Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 13. mars 2008 17 Hósdagin 13. mars kl. 16.00 letur ein listaframsýning við verkum hjá ungum lista­ fólkum upp í Snarksivuni. Í samband við ferniseringina, fer Guðrið Hansdóttir at syngja. Á framsýningini eru málningar og tekningar hjá ungum listafólkum. Talan er um listaverk, sum vórðu gjørd og sýnd fram í sam­ band við verkætlanina ”Ung hjálpa ungum”, sum Margarinfabrikkin herfyri skipaði fyri. Fyri at stuðla tiltakinum keypti Tórshavnar komm­ una listaverkini, og inn­ komni peningurin frá fram­ sýningini og øðrum tiltøk­ um í hesum sambandi fór til ”Tú og Eg” ráðgevingina hjá Barnabata. Ungu listafólkini, sum hava framsýning eru : Edith Mørkøre, Heirikur á Heyg­ um, Høgni Egholm Magnus­ sen, Jón Sonni Jensen, Christina Blach Schrøder, Lív Seyer Vistrup og Ólavur S. T. Thorsteinsson. Fram­ sýningin verður í Snar­ skivuni apríl mána út. Andlát og jarðarferðir Olga Jensen á Sandi andaðist á Landssjúkra­ húsinum í dag, 90 ára gomul. Kistan fer úr landssjúkrahúskappeli­ num fríggjadagin kl. 14. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 14 úr Sands kirkju. Sungið verður úr sálmabókini. Jóhan Hansen á Nesi, vanliga nevndur Jóhan í Gerðinum, andaðist mánadagin á Lands­ sjúkrahúsinum, 71 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkj­ uni hósdagin klokkan 13. Sálmabókin sungið verður sálmabókini. Tey ið ynskja at minnast Jóhan, kunnu lata eina gávu til Fríðrikskirkj­ una. Kamma Magnhild Rasmussen, ættað úr Sandavági, andaðist í Keypmannahavn týsdag­ in, 92 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at Frida Magdalena Olsen búsitandi í Hellerup ættað við Kirkjar í Miðvági andaðist leygardagin 8. mars á Gentofte hospitali, 90 ára gomul. Jarðarferðin verður leygardagin 15. mars úr Lundehus kirke kl. 11.30. Familjurnar vegna Conny, Sólberg, Zakaris, Herluf og Leivur nøvn Sunnudagin 16. mars fyllir Sámal Bláhamar í Havn 60 ár. Sámal er vestmenningur, sum hevur búð í Havn meginpartin størsta partin av sínum lívi. Hann er kanska best kend­ ur sum dekksølumaður og sum virkin í føroysku ferða­ vinnuni. Foreldrini hjá Sámali vóru: Súsanna Maria (van­ liga nevnd Mia), f. Petersen, úr Vestmanna, og Frederik Bláhamar, ættaður úr Eldu­ vík. Frederik Bláhamar var útbúgvin skipari og var løg­ tingamaður fyri Fólkaflokk­ in í Norðurstreymoyar val­ dømi frá 1945­58. Sámal er yngstur av teim­ um fýra børnunum hjá Miu og Fríðriki Bláhamar, hini eru: Annfinn, Marin og Sig­ vør. Fyrstfødda systirin doyði sum lítil. Adolf Han­ sen av Toftum, sum seinni bleiv løgtingsmaður, vaks upp saman við teimum fýra systkjunum í Vestmanna. Hansina, mamma Adolf, var systir Frederik Bláham­ ar. Sámal var ungur, tá hann byrjaði í ferðavinnuni. Hann sigldi við pápa sínum við ferðafólki Eystur undir land og á Fútaklett. Annars byrjaði Sámal sína karrieru við at læra til bilmekanikara á bilverkstaðnum hjá Vil­ helmi Nielsen í Jónas Broncksgøtu frá 1963­ 1967. Síðan fór hann til skips við trolaranum Kap Farvel undir Grønlandi, við nóta­ bátinum Grími Kamban í Norðsjónum til sildafiski­ skap og við trolbátinum Marian hjá Adolfi Hansen á landleiðini undir Føroyum. Eftir tað legðist upp á land og fekk sær tann størsta