hósdagur 13. mars 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 52 - 13. mars 2008
Hálvtannað ár
í fongsul var
úrskurðurin hjá
Eystara Landsrætti
í gjár, tá rætturin
viðgjørdi eitt mál um
kynsligan ágang móti
børnum. Serliga grovt
metti rætturin eina
fullførda neyðtøku
av tí tá seks ára gamla
hálvbróður tann
ákærda. Misnýtslan
byrjaði longu áðrenn
ákærdi fylti 15 ár og
vardi í minst fýra ár
Misnýtsla
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Hetta er tað ringasta, eg
havi verið við til!
So dýran tók abbi til neyð-
tikna dreingin til, tá ákær-
urnar vórðu lisnar upp móti
tí nú 20 ára gamla ungling-
inum, sum í einum tíðar-
skeiði frá 28. august 2002
fram til august 2005 var
ákærdur fyri fimm misbrot
móti børnum.
Sambært
ákærunum
hevði ungi drongurin í fleiri
førum
framt
kynsligan
ágang móti børnum heilt
niður í fimm-seks ára aldur.
Ákæruritið fevndi eisini um
§ 210, ið umrøður incest
(kynslig samvera millum
familjulimir), tí tann, ið
varð
oftast
og
grovast
útsettur fyri áganginum, var
yngri hálvbróður til tann
ákærda.
Í øðrum lagi var hann
ákærdur
fyri
kynsligan
ágang móti tveimum systk-
inabørnum, einum 9-ára
gomlum dreingi og einari
7-ára gamlari gentu.
Trý tey fyrstu forholdini
umrøddu kynsligan ágang
móti hálvbróðrinum, meðan
forhold fýra og fimm vóru
móti ávikavist 7-ára gomlu
gentuni og 9-ára gamla
dreinginum.
Í Føroya Rætti varð ung-
lingin dømdur fyri trý tey
fyrstu forholdini, men frí-
kendur í teimum seinastu
tveimum. Av tí at hin ákærdi
er so ungur, dømdi Føroya
Rættur hann bert treytaðan
dóm við royndartíð. Hetta
var ákæruvaldið ikki nøgt
við og skjeyt málið inn fyri
hægri rætt. Og Eystari
Landsrættur skuldi vísa seg
ikki at vera so mildur.
Sálarliga plágað
Eftir at dómurin í Føroya
Rætti var kunngjørdur, varð
eisini ein sálarlig meting av
børnunum, sum ein sálar-
frøðingur hevði gjørt og
skrivað, lisin upp. Út frá
hesi frágreiðing kom týði-
liga fram, at børnini vóru
illa fyri sálarliga, og at hend-
ingarnar høvdu sett djúp
spor í teirra barnasinni.
Hálvbróðurin var tann,
sum hevði fingið drúgvastu
sálarligu hjálpina. Fram til
frágreiðingin varð gjørd í
juli 2007, hevði hann fingið
17 viðgerðir, og hesar hildu
fram eftir henda dag.
Hálvbróðurin var plágað-
ur av bangilsi, hevði havt
trupulleikar við svøvni, var
ræddur fyri at møta hálv-
bróðrinum í býnum og
hevði havt »flash-backs« av
hendingunum.
Gentan
hevði
nógva
skuldarkenslu og gav sær
sjálvum skuldina fyri, at
hon ikki megnaði at standa
ímóti kynsliga áganginum,
og ikki hevði klárað at vart
seg sjálva nóg væl.
Bróður hennara var somu-
leiðis illa fyri av hendingini
og bæði ræddust tey reakti-
ónina hjá tí ákærda.
Sjálvar vitnisfrágreiðing-
arnar hjá børnunum vóru
tiknar upp á dvd og spældar
av í rættarsalinum, men
hetta fór fram fyri afturlætn-
um hurðum, og tí er ikki
greitt fyri almenninginum,
hvussu børnini hava uppliv-
að hesar hendingarnar. Men
smá brot komu tó fram í
rættarfrágreiðingini
hjá
ákæranum
í
málinum,
Honnu Vang, og í ákæru-
ritinum, sum somuleiðis
varð lisið upp.
Kompliserað
Fyrsta vitni í málinum var
mamma at forórættaða hálv-
bróðrinum. Hon hevði verið
gift pápa at ákærda, men
hon rýmdi frá honum, tá
tað kom fram, at hann sjálv-
ur hevði verið ónærisligur
móti elstu gentuni, tey áttu
saman. Hetta málið er nær
tengt at sonevnda Jenis-mál-
inum.
Pápin at ákærda – og fyrr-
verandi maður hjá mammu
drongsins og pápi – slapp
bert at síggja ákærda 14.
hvønn dag og bert við øðr-
um hjástaddum. Men sum
tíðin leið, varð slakað á hes-
um øki. Mamman greiddi
frá, at hon ongantíð hevði
órað nakað ilt viðvíkjandi
soni til mann sín.
Víðari greiddi mamman
frá, at hon fyrstu ferð hoyrdi
nakað grett um málið um
Ólavsøkutíð 2006, eftir at
hon var flutt frá manni sín-
um. Hon greiddi børnunum
frá, at hon rýmdi frá pápa
teirra, tí hann hevði gjørt
nakað móti elstru systrini,
sum man ikki mátti gera
móti børnum.
Sonurin svaraði, at hann
væl visti, hvat tað var, tí
hálvbróðurin hevði gjørt
tað sama við seg.
Stutt eftir hetta meldaði
mamman sonin hjá mann-
Neyðtók seks ára gam
Mest álvarsliga ákæran var
ein fullførd neyðtøka av
hálvbróðrinum
Modelmynd: Jens Kristan Vang
Dýrt byggilendi
Ætlar tú tær til Íslands at búgva og at byggja tær hús har,
eigur nú neyvan at leita eftir einum grundstykki á Arnar-
nesi í Reykjavík. Tað er alment kent, at Arnarnes er
dýrasti býlingur í Íslandi at festa búgv í, og tað fekst
eisini eitt prógv fyri nú um dagarnar. Tá kom fram, at eitt
3.630 fermetrar stórt byggilendi er lýst til sølu fyri smáar
50 milliónir krónur - í okkara pengum. Orsøkin er sam-
bært bløðunum, at útlendskur keypari liggur framvið at
keypa.
Ísland lítlan áhuga
Danskir fjølmiðlar plaga at gera nógv burtur úr
íslendskum búskaparmálum, men tá íslendingar nú um
dagarnar skipaðu fyri einari ráðstevnu í Keypmannahavn
um íslendskan búskap, høvdu donsku fjølmiðlarnir so
lítlan áhuga, at dagin eftir var ikki ein stavur í nøkrum
blaði um tiltakið. Bara TV2 gjørdi eina samrøðu við
Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, uttanríkisráðharra. Summir
íslendingar halda kortini, at tiltakið var ov illa fyriskipað.
Arnarnes er dýrasti býlingur í Íslandi at festa búgv í
(Mynd: Vísir)