hósdagur 13. mars 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 52 - 13. mars 2008
Tað skal vera frítt at
fáa útlendingar til
Føroyar at arbeiða,
men beinanvegin
arbeiðsloysið fer
upp um eitt vist,
skal hurðin latast
aftur. Tað kann
verða úrslitið, nú
roynt verður at
gera tað lættari at
fáa útlendingar til
Føroyar at arbeiða
arbeiðsmarknaður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Enn er óvist nær tað eydnast
at finna semja um eina skip
an, so at tað verður lættari
hjá útlendingum at koma til
Føroyar at arbeiða.
Men nú kann tað kortini
verða, at ein loysn hómast í
havsbrúnni.
Og tað er ein loysn, sum
ber í sær, at útlendingar
skulu takast til Føroyar at
arbeiða í tann mun, tað er
brúk fyri arbeiðsmegi, men
so skjótt arbeiðsloysið fer
uppum eitt ávíst mark, skal
innflutningurin
av
arbeiðsmegi steðgast.
Føroyingar
fyrst til hús
Arbeiðsgevarar í fiskivinn
uni og byggivinnuni og aðra
staðni, hava leingi tvíhildið
um at tað er so stórt trot á
føroyskari arbeiðsmegi at
tað er neyðugt at finna eina
smidliga skipan, so at tað
verður lættari at fáa útlend
ingar higar at arbeiða.
Men tað er onki dulsmál,
at arbeiðarafeløgini hava
sett seg hart ímóti, at tað
verður ov frítt at fáa útlend
ingar hendavegin at arbeiða.
Serliga hava feløgini sett
seg ímóti, at ætlanin er, at
arbeiðsgevari skal tryggja
útlendingunum minst 30
tíma arbeiðsviku.
Arbeiðarafeløgini
stúra
fyri, at tað kann føra til, at tá
ið arbeiðið minkar, verða
tað fyrst føroyingarnir, sum
verða sendir til hús, tí
arbeiðsgevararnir hava jú
lógarásetta skyldu til at
tryggja útlendingum 30 tíma
arbeiðsviku, men teir hava
ongar
skyldur
mótvegis
føroysku arbeiðsmegini.
Ongi rættindi
framíhjá
Hesin
mótviljin
frá
arbeiðarafeløgunum, hevur
verið ein høvuðsatvoldin
til, at ongin loysn er at
hóma enn, hóast tað nú er
meiri enn eitt ár síðani, at
málið kom á dagsskrá.
Men tað merkir ikki, at
málið er slept, tí tað verður
framvegis roynt at finna
eina loysn.
Arbeiðarafeløgini eru fram
vegis altráð eftir at sleppa at
seta síni fingramerki á ta
loysn, sum verður vald.
Sonja Jógvansdóttir, sam
skipari í Samtak, sum er fel
agsskapur
hjá
Føroya
Arbeiðarafelag,
Havnar
Arbeiðsmannafelagið
og
Fiskimannafelagið, váttar,
at tað kom ógvuliga dátt
við hjá arbeiðarafeløgunum,
tá ið undanfarna samgonga
kunngjørdi, at hon ætlaði at
lata slúsurnar upp fyri
arbeiðsmegi
úr
øllum
Evropa at koma til Føroyar
at arbeiða, bara arbeiðsgev
arin kundi tryggja teimum
30 tíma arbeiðsviku.
Sæð ígjøgnum brillurnar
hjá fakfeløgunum, kundi
hetta ikki góðtakast, tí so
var vandi fyri, at hvørja fer
arbeiðið minkaði, bleiv før
oyska arbeiðsmegin send til
húsar fyrst, tí útlendingarnir
skuldu hava trygd fyri 30
tímum um vikuna.
Sonja Jógvansdóttir held
ur, at hetta hevði serliga
sæst aftur á flakavirkjunum,
har tað er ógvuliga ójavnt,
hvussu nógv arbeiði er.
Hon ásannar, at aðrastaðni
gongur rákið tann vegin, at
tað skal vera frælsur flutn
ingur
av
arbeiðsmegi
ímillum lond.
