Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Gongur tú oman eftir Tórsgøtu, kemur tú framvið einari av matstovunum í Havn, Rio Bravo. Útifrá sær hon hugnalig og inn- bjóðandi út. Vit ganga inn niðriundir. Har er ein trappa og ein hurð at velja ímillum. Hurðin gongur inn á Casablanca, meðan trapp- an førir teg niðan í Rio Bravo. Vit taka trappurnar. Ljósið er dempað, úti við síðurnar standa borð gjørd úr viði. Bonkirnir millum borðini eru høgir. Fólk sita og práta saman, næstan allastaðni er fult. Tónleik- urin er passaliga friðarligur og skýmligt er inni. Vegg- irnir hava eina myrka farvu, men verða upplýstir av smáum lampum. Stearin- ljós standa á borðinum, og atmosferan er hugnalig. Tað sær út sum nógvir útlendingar eru inni. Vit fáa eitt borð úti við vindeyga mitt í matstovuni. Mouldi Manai, sum flest øll havnafólk munnu kenna, eigur matstovuna Rio Bravo. Harafturat eig- ur hann eisini »pubbina« Manhattan, og Casablanca Musik Café, sum eisini eru í sama bygningi í Tórsgøtu. Í kvøld kemur hann yvir til okkara, bjóðar okkum vælkomnum, og ger okkum eitt borð klárt. Vit eru eitt sindur seinar, í mun til tað vit høvdu avtala, men hetta er eingin trupulleiki. Eina lítla løtu seinni sita vit við matarseðilinum í hondini. Matarseðilin bjóðar nógv ymisk. Forrættir, so sum rækjubland, hummara- suppu ella sniglar. Høvuðs- rættirnir eru flest allir kjøt- rættir, men eisini er møgu- leiki at fáa innbakaðan laks. Vit gera av at roynda eitt sindur av hvørjum. Beinanvegin er Mouldi har og tekur móti okkara bílegging. Tað er gott at síggja, at opið er inn í køkin, og at møguleiki er at fylgja við, hvussu maturin verður gjørdur, meðan bíðað verð- ur. Hetta gevur tær eina metan av at alt verður gjørt sum tað skal. Nú kemur forrætturin; serveraður við ristaðum heimabakaðum breyði. Hummarasuppa, royktur laksur og forkunnugir hvít- leykssniglar. Høvuðsrætt- urin er innbakaður laksur og tornedo, við ymiskum tilgjørdum eplum til. Aftur- við høvdu vit eina fløsku av chilenskum reyðvíni, Santa Rita. Ein ógvuliga væl- eydnaður døgurði, ið smakkaði sera væl. Tænastan var góð. Mouldi var alla tíðina klárur at hjálpa okkum, og var hann ikki har, so var tað ein av hinum báðum tænar- unum. Tað kann gott vera eitt sindur tungt at reisa seg aftur. Men klokkan var blivin nógv, og allir hinir gestirnir vóru farnir, tá vit at enda reistu okkum um hálvgum tólv tíðina. Á veg út prátaðu vit eitt sindur við Mouldi, og hann greiddi okkum eitt sindur frá um ætlarnir sínar við tí nýggju Music Caféini Casablanca. Sum nú er, kanst tú keypa tær ein bita har niðri, men 1. juli er ætlanin, at mat- stovan skal koyra við einum fjølbroyttum matarseðili, har millum annað nógv sløg av fiski vera at fáa. Rio Bravo Kokkarnir í Rio Bravo hava nógv at gera í løtuni Sum nakað nýtt, er møguleiki at keypa døgurða í Casablanca 10 Nr. 116 - 21. juni 2001 Nr. 116 - 21. juni 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 C M Y K 11 10