Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 51 - 12. mars 2008 Ummæli eftir Gunnvá Zachariasen Loksins var frumframførsla av sjónleikinum Eg eri mín egna kona á Tjóðpallinum sunnu­ kvøldið. Og sannast má at orðini: Leingi er tað, ið væl skal verða gerast sonn aftaná hesa sjónleika­ uppliving. Ein serstakliga áhugaverd søga. Ein sjónleikari, sum sera smidliga oysir av sínum kynstri, og ein uppseting, sum veruliga tænir hesum báðum: søguni og sjónleikaranum og sum sker inn á bein eftir hesum grundsetningi. Knívskarpt og javnvigað. Charlotte Von Mahlsdorf. Her er ein søga, um eitt menn­ iskja, sum alla ævi síni livdi eftir og við sínum egnu premissum – hóast vandamiklar og terrori­ serandi umstøður. Lothar Berfelde varð føddur í 1928 í Berlin. Um 16 ára aldur vitjaði hann lesbisku tantu sína í Eystur Preussen. Hon gekk í jaktklæðum, stórum skitnum stivlum, hevði byrsu hangandi um herðarnar, bóndaðist og arbeiddi sum annar maður. Kjólarnir hingu óbrúktir í skápi­ num í kamarinum og her var tað at Charlotte Von Mahlsdorf føddist. Tann 16 ára gamli Lothar royndi kjólarnar hjá tantu síni og tá tantan fann hann ein dagin framman fyri speglinum í fullari mundering sigur hon: Tú ert ein kona og eg eri ein maður. So bist da! Síðani legði tantan bókina, sum seinni skuldi gerast bíblian hjá Charlotte, á borðið: Die Transvetiten. Lothar skapti sær persónin, kvinnuna, konuna og seinni mytuna Charlotte Von Mahlsdorf. Hon livdi sum kvinna í Berlin undir Seinna Heimsbar­ daga – og livdi kríggið av. Hon livdi sum kvinna undir komm­ unistiska stýrinum í Eystur Týsklandi ­ og livdi ta av. Fekk enntá heiðursmerki frá týska samveldisríkinum fyri sítt drúgva arbeiði at savna og varðveita antikkar møblar og lutir. Gjørdist landskend eftir at Múrurin fall, gjørdist mytan Charlotte Von Mahlsdorf. Varð avdukað sum Stasi stikkari, var álopin av autonumum bólkum og nýnazist­ um – og livdi tað av. Tástani fór hon til Stockholms at búgva. Rýmdi? Hon doyði av hjarta­ tilburði undir eini vitjan aftur til heimbýin Berlin á gólvinum í sínum egna forngribasavni. Var hon transvestit? Var hon transeksuel? Var hon fødd í skeivum kroppi? Var hon sam­ kynd? Var hon Drag? “Tante var lesbisk – og tað var eg eisini!” sigur hon. Hvat var hon? Í veruleikanum er hesin spurning­ urin um seksualitetin hjá henni als ikki so áhugaverdur. Sum leikur líður tykist tað heldur verða ein persónur, sum nærum er a­seksuellur; sum hevur hon lagt seksualitetin til síðis, er næstan ein nonna, har hon gongur í einfaldum svørtum kjóla, turruklæði á høvdinum, ortopediskum skóm, perlubandi. Næstan uniformt. Gongur og hjúklar um sínar fornlutir og fortelur um sítt lív: barnaárini undir harðbalna pápanum, Hitler ræðnum, kommunismuni, sum Stasi fregnari, dekadenta geykara barrin Mulack­Ritze ­Mutter, museumsinspektør, drápskvinna, heiðursmóttakari, og sum mangt annað. Ein slanga, sum dugir at snúgva sær og harvið yvirliva. Ein labyrint av fortíð og minnum Charlotte var av sonnum ein varð­ veitari av søgu og søgum. Ein eksentrikari í orðsins sonnu merk­ ing. Antikku møblarnir, sum savna dustið frá fortíðini, eru hennara børn, sum hon, nærum heilt fetish­aktigt, hjúklar um og kínir. Hetta eru rekvisittir frá hennara lívið. Charlotte Von Mahlsdorf savnaði eitt ta størsta savni av møblum og lutum frá týsku keisaratíðini og fram til kríggið. Mangt fekk hon á iva­ saman hátt ognað sær. Hon var museumsinspektør í hesum húsið í fleiri áratíggju, sýndi fram hesa labyrint fyri ferðafólki. Og tað tykist sum ganga vit við inn í hesa labyrint. Eitt hús við mongum rúmum og kømrum, sum Char­ lotte leiðir okkum ígjøgnum og sum frá líðir tykist