Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 52 - 13. mars 2008 tíðindi Børn og ung Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Síðstu tíðina hevur nógv ver­ ið prátað um børn við menn­ ingarórógvi, ADHD og autismu. Hetta fær kanska fólk at spyrja seg sjálvi um hetta eru nýggjar diagnosur ella um talan bara er um sjúkueyðkenni, sum altíð hava verið til, men sum ikki hava havt nakað navn. Danski professarin og barnaneurologurin á Ríkis­ sjúkrahúsinum Peter Uldall er komin til ta niðurstøðu, at í Danmark verða alt fleiri børn fødd við heilaskaða, sum hava ilt við at læra og tí fáa serundirvísing. Sam­ bært danska professaranum eru ov tíðliga fødd børn, inngiftan og evnafrøðilig evni nakrar av orsøkunum til, at fleiri børn verða fødd við heilaskaða ­ fyribrigdi, ið vit sum kunnugt hava í felag við danir – burtursæð frá, at meðan inngiftanin í Danmark fer fram millum innflytarar úr Miðeystri og Asia, halda vit føroyingar inngiftanini innangarðs, kundi ein sagt. Í Føroyum vita vit serliga nógv um ávirkanina frá evnafrøðiligum evnum. Sambært Pál Weihe, yvirlækna á Deildini fyri Arbeiðs­ og Almennaheilsu, hava vit ikki beinleiðis granskað í talinum av heila­ skaddum ella børnum, sum hava tørv á stuðli. ­ Møguliga eru fleiri børn, sum hava tørv á stuðli. Men krøvini til børnini í dag eru eisini øðrvísi enn fyrr. Tí eru parametrini ósaman­ berilig, sigur Pál Weihe. Men kortini man lítil ivi vera um, at sama rák er galdandi í Føroyum, at alt fleiri børn eru so seinment, at tey hvørki standa seg fakliga ella sosialt. Pál Weihe vísir á, at allar kanningar vísa, at evna­ frøðilig evni hava negativa ávirkan á menningina hjá fostrum. ­ Ongin ivi er um, at vit hava eina rúgvu av kemisk­ um evnum í umhvørvinum, og at hesi hava negativa ávirkan á børn okkara, sigur Pál Weihe, sum eisini vísir á, at hetta er eitt øki, sum vit vita nógv um her á landi. 48 prosent yvir 10 ár Í blaðgrein í Berlingske Tid­ ende um dagarnar verður greitt frá um økta talið av heilaskaddum børnum í Danmark. Líka úr 1. flokki í Keypmannahavn til 10. flokk í Aalborg hava fleiri og fleiri skúlanæmingar so­ mikið stórar fakligar og sosialar trupulleikar, at teimum tørvar umfatandi serundirvísing. Sambært nýggjari kanning frá danska undirvísingarmálaráðnum er talið hækkað við 48 pro­ sentum síðstu 10 árini. Sostatt er samlaða talið í dag omanfyri 11.000 næm­ ingar í Danmark. Ein sannroynd er tað, at talið á børnum, sum fáa umfatandi serundirvísing í føroyska fólkaskúlanum er ikki umboðandi fyri veru­ liga tørvin á serundirvísing. Og sambært Pál Weihe ber heldur ikki til at samanbera tølini í dag við tølini fyrr. ­ Krøvini til bókligar før­ leikar eru herd nógv sein­ astu árini. Tí ber ikki til at siga, at børnini í dag eru meira seinment út frá hes­ um, sigur Pál Weihe, sum tó viðgongur, at tað er eitt nógv størri brek í dag, ikki at standa seg fakliga og sosialt. ­ Fyrr fóru hesi børnini bara tíðliga úr skúlanum og fingu kortini eitt pláss í samfelagnum og á arbeiðs­ marknaðinum. Í so máta er ongin ivi um, at børn sum ikki standa seg fakliga og sosialt í dag, eru tarnað, sigur hann. Men hví hava alt fleiri børn ilt við at lesa, rokna, skilja og at vera saman við øðrum børnum? Duga for­ eldur og lærarar betur at finna og eyðmerkja hesi “truplu” børnini? Hava skúl­ ar og myndugleikar fleiri og betri tilboð? Hava fleiri børn diagnosur sum ADHD? Ella eru tað veru­ liga fleiri tornæm børn við innlæringartrupulleikum? Í sambandi við heilavik­ una, sum er júst í hesum døgum, hevur Peter Uldall, hildið fyrilestrar kring um í Danmark, har hann hevur givið sítt boð uppá spurn­ ingarnar. Heilaskaðar Professarin ásannar, at ein orsøk til vaksandi talið av næmingum, sum hava umfatandi serundirvísing fyri neyðini, eru sosial og mentanarlig atlit. Eitt nú negativur sosialur arvur og tvímálsligheit, men, at tað trúliga eisini er ein veruligur vøkstur í talinum av børn­ um, sum hava ilt við at læra. Altso børn, sum dragast við stórar ella smáar heilaskað­ ar, vánaligar arvaeginleikar ella hava aðrar trupulleikar, sum gera, at tey fáa onki burturúr vanligari undirvís­ ing, og verða ikki før fyri at røkja eitt vanligt starv seinni í lívinum. ­ Eftir øllum at døma, eru fleiri seinment børn, so ella so, sigur professarin, og vísir í hesum sambandi á, at eitt nú talið á ov tíðliga føddum børnum er hækkað úr fimm upp í sjey prosent síðstu tíggju árini. Serliga børn, sum vigaðu undir 1500 g, hava ilt við at læra. ­ Tá vit fylgja hesum børnum, til tey eru umleið Vit fáa alt fleiri heil Ov tíðliga fødd børn, inngiftan og evnafrøðilig evni eru nakrar av orsøkunum til, at alt fleiri donsk børn eru seinment og heilaskadd, sigur danskur professari og barnaneurologur. – Nógv bendir á, at hetta eisini er galdandi í Føroyum, sigur Pál Weihe, yvirlækni og granskari