Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 115 - 20. juni 2001 Nr. 115 - 20. juni 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 Troyggjur og húgvur til børn Uppskriftin hesa vikuna Tlf. 312727 Jan á Argjaboða, sum arbeiðir fyri donsku sendistovuna í Kat- mandu í Nepal, hevur skrivað okkum hesa frásøgn um, tá fólkið fyri seinastu ferð sá kongin í Nepal, sum varð myrdur saman við meginpartinum av familjuni 1. juni NEPAL Jan á Argjaboða Seinasti ferðina kongurin av Nepal, Kong Birendra Bir Bikram Shah Dev, vísti seg alment var fríggjadagin seinnapartin tann 24. mai 2001. Eg var so heppin at sleppa at sita á fyrstu røð og hyggja at. Ná, latum okkum byrja við byrjanini. Kona mín, Torgunn Kragesteen, og eg komu til Nepal í byrjani av mars mánaði. Tað hevði verið turkur so leingi, at elfelagið her hevði verið noytt til, at býta streymin millum býarpartarnar her í høvuðs- staðnum, Kathmandu. Tað passaði seg so væl, at tá eg fór til arbeiðis, tóku teir streymin í tí býarpartinum, og tá ið eg kom til hús, tóku teir streymin har. Næstan alt ravnmagnið verður framleitt av vatni. Teir hava ongar byrgingar, men nýta áirnar. Ein dagin midskeiðis í apríl, tá eg var á veg til hús, stóð ein stórur trævognur vid vegjaðaranum. Hjólini hava verið um 2 m til 2,3 m í tvørmát, og sjálvur vogn- urin, sum var fýrakantaður, einar 5 x 5 metrar. Oman á hesum akfari var so bygt ein rundur træskrokkur til eitt torn, ið var um 10 metrar høgt. Hetta var tað heilaga templið, har regngudurin, tann reyði Machhendra- nath, skuldi vísast fram. Gudurin stendur fyri regni og trivnaði. Tað fasta temp- lið, har hann heldur til, liggur í tí elsta býarpartin- um í Kathmandu, og temp- lið er frá 1673. Dagarnir gingu, og fólk arbeidu dúgliga uppá at klæða hendan skrokkin við alskyns greinum, tó var tað mesta eitt slag av granni. Niðast var ein lítil hola, har prestarnir hildu til. Tornið var skrýtt við bondum í øllum litum. Hola er kanska at gera ov lítið burtur úr, tí inngongd- irnar vóru skrýddar við gulli ella »look alike«. Einar tríggjar vikur gingu við at byggja ,og so ein dagin fekk eg at vita, at nú var liðugt Eg slepti mær frá arbeið- inum kl. 17.00 og skundaði mær niðan at hyggja, hvat fór fram. Tað var sum á ólasøku. Gøtan var so stústappað av fólki at illa vær framkom- andi. Fólk hingu í hvørjum glugga og stóðu á hvørjari tekju. (Tekjurnar her eru allar slættar). Har var trummutónleikur, floytu- tónleikur og klokkuljómur at hoyra. Fyri framman á torninum vóru íbundnir tjúkkir tog- endar at draga við. Uppi í holuni sótu prestarnir og fleiri hjálparfólk sóust uppi í torninum. So fóru teir at draga. Mannamúgvan legði takt- ina, og gangurin var óførur. Eini 30–40 mans drógu, og hópin av hjálparfólki skumpaði. Tornið varð rull- að einar 50 metrar, og so varð hvílt. Eg taldi ikki, hvussu ofta teir høvdu hvílt seg, áðrenn toran fór at ganga. Tað kom tó einki regn tann dagin, men toran gekk dúgliga alla náttina. Tornið var nú drigið runt til fimm ymisk tempul og skuldi standa fimm dagar við hvørjum templi. At enda var tað so drigið niðan á Dubar Square tætt við ta gomlu kongaíbúðina – ella templið. Har var tað stóra hátíðarhaldið hildið. Hátíðarhaldi fór fram fríggjadagin tann 24. mai um 18 tíðina. Aftur hendan dagin skundaði eg mær frá skriv- stovuni niðan at hyggja. Tá ið eg kom niðan á plássið, har alt skuldi fara fram, síggi eg tvey torn. Tað stóra við holuni og eitt minni. Eg skilti ikki frá- greiðingina, hví hetta tornið eisini var har. Tað var longu komið fitt av fólki, løgreglumenn, hermenn og ikki minst skótar. Tað síðsta undraði meg eitt sindur, tí eg trúði ikki, at budistar og hinduar høvdu