hósdagur 13. mars 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 13. mars 2008
15
T
á eg og maðurin fyri einum
ári síðani sótu og prátaðu
um, hvat vit skuldu gera, eftir
at amerikanska universitets
prógvið var komið í hús, var
svarið púra einfalt: Vit skuldu
flyta til nakrar smáar oyggjar
mitt úti í Atlantshavinum fyri at
læra eitt mál tosað av bara
45.000 fólkum. Har skuldu vit
eta hvalaspik og liva uttan sól í
fleiri mánaðar.
Vit høvdu góðar grundir til at
flyta til Føroyar. Familjan hjá
manninum var úr Klaksvík, og
hetta var eitt gott høvi at læra
tey betur at kenna. Og so kundi
eg læra meg føroyskt, ein íløga
fyri lívið, sum altíð kann koma
væl við, tá eg skal imponera
verpápan.
Tað vóru eisini praktiskar
orsøkir fyri at koma. Við
universitetsprógvunum høvdu
vit pappír uppá, at vit dugdu at
skriva greinar og taka myndir,
men vit manglaðu profesion
ellar royndir. Og vit høvdu brúk
fyri einum fríárið eftir strævnan
lestur. Føroyar góvu okkum
møguleika fyri báðum.
Eg hevði tó mínar egnu,
romantisku orsøkir. Á myndum
sóu Føroyar út til at vera villar
og poetiskar, eins og vóru tær
tiknar úr einum Lord of the
Rings filmi. Mær dámdi eisini
tankan at vera partur av einari
fiskivinnumentan, sum í fleiri
ættarlið hevði yvirlivað av ull,
rabarbum og toski í harðbaldum
veðri. Eg droymdi um síggja
smaragdgrøn fjøll við lýsandi
hvítum seyðaprikkum, droymdi
um flenna í skellilátri saman
við nýggjum vinum og undrast
tá orð á einum nýggjum máli
smoygdu sær úr munni mínum.
Nú tá eg havi búð her í fýra
mánaðar eru myndirnar, sum eg
hevði sett saman í huganum,
pettaðar sundur av gerandis
ligum stúranum. Føroyar eru
eitt vakurt land, men tær eru
ikki fullkomnar.
Tríggir spurningar ganga
aftur, tá bæði føroyingar og
amerikanarar spyrja, hvussu tað
er at búgva her. Orkar tú
veðrið? Hvat heldur tú um
grindadráp? Og er landið ikki
ræðuliga lítið?
Og eg svari, at veturin er
myrkur, men veðrið er loyndar
fult og er við til at skapa vakur
leikan hjá oyggjunum. Og so
havi eg eisini frætt, at summar
mánaðarnir eru tilsvarandi
ljósir.
Grindadráp hevur ringt orð á
sær altjóða, men eg síggi tað
sum ein burðardyggan,
aldargamlan sið.
Fólkatalið undrar meg, tá eg
hugsi um, at hetta er eitt heilt
land við egnari stjórn og
vælskipaðum undirstøðukervi.
Men eg vaks upp úti á landi
num í USA, har nærmasta bygd
hevði 200 íbúgvarar, og vit
máttu koyra 45 minuttir bara
fyri at keypa mat. At búgva í
Klaksvík, har eg bara kann
spáka til sjúkrahús, matvøru
handlar, blómuhandlar og
bakarabúð kennist sum tað
reina marglæti.
Meðan eg fái hesar tríggjar
spurningarnar hvønn dag, so
eru tað fá, sum hava spurt meg
um tað, sum eg haldi hevur
verið mest trupult við at búgva
her: Tað at royna at gerast
partur av einum samfelag við
so tøttum familju og sosialum
bondum, og tað ikki at tosa
málið.
Føroyingar hava kent hvønn
annan í áratíggjur, og vinabond
varða mangan frá barndómi til
elliár. Títt umdømi er myndað
ikki bara av tí, sum tú sjálvur
gert, men eisini av tí sum fólk
halda um foreldur tíni og
ommur og abbar tínar. Hesin
samanhangur ger Føroyar til
eitt trygt og ríkt samfelag, men
tað ger tað eisini torført fyri
onnur at koma til.
Í USA er tað vanligt at flyta
skúlar og statir; og samfeløg og
bólkar eru opin fyri nýkomnum
fólki. Her undrar tað meg
framvegis, at so at siga eingin
tosar við meg, tá eg eri á
veitslum við nógvum fólkum.
Um onkur heilsar upp á meg, so
siga tey sjálvdan hvørji tey eru.
Og so má eg minna meg á, at
øll hini í veitsluni kenna hvønn
annan. Tað eri bara eg, sum eri
uttanfyri.
Vit hava tíbetur havt familju,
sum hevur hjálpt okkum og vit
eru komin at kenna nógv
fantastisk fólk, og stórsta
avbjóðingin hevur sostatt verið
at læra málið.
Fyri nøkrum vikum síðani
spurdi ein føroyskur vinur meg
álvarsliga, um eg veruliga bara
dugdi eitt mál. Hvussu fært tú
liva soleiðis, spurdi hon. Eg
veit ikki, men ein stórur partur
av mínum landsmonnum og –
kvinnum eru einmælt eins og
eg. Eg havi ikki týskt at hjálpa
mær við føroyskari mállæru, eg
dugi ikki danskt, sum kundi
hjálpt mær við orðatilfarinum,
og tað hjálpir mær ikki serliga
nógv, at eg dugi at telja upp til
10 á sponskum.
Við hjálp frá føroyskum
barnabókum (Fyrstu Hundrað
Orðini er mín yndisbók) havi
eg kastað meg út í at læra
føroyskt. Í fleiri mánaðar hevur
mítt samskifti verið avmarkað
til ymiskt fitt og fólkaligt, við
“túsund takk fyri” sum mest
brúkta setning. Men eftir at eg
nú í meira enn ein mánað havi
arbeitt í sparikassa, er málsliga
vitanin stigvíst økt, tí nú møti
eg málinum alla tíðina.
Við mínum nýggja orðtilfari
sum »pengar«, »telja« og
»flyta«, ljóði eg mangan sum
eitt fýra ára gamalt barn, sum
telur innihaldið í sínum fyrsta
sprarigrísi. Í seinastu viku segði
eg við onkran “Tú dugir ikki at
tosa føroyskt”, tá ið eg ætlaði at
siga, at eg ikki dugi føroyskt.
Síðani, tá onkur segði, at eg sá
gott út, nikkaði eg óført, tí eg
helt tey spurdu, um eg hevði
tað gott.
Hóast slík mistøk fáa meg at
halda, at eg ongantíð læri hetta
málið, so eru eisini smáir
sigrar. Eg skilji nú smá brot av
útvarpstíðindunum og fangi
pettir av samtalum um veður
ella vikuskiftisætlanir. Og eg
rokni við, at so leingi sum
føroyingar halda meg út, verði
eg verandi og njóti smaragd
grønu fjøllini við hvítu seyða
prikkunum og skelliláturin
saman við nýggjum vinum.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6.000 tekn og skrivað í essay stíli
Munnlamin - at vera
útlendingur í Føroyum
Næstu ferð:
Týsdagin skrivar Jógvan Júst Rasmussen, trúboðari og
bíbliuumsetari í Filipsoyggjunum, um málrøkt
Tíðargreinin
tíðargreinin
Abby Kirkbride
Lost in Translation Faroese Style
mynd: Benjamin Rasmussen