Men hon ásannar eisini, at
føroyski arbeiðsmarknaðurin
er lítil og ógvuliga svingandi
og tí ber ikki til í blindum at
kopiera loysnir, sum verða
brúkar á arbeiðsmarknaðum
í londum, sum eru 100 ferðir
størri enn Føroyar.
Skjótt at lata aftur
Samskiparin á Samtaki sig
ur, at fáa fakfeløgini síni
krøv ígjøgnum, verður tann
endaliga loysnin øðrvísi enn
tann, sum undanfarna sam
gongan ætlaði at seta í verk.
Okkara uppskot er, at
tað skal verða frítt hjá
arbeiðsmegi úr Evropa at
koma til Føroyar at arbeiða
Men í teirri løtu,
arbeiðsloysið fer upp um
eitt ávíst mark, skal inn
flutningurin av útlendskari
arbeiðsmegi steðga.
Hon sigur, at í hesum
sambandi verður neyðugt at
býta arbeiðsmarknaðin upp í
ymsar yrkisbólkar og fer
arbeiðsloysið í einum bólki
upp um eitt vist, skal tað ikki
bera til at fáa fleiri útlend
ingar til Føroyar at arbeiða í
tí ávísa yrkisbólkinum.
Sonja Jógvansdóttir sigur,
at arbeiðarafeløgini hava
skotið um, at arbeiðsloysið
í teimum ymsu yrkisbólkun
um verður gjørt upp hálva
hvørt ár.
So ber til at steðga inn
flutninginum av útlendskari
arbeiðsmegi,
beinanvegin
arbeiðsloysið fer upp um
eitt vist.
Sonja Jógvansdóttir sigur,
at samgongan hevur eisini
lovað, at veruligt eftirlit
skal vera við útlendsku
arbeiðsmegini, so at hon
ikki sleppur at arbeiða fyri
undirløn ella í aðrar mátar
hevur sømiligar umstøður
ímeðan hon er í Føroyum.
Ein partur av hesum eftir
litið kann vera, at útlendska
arbeiðsmegin betalir síni
umsitingargjøld og trygging
arnar til fakfeløgini, so at
fakfeløgini fáa fylgt við, um
tey arbeiða fyri undirløn.
Sleppa at vera
Men verður ein skipan sett í
verk, har innflutningurin av
útlendskari
arbeiðsmegi
steðgast, beinanvegin arbeiðs
loysið hækkar, er tað ein stór
ur spurningur, hvat skal
henda við teimum útlending
unum, sum longu eru komnir
til landið.
Hetta kann serliga verða
ein torførur spurningur at
loysa, koma nógvir útlend
ingar higar í stutta tíð, um
so er at nógv arbeiðið brád
liga tekur seg upp.
Men hvat so við teimum,
tá ið arbeiðið minkar aftur.
Hatta er ein áhugaverdur
spurningur, men ein loysn
er, at teir verða verandi her
undir teimum treytum tey
eru komin higar eftir. Vit
ganga út frá, at arbeiðsloyvið
verður bara galdandi eina
stutta tíð ísenn, kanska nakr
ir mánaðir, eitt hálvt ár, ella
eitt ár, sigur Sonja Jógvans
dóttir.
Fakfeløg góðtaka útlendska
arbeiðsmegi
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, sigur, at arbeiðarafeløgini góðtaka, at hurðin verður latin upp fyri útlendingum, so at
teir sleppa til Føroyar at arbeiða. Men hurðin skal ikki latast upp á víðan vegg, tí beinanvegin arbeiðsloysið hækkar upp um eitt
vist, skal hon latast aftur
Norðmenn drekka nógv
Norðmenn keyptu meiri øl, vín og brennivín í fjør enn árið
fyri, og í veruleikanum drekka norðmenn meiri nú enn
nakrantíð fyrr. Hagtølini vísa, at tey seinastu fimm árini er
rúsdrekkasølan vaksin næstan níggju prosent. Í 2003 drakk
hvør vaksin norðmaður seks liitrar av reinum alkoholi, men í
fjør var hetta talið komið upp á 6,6 litrar. Hagtølini vísa
eisini, at fólk í Norðurnoregi drekka meiri brennivín og øl
enn fólk har suðuri í landinum.