hetta museum at verða sjálvt sinnið og djúpastu loyndarrúm Charlottusar. Vit sleppa upp í kamarið, niður í myrkar, loyndarfullar kjallarar, fáa nágreiniligar detaljur um Edison fonografarnar, nærlagdar fyri­ lestrar, sum hon við sjáldsamari turrisligari passión opinbárar fyri okkum. Samstundis opinbárar hon sína sjáldsama lagnu fyri okkum. Og sína sál. Nei, hetta er ikki ein søga, um ein mann í konufólkaklæðum. Hetta er ein søga um eitt menn­ iskja, sum megnar at yvirliva undir ringast hugsandi umstøðum ­ uttan at geva sín samleika og sín integritet til keyps. Hetta er eisini ein søga um ein amerikanskan rithøvund, sum í leitan síni eftir fyrimyndum í sínum samkynda samleika og í síni leitan eftir søgu, leitar upp Charlotte. Hann sær hana sum fyrimynd, kanska sum eitt idol, men í skrivitilgongdini sindrast hetjudyrkanin, tá sannleikan sum putlisspæl spakuliga myndast. Somuleiðis er hetta søgan um eina fortíð í Europa, sum var ein hin døkka og mest ræðandi, sæð við eygunum á einum menniskja, sum – júst sum Anna Frank á sinni ­ savnaði, livdi, yvirlivdi og vitnaði hesa tíð. Sjónleikarans sjónleikur Hans Tórgarð eigur hendan leik­ in og hesa uppseting. Hann hevur funnið leikin, týtt hann, leik­ stjórnað – saman við Riu Tór­ garð og einum videoupptøkutóli ­ gjørt pallmynd og hann leikar einsamallur á pallinum. Sum høvuðspersónurin Charlotte Von Mahlsdorf og tann í byrjanini naivi amerikanski interviewarin Doug Wright og fer síðani ígjøgn­ um einar 32 aðrar leiklutir, so hvørt sum teir poppa upp í frásøgnini hjá Charlotte. Og hann, Hans altso, hevur verið í hesum leiklutum í einar 7 mán­ aðir, bíðandi í tolni eftir forloys­ ingini: At spæla hann fyri áskoð­ arum. Pallurin skuldi líka ígjøgn­ um eitt innbrot, nakrar vatnskað­ ar og lekar, áðrenn hansara Charlotte loksins slapp at útfolda seg framman fyri eini áskoðara­ fjøld. Og kanska var henda bíðitíðin ein góð tíð at lata persónin Charlotte forankrað seg í hvørji poknu í leikaranum. At lata hana sleppa at hvíla innan í honum – upp á longri sikt enn tær seks vikurnar, ið vanliga verða settar av til venjing. Má viðganga, at eg var eitt sindur bangin fyri, at eg skuldi síggja ein leikara, sum veruliga yvirlegið og kanska eitt sindur ‘show off­aktiga’ hoppar aftur og fram millum hesar óteljandi leiklutir. Ein kraftprestasjón, sum mann so kann sita og beundra og klappa sínar smáu hendur og verða samd um: “Ótrúligt sum hann dugir! Ótrúligt at hann kann hava allar hesar leiklutir í sær!” og ta klassiska: “Ótrúúúligt at hann dugdi allan tekstin uttanat!” Vel, Hans Tórgarð er av sonnum ein leikari, sum kann tað, uttan himpr. Tað er hansar arbeiði. Hansar gerningur. Teknikkur og stýring av søgu og leiklutum er als ikki nakað ivamál. Mál, rødd, greið tilvitska um hvat, hvar, hvør og hví er eisini tilstaðar í hvørjum brái. Hvør replik, hvørt komma fær ein tanka á vegnum og eina variasjón. Hans Tórgarð dugir handverkið og hann hevur eftir mínum tykki eisini ‘and­verkið’ við sær. At geva tí, sum fara skal fram framman fyri okkum ein anda og eina djúpfølda sál. So­ leiðis at vit rørast, hoyra veruliga søguna, ikki bert við oyrunum og við sindrinum, sum er millum oyruni, men eisini við maganum, Eg eri mín egna kona Fakta: Eg eri mín egna kona Eftir Doug Wright Týðing, pallmynd, leikstjórn, leikari: Hans Tórgarð Leikstjórn: Ria Tórgarð Tjóðpallur Føroya Frá 9. Mars. Atgongumerki í Kunningar­ stovuni og við dyrnar ein tíma undan sýning. »Nei, hetta er ikki ein søga, um ein mann í konufólkaklæðum. Hetta er ein søga um eitt menniskja, sum megnar at yvirliva undir ringast hugsandi umstøðum - uttan at geva sín samleika og sín integritet til keyps«