hósdagur 13. mars 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 52 - 13. mars 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Petur Prest
f. 26. nov. 1927 – d. 8. mars 2008
in memoriam
Fall nú frægi vinur vár,
oyggjabúgvum bestur,
útlagnum tey mongu ár,
útisetaprestur.
Gjørdi væl so mangan dag,
sjúkum kærur gestur,
gjørdi stúrin fró og glað,
okkar Petur Prestur.
Tænti sínum kalli væl,
felagsmaður mestur,
hollur var í orð og tal,
okkar Petur Prestur.
Gjørdi ikki mun á mann,
tolin vinur treystur,
altíð farveg góðan fann,
okkar Petur Prestur.
Frægur fór um feigdarflúr,
ráðsnarur og reystur,
setti segl sín síðsta túr,
okkar Petur Prestur.
---
Blíðan byrð um evstu sýn,
Góði Petur Prestur,
ílatin títt Himmallín
til tín síðsta lestur.
Ærað verðið minnið títt,
Góði Petur Prestur,
sov í moldum søtt og blítt,
nú sól tín sakk í vestur.
pmp
Dagurin
14. mars. Euthycius, deyður umleið ár 740. Tikin av
døgum í Mesopotaniu.
Konfirmantar í Havnar kirkju sunnudagin 1. oktober 1911
Tey 28 sum vóru konfirmeraði hendan dagin vóru: Anna Helene Margrethe Sofie Ingeborg Larsen (á Borðuni), Anna
Martine Debes (á Borðuni), Hanne Cathrine Thomsen (Nólsoy), Christine Malene Susanne Jacobsen (Nólsoy), Brynhild
Nólsoy (Kirkjubø), Kristine Petersen (Velbastað), Juliane Hansine Danielsen (Hestur), Martha Sofie Gertrud Jacobsen
(Havn), Armgard Marie Kristine Elisabeth Egholm (Havn), Johanne Hansine Frederikke Hansen (Havn), Anna Frede
rikke Johannesen (Havn), Oluffa Sebelle Mørkøre (Havn), Mariane Elise Hansen (Havn), Johanne Sofie Pouline Mikkel
sen (Havn), Johanne Petra Sofie Klein (Sanatoriið), Poul Nikolai Poulsen (Nólsoy), Niels Pauli Nicolaisen (Nólsoy),
Mads Emil Joensen (Nólsoy),
Kornelius Kristian Sofus Reinert (Norðradalur), Zacharias Hansen (Syðradalur),
Hans Olaus Poulsen (Velbastaður), Niclas Sofus Jacobsen (Hestur), Johannes Frederik Johannesen (Hestur), Samuel
Joen Anton Frederik Joensen (Kalbak), Johan Djurhuus (Havn), Erik Frits Simonsen (Havn), Johan Johansen (Havn), og
Johannes Sigurd Frants Olsen (Havn).
Tey einastu vit kenna eru, aftasta rað f.v.: nr. 1. Erik Frits Simonsen (Havn), nr. 2. Mads Emil Joensen (Nólsoy), nr. 3.
Johan Djurhuus (Havn), og nr. 7. Hans Olaus Poulsen (Velbastaður).
Miðraðið f.v.: nr. 1. Anna Frederikka Johannesen (Havn), og nr. 6. Poul Nikolai Poulsen (Nólsoy), og nr. 7. Johannes
Sigurd Frants Olsen (Havn).
Fremst f.v.: nr. 1. Oluffa Sebelle Mørkøre (Havn).
Tey, sum kennast við onnur á myndini, eru vælkomin at ringja til Birgar Johannessen á tel. 314647 ella 214647.
Konfirmantar í 1911
Myndaeigari: Erling Simonsen
stuðlar tiltøkum í
Miðlahúsinum