skótar. Eftir sum eg var í góðari tíð, trokaði eg meg fram til tað teltið, teir høvdu riggað til hesa høgtiðina. Aftan á at hava fortalt, hvør eg var, og at eg eisini hevði verið skóti í Dan- mark og í Føroyum, bleiv eg, aftan á at nakrar myndir vóru tiknar av Nepalesisk- um skótaleiðarum og mær, førdur yvir til skótaovastan. Hann var blíður og dugdi væl at greiða frá. Tað vísti seg, at danskir skótar høvdu sponsorerað eitt nýtt skótahús har nærhendis, so vælvildin yvir fyri mær, sum hevði verði danskur skóti, var stórur. Maktelitan her er ikki so stór, øll kenna hvønn ann- an, so eitt tvey trý so hevði skótaovastin tosa við tann ovasta fyri løgregluni, og so var eg førdur fram til tað plássið, ið hevði best útsýni. Kl. 18.00 komu so ministarabilarnir koyrandi. Tað eru svartir mercedis við fløggum. At enda kom kongurin so saman við sínum primierministara. Drotningin var ikki við. Eg fekk at vita, at tað var helst tí, at hon hevði mánasjúk- una. Tá konur hava mána- sjúkuna, eru tær óreinar og mugu tí ikki nærkast nøkr- um heilgidómi. Kongurin og ministarnir settust eina stutta løtu á ein sess í einum opnum bygn- ingi, har teir fingu ein reyp- an plett (Tikka) í pannuna frá prestum. Hesin pletturin er ein signing, sum merkir eydnu og lukku. Aftan á hetta vælsignilsið fer kongurin so fram til tað stóra tornið og verður vælsignaður av regngudi- num. Ein prestur gongur høgra um tríggjar ferðir við einum vesti sum er seym- aður við gulltráði og skrýddur við alskyns gim- steinum. Hesin vesturin hoyrir til slangugudin og er eisini fleiri hundrað ára gamal. Óndar tungur vilja vera við, at hatta er eitt kopi, og at orginalurin skuldi vera seldur til okkurt fornminnisavn í Onglandi. Síðani fór kongurin saman við øllum ministar- inum ein túr rundan um tað lítla torni inn í bilin og so avstað. Hetta vær síðstu fer, at almeningurin sá Kongin. Eg hevði á orði við skóta- ovastan, at eg ikki helt tryggleikan rundan um kongin verða serliga stóran. – Fólkið elskar hann, so tað er ikki neyðugt, var svarið, eg fekk. Knappliga rakti eg við eina kongalig gudagentu, Kamari, sum er tann livandi gudindan í Kathmandu. Hon er ein reinkarnatión av jómfrúgudindini. Einar tríggjar fýra feilfríar smá- gentur verða kannaðar, um tær nú eru reinkarnatiónin av jómfrúgudinduni. Tær skula ígjøgnum 32 royndir, har tann seinasta er, at tey skulu kunna útpeika klæð- ini hjá tí fyrrverandi gud- indini millum nógv klædnapløgg, ið eru eins. Tann útvalda flytur inn í eitt tempul og sleppur bert út í serliga heilaðum ør- indum, sum hendan dagin. Hon má ikki ganga á jørðini, so framman fyri henna verða lagdar blómur á vegin. Vanliga verður hon borin í einari stásiligum lítlum gullhúsi. Hon er bert gudinda so leingi hon ikki bløðir, so um hon fær eitt sár ella fær mánasjúkuna, so er hon órein og er ikki gudinda longur. Tá gudatíðin hjá henni endar, fær hon nógvar gáv- ur og verður sum øll onnur. Tó má hon ikki fara aftur til heimbygd sína, tí tað førir vanlukku við sær. Leygardagin tann 1. juni bleiv so kongurin og meginparturin av konga- familjuni myrd. Tað hevur regnað av og á, síðan fyrsta toran gekk, so nú hava vit streym næstan 24 tímar um samdøgnið. Tað er ikki vatntrot, ið er orsøk til streymslit nú. Eftir kongaligu morðini í Nepal: Seinastu ferð kongur vísti seg Kongurin í Nepal samman við tveimun av ráðharrunum. Forsætisráðharrin er hin nærmasti Soleiðis sá vatngudatornið út. Hetta var tað heilaga templið, har regngudurin, tann reyði Machhendranath, skuldi vísast fram. Gudurin stendur fyri regni og trivnaði Kongaliga reinkarneraða gudagentan, Kamari. Tá hon bløðir fyrstu ferð, er hon ikki longur gudagenta C M Y K 11 10