pylsuvognin í landinum á kajuni í Vestmanna og eina vøruautomat heima við hús. Sámal fór seinni til Dan­ markar á handilsháskúla (Købmandshvile) og lærdi eisini at vulkanisera dekk hjá Lucassen & Søn í Odense. Afturkomin setti hann dekkfyritøkuna Super Dekk Service á stovn á neysta­ loftinum hjá pápa sínum í Vestmanna í 1974. Eftir eina tíð flutti hann virksemi sítt til Havnar, fyrst við Velbastaðvegin og síðan læt hann ein nútímans dekk­ verkstað upp í Jekaragøtu við framkomnum tólum til avbalansering og 4­hjóls útmáting av bilum. Fyritøk­ an umboðaði Michelin dekk í Føroyum fyrstu árini. Í 1980 flutti Super Dekk Service niðan á Hoyvíksveg 66, har fyritøkan er enn í dag. Frá at vera ein dekkfyri­ tøka burturav, broyttist virk­ semið í 1983, tá Sámal gjørdi sáttmála við Tórs­ havnar Býráð um rakstur av tveimum býbussum. Í 1984 bleiv bussurin hjá kenda danska ferðavinnustjóra­ num Simon Spies keyptur, og harvið byrjaði ferða­ mannaskrivstovan Tora Tou­ rist Traffic sítt virksemi, og fleiri ferðamannabussar blivu keyptir. Ferðaskriv­ stovan skipaði fyri nógvum vitjanum, bæði privatum og almennum. Hetta hevði nógva ferðing við sær, og nógv sambond blivu knýtt kring allan heimin. Millum annað var hann saman við konuni til morgunmat hjá amerikanska forsetanum Georg Bush (eldra) í 1990. Í dag arbeiðir Sámal sum ferðaleiðari við egnari ferða­ skrivstovu, samstundis sum hann og konan, Tórharda, umboða Eysturríksku ENJO fyritøkuna, ið fram­ leiðir klútar sum vaska við køldum vatni uttan sápu. Sámal og Tórharda, f. Eides­ gaard úr Havn, giftust 10. januar 1970. Tey eiga trý børn: Fríðrikur, Brynhild og Regin. Barnabørnini eru 10 í tali. Saman við øðrum hevur Sámal síðani 1994 arbeitt við at greina ættarbondini til ein av manningini á hálendska skipinum Wester­ beek, sum í 1742 rendi á land vestan til á Suðuroynni. Maðurin var Berint Scouten, og Sámal er ein eftirkomari hjá honum í móðurætt. Í hesum sambandi kemur væntandi ein bók út í heyst um Wetersbeek, sum Mathi­ as Lassen í Vági skrivar. Um innihaldið í bókini verð­ ur greitt frá undir 60 ára føðingardegnum hjá Sámali sum verður hildin í Kelduni í Skálafirði leygardagin 15. mars. Røturnar hjá Sámali Blá­ hamar í faðirætt røkka aftur í Ølvustovu í Funningi. Har varð Jóhannes Poulsen (Jó­ hannes tann Vísi) borin í heim hin 15. september í 1776. Freydis Poulsen fer at greiða frá hesum parti­ num av ættarsøguni. Martin Joensen, bygdarmaður hjá Sámali, fer at undirhalda við sangi. Hávardur Jensen, úr Kvívík, fer at syngja sálmar. Hans Pauli Højgaard fer at framføra tónleik. Sám­ al hevur í mong ár starvast í ferðavinnuni, og hann fer at siga frá og vísa myndir frá ferðavinnutíðini. Eisini verða brot víst úr sjónvarps­ sendingini sum Sámal, sam­ an við Grækarisi Djurhuus Magnussen gjørdu um Uni­ on Jack, har pápi Sámal var ein av manningini, sum týski kavbáturin U31 søkti undir krígnum. Føðingardagsbarnið vón­ ar, at øll sum hava ættar­ bond, annaðhvørt frá Berint Schoute ella Jóhannesi Vísa, fara at støkka inn á gólvið í Kelduni. Somuleiðis vónar hann at vinir og kenn­ ingar koma at heilsa honum hendan dagin. Føðingardag­ urin verður leygardagin frá kl. 14­18. mg Sámal Bláhamar 60 ár Ung listafólk í Snarskivuni