir suður aftur í dýpið at royna. 6. mars Í dag er væl av vindi av suðri vid jarðroki og – 12 stig. Tað er nakað, sum man merkir, at tað fer í mergin. Polar Amaroq kom til Nuuk at landa í dag og skifta fólk. Grønlandstíðindi: Framvegis kuldi og ísur Her lossar Irena Arctica LISTAFÓLK Fríggjakvøldið 14. mars kl 20 verður forvitnisligt cafékvøld í Føroyahúsin­ um í Keypmannahavn við Dalsgaard & Dalsgarð. Tey bæði evnaríku lista­ fólkini, Marita Dalsgaard, sjónleikari og Ernst Sond­ um Dalsgarð, tenorur, fara at siga frá, millum annað, hvussu tað er, at vera sjón­ leikari og operasangari. Marita Dalsgaard er útbúgvin sjónleikari, arbeiðir m. a. í Leikhús Skift, og Teatret Fair Play við sjónleiki bæði í Føroy­ um og í Danmark. Marita hevur júst verið í Føroyum við leikinum Býtisbarnið. Ernst Sondum Dalsgarð, er tenorur í Operahúsinum í Keypmannahavn. Hann hevur nógvar konsertir runt um og fyrireikar seg nú til høvuðsrolluna í Cav­ allerina Rusticana. Síðst í mars verður Ernst eisini at hoyra í Føroyum, saman við harkaliðnum, Det syngende Selskab. Sera góð suppa v/ breyði fæst, umframt at vín, øl, kaffi og the kann keypast í barrini. ­ Hetta verður seinasta ferð Listafelagið skipar fyri cafékvøldið í Føroya­ húsinum. Øll eru væl­ komin til hetta forvitnisliga tiltakið, skrivar Føroyska Listafelagið í Keypmanna­ havn í tíðindaskrivi. Byrjað verður kl 20 og opið er til midnátt. Dalsgaard & Dalsgarð í Føroyahúsinum í Keypmannahavn Í enskari orðabók (1962) verður her í yvirskriftini brúkta orðið lýst soleiðis: The numbers 13 to 19. Teen-ager boy or girl in his or her teens. Teenagers hevur ikki nógv ár á baki, kanska eina hálva øld. Hetta lítla, fitta orðið verður brúkt víða hvar í allari verðini: Evr­ opa, Amerika, Avstralia, India, og eisini í Føroyum hevur tað verið brúkt í nógv ár. Men so hendi nakað í 1998. Í donsk­føroysku orða­ bókini 1995 er teenager umsett til tineygjari, og tað er einki ónormalt í hesum. Tað átti at verið sjálvsagt, at vit brúka heitið teenager ella tineygjari. Í føroysku orðabókini 1998 lesa vit, at tannáring- ur er unglingi í árunum 13 til 19, og at tann er tonn í hvørsfalli (genitiv) , og at áringur er kornár, ársgróð- ur av korni og eplum, ár- gangur av konfirmantum. So kom fløkja í. Í dag verða tineygjari og tannár­ ingur brúkt hvørt um ann­ að. Í orðabókini 1998 eru meira enn hálvthundrað samansett orð við tonn í hvørsfalli, sum øll hava við tenn at gera – uttan eitt: tannáringur. Ung í 13­19 ára aldri eru: trettan, fjúrtan, fimtan, sekstan, seytjan, átjan og nítjan ár. Fýra eru tanár og trí eru tjanár, sum á ongan hátt kunnu avleiða orðið tannáringur. Eftir hesum má tað tí haldast, at vánaliga orðið tannáringur als ikki hevur heimarætt í okkara máli. Málgranskarar, sum ætl­ andi eru av góðum bergi brotnir, hava í longri tíð beint fyri nógvum av okk­ ara í fólkamunni og gerand­ isdegi livandi orðum. Hetta kann tíðum geva mentalan fepur, men í slíkum førum eru vit handikappaði, tí grannskararnir hava útihýst termometur og varmapútu í Føroyum. ………….. Øll ekstremisma er hættis­ lig. Víða hvar um lond er hon orsøk til ógvusligan, heimføðisligan atburð, ið ger lívið til eina marru. TEEN-AGER Heri moHr viðmerkingar Lesið Sosialin - so eru tit við