Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-12, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 12. mars 2008 39 hjartanum, kyninum - um tú vilt. Og eg má siga, at tá Charlotte von Mahlsdorf frá fyrstu mynd stendur aftan fyri fronsku glas- hurðarnar, við einum loyndar- fullum smíli, kemur inn á pallin, hyggur eftir okkum, væl vitandi at vit éru her, og fer so útaftur – bert við einum smíli, ikki einum orði, bert hesum óútgruniliga smílinum, tá eri eg sogin inn í hetta univers. Eg gloymi, at eg skal ummæla leikin, verða klók og kritisk. Eg gloymi faktisk meg sjálva burtur og upplivi faktisk leikin, sum tá eg upplivdi sjón- leikir sum barn: gánandi, hug- flogið spinnir myndir fram allatíðina; eg lukti, hoyri, síggi, føli universið hjá Charlotte Von Mahlsdorf. Og sigast skal, at tað skal nógv til, áðrenn eg kann koma inn í handan tilstandin av uppliving, tá tað kemur til sjón- leikaframførslur. Havi ikki uppliva tað í nýggjari tíð í Føroyum. So er tað sagt. Hans stillar seg ikki í vegin fyri frásøgnini og persónunum. Skilt soleiðis, at tað er ikki sjónleikarin, vit hyggja eftir, sum dugir bæði eitt og annað, men sjónleikarin letur karakterarnar sleppa framat. Sjálvt í ‘smáum’ leiklutum, sum bert koma inn fyri at gera eina lítla viðmerking. Ella Charlotte, tá hon, uttan orð, bert við einum brái vísir, hvat hon heldur um ein spurning hjá Doug Wright. Ella tá hon í eftir- tonksomheit kínir einari perlu í hálsbandinum og minnist. Smáar detaljur, smáar perlur. Vit sleppa í evalítlum brotum at kaga inn í pínuna hjá Charlotte, inn til ein- semið, men brátt kemur facadan fram aftur. Skift ímillum innaru og uttaru tankar. Zoom inn og zoom út. Vit eru ikki í iva og vit hugsa ikki um skiftini. Tað er smidligt og í veruleikanum undir- spælt. Onki ovgjørt. Onki reyput. Sum ein violinsnillingur, sum spælir eitt serstakliga kompli- serað partitur, men ger tað - at síggja til - so sera einfalt. Hetta er sjónleikur hjá leikaranum. Ikki leikstjóranum. Ella pallmyndini. Ella rithøvundanum. Hans hevur – yvirlegið! - ognað sær hendan leikin. Gjørt hann til sín. Sítt leiklistaverk. Dekadensa Ljósið hjá Árna Baldvinsson, spælir eisini við í sama tráðið. Kompliserað og tó einfalt, vit varnast tað ikki, hóast tað alla- tíðina liggur undir hvørjum setningi og hvørjum rúmi – bæði sinnisrúmi og fysiskum rúmi. Millum annað sera lekkurt, tá Charlotte brádliga fer niður í kjallaran í sínum ovurstóra museumi fyri at vísa Doug Wright Mulack-Ritze, tann dulda geykarabarrin, sum Charlotte bjargaði undan kommunistunum og sum hon styrdi sum ein onnur Salon Mutter. Ein Salon de Deka- dance, har øll sløg av seksuellum frábrigdum fingu innivist og eitt frírúm, sunnudagar seinnapart í fleiri áratíggju handan døkka eystmúrin. Rokoko gull-ljósa- krúnurnar, sum hanga uppi yvir áskoðarunum geva eisini ein lekra kenslu av dekadansu, salon, og góðum stíli. Pallmyndin eisini sera greið: svartar rammur, fronsk hvít glas- hurð, heit gólvbrettir, antikk borð og stólar. Og tá Charlotte fer sína rundvísing við okkum, hálar hon dukkumøblar fram og skapar eitt lítið dukku rúm. Smart. Og so Edison Fonografin og eitt sera lekkurt ljóðrúm, kornut ljóð frá vinyl (ljóðar sum real- ljóð), sum síðani floymir út í hátalaranar. Alla tíðina gamlar týskar cabaret klassikarar og Malene Dietrich. Ongin ivi um at vit eru í tí týska. Tó alt er so passaliga avdempað. Bert ábend- ingar. Har er lukkutíð ikki skapt ein naturalistisk musums-pall- mynd, har man skal gløða eftir alskyns forngripum. At vit eru í tí týska er eisini komið við í málinum. Umset- ingin floymir í týskum vending- um. Og setningsbygnaðurin er týskur í støðum. Sum var tað ein týsk kona, sum hevur lært seg føroyskt, men ikki heilt skilt bygnaðin og við accent (av og á, ikki allatíðina lukkutíð) og við týskum ‘krúkkum’, fyri at mál- bera seg og koma fram í forteljingini. Er so onki at finnast at? Jú, feinschmeckerí kanska. Hans Tórgarð skal ansa eftir ikki at halda áfram við at leikstjórna sær sjálvum. Tað hevði verið áhuga- vert at fingið ein ‘ógegnigan’ leikstjóra at arbeitt við Hans. Ein leikstjóra ella eg vil heldur kalla tað sparringspartnara (tað er meira líkaverdugt, enn stjóra- heitið), sum dámar at arbeiða, veruliga arbeiða við leikarum (slíkir hanga ikki á trøunum); ein leikstjóra, sum ikki framman- undan kennir til, hvat Hans kann; sum sær hann við nýggjum eygum og sum kann bjóða honum av, blaka hann út í ókendar dýbdir í síni list. Tað hevði verið áhugavert. Museum – men ikki ein musumsleikur Leikurin er bygdur á samrøður, sum amerikanarin Doug Wright hevði við Charlotte Von Mahls- dorf. Sum nevnt savnaði hon lutir og gjørdi sítt heim til eitt muse- um, hon var eitt museum. Her verður leitað aftureftir. Men kort- ini er hetta ikki ein museums- leikur, eitt konservat av eini tíð og einum løgnum persóni – a la hvat kann mann so læra av tí? Tað stingur djypri og fer inn á eitt eksistentielt plan. Hvussu kann eitt menniskja liva undir einaræði, fólkaforfylging, kríggi, ræðslu og kortini tvíhalda um sín samleika? Ikki at fara á kom- promis við seg sjálvan og sína sál. Hóast prísurin er ovurstórur? Ævinligir, universiellir spurning- ar sum hesar gera leikin aktuell- an og lukkutíð frían frá fornald- arlæru/museumsstykkið ella berari søguforteljing. Tó vil eg ikki kalla leikin ein klassikara. Heldur ikki uppsetingina sum so. Hon er sera vælgjørd. Og sera vælspæld. Og uppsetingin hevur tað, sum eg meti verða tað grunnleggandi í góðari leiklist: Eina góða søgu, grunnleggandi spurning og so sjónleikarin. Restin er pynt. »Hans Tórgarð skal ansa eftir ikki at halda áfram við at leikstjórna sær sjálvum. Tað hevði verið áhugavert at fingið ein ‘ógegnigan’ leikstjóra at arbeitt við Hans« »Hvussu kann eitt menniskja liva undir einaræði, fólkaforfylging, kríggi, ræðslu og kortini tvíhalda um sín samleika? Ikki at fara á kompromis við seg sjálvan og sína sál. Hóast prísurin er ovurstórur?«